mánadagur 18. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 156 - 18. august 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin
danskur kongssonur, sum var trúlovaður franskari
prinsessu. Men hann fór frá henni og gav seg í kleystur
í Nürnberg, har hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070.
Góði elskaði Diamamba, miku
dagin 13. august, ein sólfagran
dag, vart tú ikki millum okkum
meira. Hevði tú sjálvur sloppið
at valt, vart tú við og hoyggjaði á
Trøðni – tað elskaði tú. Men vit
sleppa ikki sjálvi at velja og
henda fagra dag orkaði tú ikki
meira.
Andreas Christian Samuelsen
(Lítli) var sonur Mikkjal Samuel
sen úr Havn og Ingu, fødd Simon
sen, av Viðareiði. Navnið hevði
hann eftir abbanum Andreas í
Horni, eisini kallaður Bakarin í
Horni.
Minnini um teg eru óteljandi,
tú vart av flottastu monnum. Tað
var altíð stuttligt at vera saman
við tær, tí tú hevði altíð okkurt
áhugavert ella eina stuttliga søgu
at fortelja og eitt gott orð at bera.
Sum systkin vóru tú og mamma
serliga tætt knýtt og sum nærm
asti granni í mong ár komst tú
nærum dagliga inn á gólvið, og
vit høvdu nógvar og stuttligar løt
ur í krókinum í køkinum hjá
mammu og babba. Tú elskaði at
syngja, og dugdi so at siga alla
Songbók Føroya Fólks uttanat
og nógvar aðrar sangir. Ein sang
ur, sum tú mangan sang, var
Dýrd á vík og vág og serliga orð
ini: “Hann við líggja, hon við
síni rívu, hennar brá og bros –
hansar´ skemt og tos – ber bert
boð um tvey, ið líka lívið” – tú
mintist ommu og abba, foreldur
tíni, á bønum, og greiddi frá,
hvussu abbi mangan hevði sligið
alla Perskonufløtu, har tú vaks
upp, einsamallur við líggja, og
hvussu ongin maskina kundi sláa
so væl og javnt sum abbi.
Sum smágenta dámdi mær
framúr væl at vera saman við
tær. Eg minnist, tá vit komu heim
at ferðast hjá ommu og abba í
Havn. Vit sluppu í kjallaran at
fletta saman við tær. Tú lærdi
meg at røra blóði av seyðinum,
sum omma skuldi brúka til blóð
mør, síðani at tumma og skera
skinni av beinunum og alt hitt
arbeiði, sum skuldi til, inntil
krovini vóru klár at hanga upp.
Góða handalagið hevði tú bæði
frá ommu og abba. Eisini høvdu
vit nógvar góðar løtur í fjósinum
hjá abba, har tú lærdi meg at
sópa og mjólka, og øll børnini í
grannalagnum spældu í hoynum
eftir at hoyggið var borið inn.
Seinni lærdi tú meg eisini at
mála, tú vísti mær, hvussu eg
skuldi pussa, spartla og grunda
og at finna ta røttu málingina.
Øll árini eg var niðri og las og
arbeiddi, vart tú altíð góður at
heita á í samband við ymiskar
uppgávur, ið skuldu loysast, tú
kundi tosa og greiða frá í tímavís,
serliga tá roknskapir skuldi
greinast.
Fáur mundi eisini vera so
arbeiðssamur og hjálpsamur sum
tú. Tú vart ikki meira enn heim
komin frá arbeiðinum, so vart tú
farin í arbeiðsklæðini, har var
altíð okkurt at gera, og tað eru
fáir garðar í Havn, sum eru so
vakrir og væl røktir sum tykkara
var.
Sum ungur lærdi tú í Sjóvinnu
bankanum og vart bankamaður í
nøkur ár. Árið 196768 arbeiddi
tú í Handelsbankanum í Keyp
mannahavn. Hetta árið minnist
eg sera væl, tú fylgdist niður aft
ur til Danmarkar við “Krónprins
inum” við okkum, og vit høvdu
ein minniríkan túr í allarfagrasta
veðri, og tú tosaði mangan um
hendan túrin seinni. Tú komst at
ferðast hjá okkum í Horsens
bæði á jólum, á páskum og um
summarið. Eg minnist serliga
eina gávu tú hevði við tíl mín,
sum var ein gráur spensari og
appelsingul troyggja. Babba las,
so ráðini vóru ikki so góð beint
tá, so eg fegnaðist um henda
nýggja gráa spensaran og á næst
an hvørjari mynd frá hesum tíðar
skeiðnum, er tann grái spensarin
við. Umframt at vitja okkum,
skrivaði tú eisini nógv brøv til
okkara. Babba, sum var so sera
góður við teg alt lívið, eigur onkr
ar yrkingar, sum tú sendi honum,
sum tú hevði skrivað. Eitt vers úr
einari yrking var soleiðis: “Í teim
himmalsku høllum ei sorgin skal
tá, meir níva títt eyma bróst, har
Frelsarans ásjón tú síggja skalt
fá, har myrkur var fyrr, er nú
ljóst”. Lítið visti tú tá, hvussu
beinrakin tú vart við hesi yrking,
tá hugsað verður um, hvussu
sjúkan, tá bar móti enda hjá tær,
nívdi teg og hevði tært títt kæra
likam. Ein onnur yrking babba
fekk frá tær er endurgivin á
síðuni her.
Í 1971 giftust tú og Arnhild á
Bergi (Aja), og saman fingu tit
tvær døtur, Inga og Elisabeth. Tú
eigur eisini tríggjar abbasynir
Andrias, Jónas og Elias, sum tú
vart sera góður við og errin av og
hevði við tær allastaðni til bar.
Í 1972 bygdu tit húsini á trøðni
hjá abba. Vit vóru heima og ferð
aðust, og babba og tú smíðaðu
og løgdu centralvarman inn,
hetta minnist eg týðiliga, tí vit
sluppu at vera við og spæla og
leypa millum sperrurnar. Í 1975
var tað tín túrur at hjálpa okkum,
tá vit bygdu, beint við síðuna av,
og vit høvdu tann framíhjárætt at
hava teg sum granna í nógv ár. Í
grannalagnum áttu tú nógvar
góðar vinir, sum altíð spurdu
eftir tær, nú tú vart vorðin sjúkur.
Ein teirra segði tað so vakurt:
“Andreas er ikki ein sum man
gloymir”.
Eitt tíðarskeið búðu tit niðri
frá 19821992. Tú fórt niður at
lesa HD og arbeiddi í fleiri ár hjá
Fiskasøluni í Hirtshals. Stór var
gleðin tá tit fluttu heimaftur, og
tú aftur varð granni hjá okkum.
Tú fórt aftur í starvið hjá tær á
grannskoðaravirkinum hjá Jógv
ani Sundstein, seinni Impact, har
tú arbeiddi líka inntil sjúkan forð
aði tær. Tú vart dugnaligur sum
fáur, og millum starvsfelagarnar
vart tú sera væl lýddur.
Tolin vart tú sum fáir menn, og
hetta merktu vit øll, serliga hesar
síðstu mánaðarnar tá sjúkan av
álvara gjørdu um seg. Tá vit vitj
aðu teg og skuldu fara avstað aft
ur, segði tú altíð við meg, so
leingi tú orkaði: “Jesus verið hjá
tær”.
Góði elskaði Diamamba, systk
in míni Gudmundur, Høgni,
Guðrun og eg vilja takka tær fyri
alla ta gleði, kærleika og góðsku
tú vísti okkum gjøgnum alt lívið.
Á grøvini hjá ommu og abba
stendur skrivað: “Takk fyri kær
leika, strev og stríð, Harrin varð
veitir til æviga tíð” hesi orðini
vilja vit fegin ogna tær.
Góðu Aja, Elisabeth, Inga,
Heri, Andrias, Jónas og Elias, tit
hava mist ein mann, pápa, ver
pápa og abba, ið var sum fáur, og
eg vóni, at tit í hesi sváru tíð,
sum kemur, kunnu finna troyst
og vón í lyftunum um at: “Sum
dagur tín er, skal styrki tín
vera”.
Við hesum fáu orðum og í
vónini um at síggja teg aftur, vil
eg lýsa frið yvir minni um elsk
aða mammubeiggja mín Andreas
Christian Samuelsen.
Systirdóttir tín
Brynhild Setberg
Takk Harri Jesus tú náddi
meg syndara fallnan í neyð,
takk at tú, sum øllum ráddi,
mær frelsu og náði beyð.
Takk fyri tær hendur sum bløddu
á Golgata træi hin dag,
takk fyri tær sálirnar møddu,
fingu frið við at líta á tað.
Takk fyri tað orðið vit eiga
um títt vælsignaða navn,
at sálir á havinum breiða
til tín kunna leita í havn.
Mær leingist nú teg at skoða
í heimlandi mínum har,
í tí gylta morgunroða,
tá eg verði heima hjá tær.
Andreas C. Samuelsen,
nov. 1967
Minningarorð um Andreas Christian Samuelsen
Ein stjørna er slóknað
Jóanes Mikkelsen í Syðrugøtu, vanliga nevndur Jóa, andaðist á Rík
issjúkrahúsinum 15. august, 56 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir