Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 18. august 2008 13 CHE-landsstýrið er óar- beiðsført, og nú er politiska mandatið hjá formanni Javn- aðarfloksins uppbrúkt. Tað er greitt eftir nýggjastu poli- tisku kreppuna í Føroy­um. Jóannes Eidesgaard eigur at lata sonevnda "initiativið" frá sær nú, so eitt formans- umfar kann by­rja. Ongin kann longur vera í iva um, at politiska mandat- ið hjá formanninum í Javn- aðarflokkinum til at skipa og standa á odda fy­ri stjórn í Føroy­um er uppbrúkt. Orsøkin er púra uppløgd og sjónlig fy­ri øll: CHE- samgongan hevur ferð eftir ferð ført landið út í polit- iskar kreppur. CHE er soleiðis ein óarbeiðsfør politisk samanseting – sjálvt við tí nýggja stuðuls- flokkinum, samgongan hevur fingið afturat sær. Seinasta dømið um óar- beiðsførið hava vit øll pínliga verið vitni til um vikuskiftið. Formenninir í samgongu- flokkunum – Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoy­- dal – settu alt sítt politiska trúðvirði upp á spæl við at skíra málið um fiskidagar ein "kabinettspurning" og sjálvur "legitimiteturin" undir samgonguni. Tá málið fall, er tað brádliga ikki ein kabinettspurningur kortini, og legitimiteturin er ikki rørdur. Menninir halda, at CHE-kabinettið kann halda fram. Álvaratos tit, hvar er virðingin fy­ri demokrat- isku spælireglunum? Virðingin fy­ri veljarunum? Í øðrum londum høvdu politiskir leiðarar verið so mikið at sær komnir, at teir í slíkum umstøðum og eftir slíkar útmeldingar høvdu lagt frá sær beint eftir atkvøgreiðsluna um fiski- dagarnar. Alt annað hevði verið og er óseriøst. Nú kann ongin taka Jóannes Eidesgaard, Høgna Hoy­dal og CHE-politikkin í fullum álvara. Tær demokratisku spæli- reglurnar peika nú tann vegin, at politiska mandat- ið hjá Jóannesi Eidesgaard at hava landsins leiðslu og hitt sonevnda "initiativið" er brúkt upp. Nú er tíðin komin hjá formanni Javnaðarfloksins at lata "initiativið" frá sær. Mín staðiliga áheitan á for- mann Javnaðarfloksins er at lata upp fy­ri einum formans- umfari, so greiða kann fáast á, um møguligt er hjá onkrum øðrum floksfor- manni at skipa samgongu. Demokratisku spæliregl- urnar mugu ikki tambast í tann mun, tær nú eru tamb- aðar. Markið er rokkið, og formaðurin í Javnaðarflokk- inum má ásanna hetta nú. CHE-kabinettið má falla løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Av og á bera fjølmiðlarnir okkum søgur um, hvussu hørð korini eru hjá støkum uppihaldarum í Føroy­um. Ikki er langt síðani, at vit í Útvarpi Føroy­a hoy­rdu eina staka mammu greiða frá, hvussu torført tað var at fáa endarnar at røkka saman. Seinasta søgan er at lesa í Dimmu mikudagin 13. aug- ust, har ein støk mamma sigur sína søgu um, at hon nú ongan annan útveg hevur enn at fly­ta av landinum. Í ólavsøkurøðu síni endur- gav løgmaður Jóannes Eides- gaard so vakurt Graham Bell fy­ri at hava sagt, at tá ein hurð fer í lás, fer onnur upp á bak. Tíverri sær tað út til, at tann nýopnaða hurðin hjá okkara støku uppihaldarum er ein einvegis ferðaseðil til Danmarkar. Fy­ri alla familj- una. Hetta er sy­rgiligt. Fy­ri eitt samfelag, hvørs fólka- vøkstur at kalla stendur í stað. Fy­ri tær mammur, sum ongan annan útveg hava enn at fly­ta. Allarsy­rgiligast er tað fy­ri teirra børn, sum av ney­ð verða skrødd upp úr heimliga umhvørvinum. Í røðu síni á ólavsøku hevði løgmaður sjálvandi eisini nøkur orð við á veg- num um kvinnurnar, ið búgva uttanlands, og sum skulu heimaftur. Kvinnu- trotið í Føroy­um hevur jú verið eitt heitt evni í al- menna kjakinum seinastu tíðina, ikki minst í valstríð- num. Á ólavsøku hoy­rdu vit sostatt løgmann siga, at tá ein ung kvinna situr uttan- lands og umhugsar at fly­ta heim aftur, skal hon síggja land okkara sum ein miðdep- il við góðum og vælvirkandi vælferðartænastum. Spurningurin er so, hví hendan unga kvinnan skal tíma aftur til Føroy­a. Gamaní fær hon møguleika at koy­ra biltúr gjøgnum undirsjóvar- tunlar ella søkja arbeiði á sendistovum í Moskva og New York. Men tað verður nokk torført at sannføra hana um, at Føroy­ar eru eitt sam- felag við góðum og vælvirk- andi vælferðartænastum. Politiskar raðfestingar Eftir valið í 2004 fór mið- fy­risitingin úr 9 aðalráðnum niður á 7. Millum annað varð Heilsumálaráðið lagt saman við Almannamálaráðnum. Um hetta var ein røtt avgerð, veit eg ikki. Men kanska hevði verið longri millum keðiligu søgurnar um heilsu- verkið, um hetta fekk hægri politiska raðfesting. Og eftir valið í 2008 heldur øll samgongan, at føroy­ska samfelagið skal brúka pengar til eitt Uttan- ríkisráð. Uttan at nakar hevur mælt eitt neiligt orð, hava vit 49.000 føroy­ingar nú brádliga 8 aðalráð, har vit tey­ seinastu fýra árini hava havt sjey­. Eisini hava vit eftir øllum at døma ráð til eina nýggja nevnd í løgtinginum, sum skal taka sær av stjórnarskipanini. Meðan tað er ógjørligt at finna pening á fíggjarlógini til virðiligar vælferðartænast- ur, ið høvdu gjørt stóran mun í gerandisdegnum hjá nógv- um av okkara støku uppihald- arum og øðrum borgarum, ið hava tørv á hesum. Hvat tørvar okkum? Nú tørvar okkum Tróndar skarpa vit, Sigmunds bjarta hjartalit og Sverris vilja sum stál. Við hesum orðum, ley­s- liga endurgivin úr sanginum Hvørjum man ty­kja vakurt hjá sær eftir Fríðrik Peter- sen, endar løgmaður ólav- søkurøðuna 2008. Hesar rey­stu kappar munnu vit øll hava hoy­rt um, síðani vit by­rjaðu í 1. flokki í fólka- skúlanum. Um teirra persón- ligu eginleikar eru y­nskiligir fy­ri okkum føroy­ingar, veldst um tulking av søgu og um ey­guni, sum síggja. Tað er bert harmiligt, at løgmað- ur ikki hirðir at nevna eitt einasta konufólk í síni upp- reksan av y­nskiligum fy­ri- my­ndum hjá føroy­ska fólki- num. Hóast kvinnur síðani landnámið hava búð í Føroy­- um, eru teirra avrik og egin- leikar at kalla ósjónlig í søguskriving, í tjóðarskald- skapi og ey­ðsýniliga eisini í høvdinum hjá løgmanni og hjá teimum, sum ráðgeva honum í at skriva røður. Kann hetta vera ein av mong- um orsøkum til, at so nógvar kvinnur ikki trívast í hesum samfelagnum? Og hvussu við kvinnunum? Tað var hugaligt at síggja tingið og landsstýrið savnast á ólavssøku. Endiliga vóru eisini kvinnur at síggja mill- um politikararnar í skrúðgong- uni úr dómkirkjuni í tingið. Onkur hevur sagt, at tað ongantíð hava verið so nógvar kvinnur á tingi sum nú, og at tosið kortini ongantíð hevur snúð seg so nógv um tunlar sum nú. Er tað so nakað endamál at arbeiða fy­ri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk? Sum Beinta í Jákupsstovu, granskari, hevur víst á, hava kanningar víst, at størri mun- ur er á raðfestingum millum kvinnur og menn, enn mill- um y­miskar politiskar flokk- ar – borgarligar og sosialist- iskar. Kvinnur raðfesta mál sum skúla, barnagarð, ment- an og heilsu- og almannamál hægri enn vinnumál, vegir og annað by­ggivirksemi, og menninir beint øvugt. Eftir valið í januar í ár komu 8 kvinnur á ting. So í 2008 er ky­nsbýtið í tinginum sløk 25 prosent av konufólki, og góð 75 prosent av mann- fólki. Spurningurin er, um hetta ky­nsbýtið er nøktandi, um fólk y­nskja broy­tingar á politisku dagsskránni, so at Føroy­ar veruliga skulu menn- ast til tað nútímans vælferðar- samfelagið, sum øll siga seg vilja hava. Við einum javnari ky­ns- býti fáa tær støku mamm- urnar, sum eru illa fy­ri í dagsins samfelag, og allir aðrir borgarar, sum uppliva ein fíggjarliga strævnan gerandisdag, við tíðini vónandi eina sterkari rødd í politisku raðfestingunum og í stríðnum um, hvussu fíggjarlógin skal brúkast. Sum tunlar, uttanríkismál og heit luft hava tað í dag. Stakir uppihaldarar og politiskar raðfestingar forkvinna í Javnstøðunevndini Kristianna WinthEr PoulsEn Nú hendi tað aftur tvær ferðir. Tjóðveldið er komið í samgongu og hevur kosið sær Tobba til landssýris- mann. Hann hevur roy­nt tað fy­rr, men náddi ikki á mál. Men spurningurin er -hví?- Maðurin er ikki nakar dummur "hundur". Hann er sjarmerandi, er áhugaverdur at lurta eftir, um tú skilir innihaldið frá, men bert lurt- ar eftir hansara frásøguhátti. Men kann ein sovorðin brúkast sum politikari í fremstu sessum? Áður fór hann úr sessin- um, áðrenn hann varð koy­rd- ur, tí hann ikki vildi halda vanligar reglur um kurteisi! Nú roy­nir hann seg aftur. Hann ber tvær løddar bumb- ur niðan í løgtingið, hóast landið ikki er í krígsstøðu. Onnur er at skerja veiði- rættindini hjá okkara fiski- flota við 50 prosentum, og í høvuðsheitinum snýr tað seg um at ty­nna út í flotan- um, fy­rst og fremst fy­ri at beina fy­ri ósunnari spekula- sión, síðan fy­ri at lækka trýstið á fiskastovnin. Fy­lgjurnar av hesum uppskoti kenna vit nú. Næsta eru broy­tingar í jarðalógini við tí endamáli at forða bóndum í ósunnari spekulasión. Fy­lgjurnar av hesum uppskoti kenna vit bert lutvíst enn, men henda framferð við ógvusliga inni- haldinum vísir bert, at maður- in ikki er egnaður til at hava áby­rgd av landsins lógum. Sagt verður, at summum mást tú ikki geva ov langt tjóður, men eg hevði ikki torað at slept honum úr ey­gsjón, uttan at hann sum ein hvør annar glúpskur rottweilari hevði havt kjaftband! Annars haldi eg, at nógv av politiska uppland- inum er mannað av væl skúlaðum vasknum skúla- børnum, men tann, ið ong- antíð hevur havt áby­rgd av at skaffa sær føði sjálvur, men bert hevur havt fy­ri ney­ðini at gapa, tá matur- in kemur, hann veit og kennir ikki støðuna hjá teimum, ið skulu skaffa sær mat í munnin á sjón- um, ella í bø og haga! Ja, Høgni, hevur Tjóðveldið førleika sum stjórnarberandi flokkur? Eyðun mohr VidErø Eg vil, vegna Sambands- flokkin heita á løgmann um at geva øðrum floks- leiðarum møguleikan at seta nýggjan róðursmann og at seta nýggja manning í landsins leiðslu. Samgongan hevur mist sín legitimitet aftan á dagin í løg- tinginum fríggjadagin. Tað er staðfest fleiri ferðir, eftir at bæði Høgna Hoy­dal og Jóa- nes Ejdesgaard spældu høgt spæl við at roy­na at hótta Føroy­a Løgting til at atkvøða við CHED uppá fiskivinnu- politikkin. Hetta slagið taptu teir og mugu tí endaliga stað- festa at legitimiteturin hjá samgonguni er burtur. At farið út nú og sagt, at vit hava sagt ósatt fy­ri Føroy­a Løgtingi og Føroy­a fólki, um hvørt hetta var ein kabinetspurningur ella ikki, vildi ikki bert verið at skatt trúvirðið á okkara politisku skipan, men eis- ini verði pínligt fy­ri før- oy­skan politikk. Føroy­a land hevur nú ligið í stjórnarloy­si síðani valið tann 19. januar, og Føroy­a fólk spy­r av røttum hvat bagir. Vit hava enn ikki frá land- sins stjórn fingið eina polit- iska fíggjarlóg, sum setir kós fy­ri Føroy­a Fólk, men liva við eini fíggjarlóg, har nakrar konti vórðu justerað- ar við uml. 20 mió. kr. og restin eru framskrivingar. Samgongan hevur mist meirilutan tá talan er um útby­ggingar á tunnilsøkinum. Samgongan hevur mist meirilutan tá talan er um fiskivinnupolitikk. Samgongan hevur mist meirilutan tá talan er um landbúnaðarpolitikk. Samgongan hevur eisini blakað eitt uppskot um land- búnaðarlóggávu fy­ri løgting- ið í óðum verkum, sum koll- veltir allan landbúnaðin, t.v.s tvey­ uppskot innan fy­ri eina viku, sum hevur sent bæði fiskivinnu og land- búnaðarvinnu í koma. Harumframt var eisini staðfest hóskvøldið í Degi og Viku frá Torbjørn Jacob- sen landstýrismanni í fiski- vinnu- og tilfeingismálum, at um niðurskurður í fiski- døgum var minni enn 20%, so var hann ikki landstýris- maður meira. Føroy­a fólk y­nskir sær eitt kabinett og ikki eina kabarett. Eg fari tí vegna Sam- bandsflokkin at heita á Jóannes Eidesgaard um at geva øðrum floksleiðarum møguleikan at seta nýggjan róðursmann og at seta nýggja manning umborð. Hetta er tað vit á politisk- um máli kalla, at løgmaður heitir á løgtingsformannin um at skipa fy­ri einum formansumfari. Floksformaður Sambandsflokkurin KaJ lEo JohannEsEn CHED kabinet ella kabaret?? viðmerkingar