Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 149 - 7. august 2001 Nr. 149 - 7. august 2001 7 Við Kim Hansen á odda, hitaði Euro- vision Hit Band upp, áðrenn brøðurnir fóru á pall leygar- kvøldið. Kim og Co. spældu øll tey kendu løgini og settu eitt punktum saman við Olsen beiggjunum, so tað brakaði UMRØÐA Dagfinn Olsen Tað var Pætur við Keldu, sum setti hol á konsertina leygarkvøldið, har brøðurn- ir Olsen stóðu ovast á breddanum. Pætur spældi løg av fløg- uni, hann gav út fyri tíð síð- ani, umframt so ymiskt sum Elton John og Chaplin (sum jú eisini var frálíkur tónasmiður). Eftir at Pætur við Keldu hevð havt eina stilla og flotta framførslu í Ítróttar- høllini á Hálsi leygarkvøld- ið, stóð Eurovision Hit Band á skránni. Hóast Olsen brøðurnir vóru stóra navnið, so var ikki sørt, at fólk væntaðu nakað av ný- stovnaða Eurovision Hit Band, ið er ein samanrenn- ing av góðum kreftum inn- an føroyskt tónleikalív. Yngri sum meira royndar kreftir. Júst sum við fjøldini í høllini hetta kvøld. Har vóru tey, sum vóru um 20 ára aldur, har vóru børn, men tey flestu vóru farin um tríati, nógv um fimmti og seksti og onkur helst eisini um tey sjeyti. Hitt omaná hitt Tað var eingin løtt upp- gáva, at leika hetta kvøld. Talan var um eina sonevnda sitikonsert. Stólar vóru til fjøldina at sita á. Og hóast ikki var talan um eina pín- liga »avslappaða« fjøld, so er huglagið eitt annað við stólum, enn uttan. Talan er meira um eitt hugnakvøld. Og tað var eisini hugnaligt leygarkvøldið! Hjá teimum á pallinum, er tað kanska heldur tyngri at fáa eina sitandi fjøld uppfrá, enn eina standandi. Men aftaná hesar hugleið- ingar um sitandi og stand- andi áhoyrarar skal sigast, at hetta ikki var nakað kar- dinalpunkt leygarkvøldið. Til tess eru limirnir í Euro- vision Hit Band ov garvað- ir. Byrjanin var Let Me Be The One. Kanska ein held- ur spøk byrjan, hóast sang- urin er sum gjørdur at byrja við, við tað, at hann byrjar beint á slagið. Men ljóðstyrkin var ikki høg, so neyvan kundi fult trýst fáast á. Eisini var Hit Bandið fyri tí vanlagnu, at hava nógv ýl í mikrofonum. Men helst er trupult at ljóð- blanda so stóran bólk, ið hevur bæði kór og blásarar. Men brátt kom hitin í upphitingarbólkin. Og so gekk sum eftir ánni. Eitt tyssi av kendum prixløgum. Sigast skal, at rómin av før- oyskum tónleiki her prógv- aði sítt virði, saman við einum av nýggjaru stjørnu- skotunum, Arnfríð Lutzen, ið sang framúr, við vakrari, reinari rødd. Ein Bischen Frieden og Waterloo kunnu nevnast. Og ikki at gloyma Live Shine A Light. Eisini kór (Laila Carlsen og Mar- greta á Rógvu Joensen) sungu væl, eins og blásar- arnir stóðu seg avbera væl. Fjøldin hevði fingið hit- an, tá finalan kom. Pætur við Keldu kom við á pallin og Laila kom longur fram á pall. Saman settu tey, sam- an við Kim, hol á sangin Hallelujah. Flott! Sera flott!! Sjálvsagt mátti verturin Tróndur Djurhuus, ið ann- ars stóð seg væl og skemti- liga, biða hesi fólkini koma aftur á pallin. Og tað var gott, tí tey tóku byrjanar- lagið, Let Me Be The One, umaftur. Og tað gekk mun- andi lættari hesaferð, nú heitir fingrar handfóru streingir og tangentar og nervar ikki longur spældu inn (ella við). Eitt brak Eurovision Hit Band var ein staðfesting av góðu framførsluni, sum mong ivaleyst høvdu roknað við. (Fjøldin er jú eirindaleys). Olsen Brøðurnir spældi síðani. Men finalan var við Olsen beiggjunum og Eurovison Hit Band í felag. Nokkso ófyrireikað. Men kenda lagið I Saw Her Standing There hjá Beatles, kenna tónleikarar. Og hetta gjørdist eitt brak, har dugnaligu føroysku tón- leikararnir løgdu ein so væl swingandi botn í, at Jørgen og Noller mistu takið, sungu við lív og sál og sjónliga ongan hug høvdu at gevast. Tað »swingaði og rockaði«, sum ein norskur prix sangur einaferð segði. Eitt flott punktum, har ein hungraði eftir meir. Ein lýsing fyri fronsk epli segði einaferð, at tey skuldu etast, »Når du er sulten for sjov«. Her siga vit: Kim´s - når du er sulten for show! Jenis av Rana heldur, at føroyskt mentanarlív er fyri stórari niður- gongd, nú rús- drekkalógin skal broytast og út- lendskir stripparar floyma inn til land- ið. Hann mælir til at steðga ólevnað- inum FALL Eyðun Klakstein Jenis av Rana heldur, at landsstýrið skal taka stig til at steðga ólevnaðin- um, sum hann heldur breiðir seg í føroyska samfelagnum. Hann nevndi ólavsøk- una sum eitt dømi um, hvussu føroyska men- tanin stillisliga verður troðka burtur. – Við eitt er mentan føroyinga ikki nóg góð, kvinnur verða innfluttar av flatlondum at dansa striptease, erotiskur dansur mátti á skránna – á sjálvari tjóðarhátíðini røkk føroyska mentanin ikki, vísti Jenis av Rana á í viðgerðini av løg- mansrøðuni í løgtingin- um fríggjadagin. Hann helt eisini, at tað er skeivt at lata útlend- ingar gera av, hvussu føroyska rúsdrekkalógin skal verða. – Oljuráðstevna skuldi vera í Runavík, og alt á gosi, tí knappliga vórðu Føroyar og serføroyska mentanin ikki nóg góð. Mentanin var ikki nóg góð til teir útlendingarn- ir, ið higar komu, tí hesir sloppu ikki at keypa sær ein sterkan afturvið mat- inum, segði Jenis av Rana. Hann spurdi lands- stýrið, um tað ætlar at lata slíkan ólevnað troðka seg inn á før- oyska samfelagið, ella um landsstýrið fer at taka stig til at steða hes- um. Óføroysk innrás má steðgast Kim´s - når du er sulten for show! Hóast Olsen brøðurnir vóru stóra navnið, so var ikki sørt, at fólk væntaðu nakað av ný- stovnaða Eurovision Hit Band, ið er ein samanrenn- ing av góðum kreftum innan føroyskt tónleikalív. Yngri sum meira royndar kreftir Rómin av føroyskum tónleiki her prógvaði sítt virði, saman við einum av nýggjaru stjørnuskotunum, Arnfríð Lutzen, ið sang framúr, við vakrari, reinari rødd Politikararnir tora ikki at skerja fiski- dagatalið, tí tað er pínufull broyting at gera, sigur Alti Gregersen, sum er farin frá sum for- maður í Fiskidaga- skipanini FISKISKAPUR Eyðun Klakstein Leygardagin fór Atli Gre- gersen frá sum formaður í Fiskidaganevndini, sum er sett at ráðgeva Fiskimála- stýrinum. – Fiskimálastýrið tekur ikki atlit til fiskifrøðina, tá fiskidagatalið verður ásett, og tí havi eg ikki hug at halda fram í nevndini, sigur hann. – Tað er alneyðugt, at veiðitrýstið verður skert varisliga komandi árini, tí á tann hátt kunnu vit halda fast við framgongdina í vinnuni, og vit kunnu skapa ein enn meira burðardygga vinnu, sigur Atli Gregersen. Hann mælti til ein niður- skurð upp á seks prosent í fiskidagatalinum fyri kom- andi árið, meðan hinir fýra limirnir í Fiskidaganevnd- ini mæltu til sama fiski- dagatal. Fiskifrøðingarnar hildu, at best er við eini minking upp á 25%. Men landsstýrismaðurin við fiskimálum mælir til, at fiskidagatalið verður tað sama komandi ár, og tað fer hann at fáa undirtøku fyri í tinginum. Tora ikki Atli Gregersen heldur, at politikarar mangla dirvið til at skerja veiðistrýstið. – Teir tora ikki at minka talið á fiskidøgum, tí tað er ein pínufull broyting at gera í fyrstu atløgu. Ein minking fer at merkja, at onkur skip mugu leggjast, og onkur reiðarí ikki fara at klára seg. Men hetta er eitt neyðugt stig at taka og verður í longdini ein stórur fyrimunur fyri vinnuna, sigur hann. – Ein minking í fiski- dagatalinum fer at merkja minni veiði fyrstu tíðina, men í longdini fer tað at merkja, at meira kann fáast við minni orku, og lønsem- ið í vinnuni fer at vaksa. Atli Gregersen heldur, at tað verða ikki færri fiski- menn fyri tað, um fiski- dagatalið minkar. Hinvegin heldur hann, at fiskimenn fara at fáa nógv betri um- støður at arbeiða undir. – Hevði sama reiðarí átt allar fiskidagarnar undir Føroyum, so hevði hetta reiðarí lagt ein triðing av skipunum. Men trupulleik- in við at skerja fiskidaga- talið nú er, at tað eru so nógv reiðarí og skip, og at onkur mugu leggjast, um tað verða færri fiskidagar. Tað er hetta, sum politikarar mangla dirvið til at gjøgnumføra. Jørgen sannførdur Atli Gregersen heldur, at politikararnir mugu lurta betri eftir tí, sum fiskifrøð- ingarnir bera fram. – Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og hevur al- stóran týdning fyri sam- felagið. Tí mugu vit lurta eftir fiskifrøðini eisini. Tað er óhugaligt at síggja, hvussu ivi verður sáddur um alt, sum fiskifrøðing- arnir siga, tá tað merkir niðurskurður í fiskidøgum og trýsti, sigur hann. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður við fiskivinnu- málum, heldur ikki, at pol- itikararnir mangla dirvið til at skerja fiskidagatalið. – Vit hava gjørt okkara tilmæli eftir bestu sannfør- ing. Vit hava tikið øll til- mælini við í okkara meting, og so hava vit gjørt eina niðurstøðu, sum vit halda tænir samfelagnum best, sigur Jørgen Niclasen. – Vinnan er sjálv í ferð við at tillaga seg, og tí er eingin orsøk at sjokkvið- gera hana nú, heldur hann. Formaðurin í Mið- flokkinum heldur, at eitt nýtt og betri ar- beiðsført landsstýrið skal sleppa at stýra POLITIKKUR Eyðun Klakstein – Eftir at hava lisið løg- mansrøðuna nágreiniliga kann eg bert staðfesta, at landstýrið er steðga upp. Nú er einki meira natúrligt enn, at eitt nýtt og betri arbeiðsført landsstýrið sleppur at taka við. Tað segði Jenis av Rana, tá viðgerðin av løgmans- røðuni var í tinginum fríggjadagin. Hann heldur, at nógv tal- ar fyri, at eitt løgtingsval hevði verið best beinanveg- in, tí landsstýrið hevur sett seg í bíðistøðu eftir olju, úrsliti av samráðingum við danir og eftir aðalorðaskift- um í tinginum. Jenis av Rana heldur, at einki fer at koma burtur úr seinastu átta til nýggju mánaðarnar, sum eru eftir av hesum valskeiðnum, og tí er líka so frætt, at val verður útskrivað sum skjót- ast, so nýtt landsstýrið kann taka við. Illgruni er um, at rúsdrekka var uppi í, tá ein bilurin fór yvir í skeiva koyri- breyt í Kollfjarða- tunnlinum leygar- kvøldið ÓHAPP Eyðun Klakstein Leygarkvøldið um mid- náttarleitið hendi eitt ferðsluóhapp í Koll- fjarðatunnlinum. Ein bilur, sum kom koyrandi suðureftir, fór yvir í skeivu koyribreyt- ina, og har rendi hann frontalt inn í ein bil, sum var á veg norðureftir. Bilarnir báðir fingu stóran skaða av ógvus- liga samanstoytinum, men eingin álvarsligur fólkaskaða hendi. Eitt av ferðafólkunum í øðrum bilunum fekk ein minni snudd. Løgreglan í Havn sig- ur seg hava illgruna um, at førarin á bilinum, sum endaði á skeivari síðu av vegnum, var ávirkaður av rúsdrekka. Sunnudagin gjørdust fólk í Vestmanna varug við, at ein bilurin var burturblivin í Vest- manna. Stuldurin varð fráboð- aður løgregluni sunnu- morgunin, og seinna partin sunnudagin kom bilurin afturíaftur. Hann varð funnin aftur í Dalatúni í Havn. ek Fráfarni formaðurin í Fiskidaganevndini: Politikarar mangla dirvið – Ein minking í fiskidagatalinum fer at merkja minni veiði fyrstu tíðina, men í longdini fer tað at merkja, at meira kann fáast við minni orku, og lønsemið í vinnuni fer at vaksa, heldur Atli Gregersen Bilar stoyttu saman í tunnli Bilur stolin í Vestmanna Landsstýrið er útbrent C M Y K 7 6