týsdagur 7. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 149 - 7. august 2001
Nr. 149 - 7. august 2001
5
Eftir 47 dagar á
víðum havi, uttan
samband við um-
heimin, stevndi 62 ára
gamli Erik á Rógvi
Hansen inn á Havn-
ina sunnukvøldið. Tá
hevði hann lagt 8.200
sjómíl handan seg,
síðan hann ein juni
dag legði frá landi frá
Virginia Beach -
einsamallur í einum
seglbáti
ÆVINTÝR
Rúnar Reistrup
– Tað kundi gerast eitt sind-
ur trivielt, og onkuntíð
hugsaði eg við mær sjálv-
um, hvat hundan geri eg her
– ja, eg kom enntá upp at
skeldast við meg sjálvan –
men eg las og skrivaði
nógv, og góðveðursdagarn-
ar sat eg úti á dekkinum og
hugdi eftir hvalunum, ið
svumu framvið, og hevði
tað av tí besta.
62 ára gamli føroyski
amerikubúgvin
Erik
á
Rógvi Hansen kom sunnu-
kvøldið á mál eftir at hava
framt eina ferð, sum fáur
annar hevði hættað sær
undir, og sum flestu fólk á
hansara aldri ikki so mikið
sum tora at hugsa um.
Einsamallur setti hann kós í
37 føtur langa stálseglbáti
sínum úr Virginia Beach í
statinum Virgina á amerik-
onsku vesturstrondini við
beinari kós ímóti Føroyum.
Ikki sæð havn
Við trýhundrað litrum av
vatni, nakað tað sama av
olju, provianti til 60 dagar
og einari rúgvu av bókum
og bløðum umborð setti
hann sær fyri at náa til Før-
oya uttan at fara í havn á
vegnum. Og sunnukvøldið
sat hann so hjá barndóms-
vinmanninum Árna Kon-
radson í Havn og át ræst-
kjøt. Tað hevði hann glett
seg til leingi.
- Eg ætlaði at náa til Før-
oya áðrenn ólavsøku. Eg
hevði sett 37 dagar sum
mál, men eg kom ofta í
vindstilli, so tað bleiv ein
væl longri og strævnari túr-
ur, enn eg hevði ætlað og
roknað við.
Seinast seglbáturin hjá
Erik lá í vindstilli var leyg-
arkvøldið. Tá var hann
staddur einar 60 fjórðingar
úr Mykinesi. Men so gjør-
dist byrðurin góður, og
hann náddi inn á Havnina
um sjey tíðina sunnukvøld-
ið.
– Tá eg vaknaði um morg-
unin helt eg meg síggja
land og fór beinanvegin at
sigla ímóti tí. Men eftir at
hava siglt í lítlan tíma var
landið burtur. Tað vísti seg
bara at vera skýggj. Eg havi
annars lært, at man altíð
skal líta á tólini – ongantíð
á eyguni – men eg man
hava longst so nógv eftir at
síggja land, at eg bara
sigldi.
Eisini flogið til Føroya
Regluna um ongantíð at líta
bert á eyguni hevur Erik
lært ígjøgnum tredivu ára
royndir sum flogskipari.
Seinast hann var í Føroy-
um, fyri tíggju árum síðan,
fleyg hann sjálvur úr USA
beinleiðis til Føroya. Tað
gekk sum vera man nakað
væl skjótari enn við segl-
skipi.
– At koma inn í Vest-
mannasund og sigla fram-
við Vestmannabjørgunum
var deiligt. Og so stevna
inn á Havnina har eini 2-
300 fólk tóku ímóti, og har
eg sá familju, eg ikki havi
sæð í nógv harrans ár, var
ótrúligt fyri meg, sigur
Erik, ið er vestmenningur
av uppruna.
Flutti til San
Francisco
Mamma Erik var Kalla á
Rógvi úr Vestmanna, og
Erik varð føddur og vaks
upp í bygdini, men longu
sum 14 ára gamal fór hann
út í heimin at sigla við skip-
um hjá reiðarínum ØK.
Vestmenningar og onnur í
Føroyum kenna hann sum
Verner á Rógvi Hansen,
men hann skifti navn til
Erik, tá hann í mei mánaði í
Føroyskur amerikubúgvi:
Siglt einsamallur heimaftur til føðilandið
62 ára gamli føroyski
amerikubúgvin Erik á Rógvi
Hansen kom sunnukvøldið á
mál eftir at hava framt eina
ferð, sum fáur annar hevði
hættað sær undir, og sum
flestu fólk á hansara aldri
ikki so mikið sum tora at
hugsa um. Einsamallur setti
hann kós í 37 føtur langa
stálseglbáti sínum úr
Virginia Beach í statinum
Virgina á amerikonsku
vesturstrondini við beinari
kós ímóti Føroyum
1970 gjørdi av at flyta til
USA.
– Eg hevði verið í USA
fleiri ferðir við skipi, og
mær dámdi væl. Serliga
væl dámdi mær San Fran-
cisco og økið harum, og tað
var har eg búi tey fyrstu 17
árini. Í San Francisco lærdi
Erik seg lidnan sum flog-
skipari, og hann hevur flog-
ið síðan. Hesi seinastu árini
hevur hann tó ikki flogið so
nógv sum fyrr. Bert nakrar
farmaflutningstúrar
fyri
postfyritøkuna FedEx, tí
sum 62 ára gamal er hann
longu blivin ov gamal til at
flúgva við ferðafólki, sam-
bært amerikanskum regl-
um.
Altíð verið sjógarpur
Men eftir eina væleydnaða
sigling á opnum Norðurat-
lantshavi í 47 dagar kunnu
Erik og onnur ikki annað
enn staðfesta, at hann so
ikki er vorðin ov gamal til
at sigla av amerikonsku
vesturstrondini til føðiland-
ið.
– Eg havi altíð havt hug á
sjónum. Tá eg var smá-
drongur í Vestmanna skúla
plagdi eg at sita og droyma
meg burtur, og so skjótt eg
slapp at sigla, fór eg eisini
burtur. Og tí er tað eitt sind-
ur skemtiligt at í míni tíð
sum flogskipari, fleyg eg
mest við vatnflúgvara. At
sigla við seglbáti til Føroya
hevur leingi verið mín ætl-
an og mín dreymur.
Góður bátur
Seglbátin, sum hann hevur
livað sítt lív umborð á í 47
dagar nú, keypti Erik fyri 7
árum síðan. Við honum
hevur hann millum annað
siglt úr Miami til New
York, ein 800 fjórðingar
langur teinur, men tað er
lítið samanborið við ta
ferðina, sum hann júst hev-
ur endað.
– Báturin er sera góður.
Hann kann stýrast bæði
innanifrá og uttanifrá, og er
sera sterkur og turrur eisini.
So hann hóskar væl til
endamálið. Uttan ein bát av
hesum slagnum hevði eg
ikki hættað mær undir ferð-
ina, sigur Erik, og leggur
afturat, at hesin túrurin um
Norðuratlantshavið til Før-
oya, er tann seinasti av sín-
um slag, hann fer at sigla.
Verður liggjandi
Men báturin skal heim
aftur. Tað verður tó ikki
gjørt í bræði, og helst fer
hann at liggja í Føroyum
veturin yvir, tí amerikanska
kona Erik, Janet, hevur
longu bílagt honum ferða-
seðil heim um ein lítlan
mánað. Ætlanin hjá Eriki er
so at koma aftur til Føroya
og gera bátin siglingarklár-
an komandi summar. Vænt-
andi verður báturin tá sigld-
ur niður til Miðalhavið og
har frá um Kanarisku
oyggjarnar og Bermuda
yvir til amerikansku vestur-
strondina. Á hesum nakað
væl høgligari túrinum verð-
ur kona Erik eisini við.
– Ætlanin var uppruna-
liga at vit bæði skuldu sigla
til Føroya saman, men hon
er enn ikki komin so væl
fyri seg eftir eina skurðvið-
gerð fyri tveimum árum
síðan, at hon var nóg byrg
til at koma við hendan túr-
in. Men gott tað sama, tí
við tíðini fór eg at hugsa
um, at tað nokk var best, at
hon ikki kom við undir øll-
um umstøðum.
Lá á liðini
Tað fekk Erik góða orsøk
til at hugsa um, tá rættiligur
vandi tók seg upp.
– Eftir at tað hevur verið
vindstilli kemur ofta ein
lítil stormur. Eina kvøldið,
eftir at eg hevði ligið í vind-
stilli eina tíð, byrjaði vind-
urin at taka til, og eg valdi
at taka seglini niður, áðrenn
eg fór í koyggjuna. Um
náttina gjørdist rættiligur
stormur og eg var so óhepp-
in at báturin fekk ein ord-
ans sjógv og legði seg á lið-
ina. Har mundi hann liggja
í eini 30-40 sekund, og eg
var av álvara bangin fyri, at
hann ikki fór at reisa seg
aftur. Tá tonkti eg mítt.
Men tíbetur reistist hann
aftur – spurningurin er, um
hann eisini hevði gjørt tað,
um seglini vóru uppi.
Flytur neyvan aftur
Komandi dagarnar fer Erik
at fáa sær eina nógv til-
trongda hvíld, og so fer
hann at taka sær av løttum í
Føroyum næstu vikurnar.
Hann hevur ongar ætlanir
um at hetta skal vera sein-
asta ferð, hann er í Føroy-
um, men at hann fer at
búseta seg aftur í føðiland-
inum er lítið, sum røkist
fyri.
– Mær dámar væl í USA,
og mær hevur eisini altíð
dámt væl í Føroyum. Men
tá eg flutti var tað mest tí at
seg sá nakrar møguleikar
har yviri, sum eg ikki hevði
her. Og eg má siga, at tað
hevur gingist mær væl har
yviri. Eg og konan hava
ofta tosa um møguleikan at
flyta aftur til Føroya, men
vit hava enn ongantíð gjørt
álvara av tí. Vit hava flestu
av okkara børnum í USA,
og vit hava okkara heim og
nógvar vinir har yviri, so
tað er ikki so lætt at fara
frá, sigur Erik, sum tosar
flótandi gott føroyskt uttan
nakrar trupulleikar, men
tónalagið avdúkar eina
amerikanska ávirkan.
Hvussu ber tað til at tú
tosar so væl føroyskt enn?
– Mítt føroyska er blivið
nógv betur upp á tað sein-
asta. Eg haldi at tað kemst
av, at eg havi tosað føroyskt
við meg sjálvan allan vegin
hertil. Eg byrjaði enntá at
droyma á føroyskum, og
tað er nokkso stuttligt, tí
tað eru nógv ár síðan at tað
gekk upp fyri mær, at eg
var farin at hugsa á ensk-
um, sigur Erik á Rógvi
Hansen, ið mánanáttina
slapp at sova í song á fastari
grund aftur.
– Eftir at tað hevur verið
vindstilli kemur ofta ein lítil
stormur. Eina kvøldið, eftir
at eg hevði ligið í vindstilli
eina tíð, byrjaði vindurin at
taka til, og eg valdi at taka
seglini niður, áðrenn eg fór í
koyggjuna. Um náttina
gjørdist rættiligur stormur og
eg var so óheppin at báturin
fekk ein ordans sjógv og legði
seg á liðina
Vestmenningar og onnur í Føroyum kenna hann sum Verner á Rógvi Hansen, men hann skifti
navn til Erik, tá hann í mei mánaði í 1970 gjørdi av at flyta til USA
– At koma inn í Vestmanna-
sund og sigla framvið Vest-
mannabjørgunum var deil-
igt. Og so stevna inn á Havn-
ina har eini 2-300 fólk tóku
ímóti, og har eg sá familju,
eg ikki havi sæð í nógv
harrans ár, var ótrúligt fyri
meg, sigur Erik, ið er
vestmenningur av uppruna
C
M
Y
K
5
4