mánadagur 18. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 18. august 2008
15
nøvn
Tann 30. juni í ár fylti pápi,
Óli Carl Simonsen, fyrrver
andi lærari í Saltangará,
sjeyti ár. Dagurin varð hild
in í summarhúsi á vestur
strondini í Jútlandi, har vit
systkini, makar okkara og
børn okkara, vóru hjástødd.
Pápi hevði bjóðað okkum
øllum til Danmarkar at
halda føðingardag sín á
henda hátt. Fyri okkum øll
var hetta ein ómetaliga stór
uppliving, og tað var tað
uttan iva eisini fyri teg sjálv
an, pápi. Og tað takka vit
tær av øllum hjarta fyri.
Pápi, vit minnast teg sum
ein pápa, ið altíð hevur havt
greiðar meiningar um ting
ini. Tú hevur eisini lagt í
okkum, at umráðandi er at
taka avgerðir í lívinum, ella
sum tú onkuntíð hevur sagt:
»lívið er at velja«. Í barna
árunum kundu vit uppfata
teg sum nokkso avgjørdan
til tíðir, men við árunum
gjørdist tú »lagaligari«. Tú
ynskti at læra okkum, at
lívið krevur nakað av okk
um øllum, og ein noyðist at
gera mun, har ein er. Í dag
eru vit tær takksom fyri, at
tú lærdi okkum, at neyðugt
er at arbeiða fyri at kunna
fáa. Einki kemur av sær
sjálvum.
Abbabørnini eru vorðin 9
í tali, og teimum dáma væl
at koma inn í Heiðarnar at
vitja abba sín. Har er gott
pláss og góðar umstøður at
spæla, og har eru kríatúr.
Tey gleðast ikki minst, tá tú
lesur teimum søgu ella syng
ur fyri teimum. Sum fyrr
verandi lærari kennir tú
nógvar føroyskar sangir og
søgur, og kemur tað til
skúlating við teimum eldru
abbabørnunum, so er nógv
at oysa av. Tað hevur ómeta
liga stórt virði.
Pápi! Nú ert tú ikki nakar
ársungi longur, men tað
unga fríska sinnið er ikki
farið nakran veg, tíbetur.
Tú ert sera virkin, ert enn
formaður
í
Eysturoyar
Gongufelag, sum tú hevur
verið í fleiri ár, og har ert tú
sera væl umtóktur. Tú hevur
framvegis seyð, hóast tú ert
í ferð við at minka um hetta
virksemið. Tú ert altíð úti
um teg at skaffa mat til hús
ið – ikki bert títt egna hús,
men eisini húsini hjá okkum
børnunum. Tú hevur altíð
verið innløgumaður, fór á
hvørjum ári á Norðhavið, tá
nógvur fiskur var at fáa tíð
liga á vári, tú fórt á hvørjum
ári eftir nátaungum, og tú
fórt í grind, hvørja ferð tað
lá fyri. Tú hevði gæs og
syrgdi fyri, at vit øll fingu
vælsmakkandi jólagás á
hvørjum ári, og hesi fram
íhjárættindi læt tú eisini tíni
systkin fáa gleði av, til tú
fyri fáum árum síðani gavst
at hava gæs. Eplir hevur tær
altíð dámað væl at velta, og
eisini hesum fáa vit børnini
og tíni nærmastu gleði av,
tá tú so javnan kemur við
einum stórum posa av epl
um. Sjálvandi hevur smá
bóndavirksemið títt eisini
sett síni krøv til okkum, tá
vit vóru børn í húsinum, og
tað er eingin loyna, at man
onkuntíð royndi at sleppa
sær undan at hoyggja, velta
eplir og sovorðið. Sum barn
helt man tað vera nógv stutt
ligari at spæla og gera for
treð. Men alt í alt var nógv
ur lærdómur í hesum, og
sum vaksin mugu vit bara
sanna, at ein gerst ikki
fátækari av at vera vaksin
upp við kríatúrum og heim
ligum arbeiði.
Sjarman hjá tær hevur
ongantíð bilað nakað. Tú
ert opin og hevur altíð havt
sera lætt við at koma í
samband við fólk. Tú dugir
sum fáur at finna okkurt
áhugavert at tosa um og at
halda talu í eini forsamling
og fáa fólk at flenna, stend
ur ikki á. Tú ert væl
umtóktur, har tú ert, og
hevur verið stigtakari til
mangt og hvat í tínum lívi.
Millum annað vart tú for
maður í NSÍ í yngri árum,
og tú hevði eisini ein fingur
við í spælinum, tá fimleikar
felagið Støkk varð sett á
stovn. Sjálvur vart tú neyv
an nakar ítróttarmaður, men
tú hevur altíð ynskt, at tað
skal henda nakað rundan
um teg, og tað kunnu fleiri
fegnast um.
Tú hevur nú rundað tey
sjeyti og ert farin inn í
lívsins heyst, kann ein siga.
Tú hevur altíð havt góða
heilsu og ert væl fyri krops
liga. Mangir av tínum for
fedrum eru komnir væl til
aldurs, áðrenn teir hava lagt
árarnar inn: abbi tín á Sela
trað (Óli í Miðtúni) gjørdist
94, omma tín á Høgabóli
(Jóhanna) 97, men abbi tín
á Høgabóli (Símun) gjørdist
bert 69, og omma tín á Sela
trað
(Magdalena)
68.
Mamma
tín
(Karolina)
gjørdist 97, og pápi tín
(Johan Esbern) 88. Av
systkjum í bæði móðir og
faðirætt tína er stórur partur
komin til høgan aldur, og
hetta fær okkum at vóna, at
tú fært eitt langt og gott
heyst í tínum lívi. Tú ert
lívsnjótari, so vit bera ikki
ótta fyri, at tú fert at sita og
keða teg.
Vit vilja við hesum eyð
mjúku orðum enn einaferð
ynskja tær hjartaliga til
lukku við føðingardegnum,
sum var tann 30. juni.
Lena, Hilmar, Ester, og
Tóra
Óli Simonsen 70 ár
- ein seinkað føðingardagsheilsan -
”Havet uden for mit vindue”
er heitið á eini framsýning
hjá donsku listakvinnuni
Hjørdis Mose Bayn, sum
verður í Smiðjuni í Lítluvík
í døgunum 22. til 27. august
2008.
Hjørdis Mose Bayn er
útbúgvin sum myndlista
kvinna í Keypmannahavn,
umframt at hon hevur
fingið sær víðari útbúgving
í Fraklandi og á universitet
inum í Wien.
Hjørdis er gift ferðaverk
frøðinginum Jørgen Bayn,
og saman hava tey ferðast
nógvastaðni kring um í
heiminum, har hon hevur
fingið íblástur til fleiri av
sínum málningum. Hjúnini
búgva í Humlebæk, har tey
hava sítt egna atelier.
Umframt málningarnar á
sjálvari framsýningini hev
ur Hjørdis yvir 80 ymiskar
príslistamyndir
at
velja
ímillum. Meira fæst at vita
á heimasíðuni: www.bayn.
dk
Framsýningin
verður
opin allar dagarnar frá kl.
10.30 til 20.00.
Hjørdis Mose
Bayn í Smiðjuni
Myndevnini hjá listakvinnuni eru fyri tað mesta havið
Hjørdis Mose Bayn
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæri pápi, verpápi, abbi og
langabbi okkara
Poul Andreas Poulsen
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Vit takka fyri blómur og kransar, eins og vit
takka øllum tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Ein tøkk til Henning Bøgesvang, sum gjørdi
jarðarferðina
so fjálga og hugnaliga. Eisini ein tøkk til
kirkjutænararnar á Skála,
og øllum tykkum, sum hjálptu so væl til við
ervinum.
Ein serlig tøkk til heimasjúkrarsystrarnar og
heimahjálpirnar, sum so trúliga pleygaðu
og hjálptu honum tey seinastu árini, og til
systursynirnar, Jóhannus og Evald, sum dagliga
stukku inn á gólvið hjá honum, og gingu
honum til handa. Eisini ein tøkk til tykkum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum vóru so góð við hann
seinastu sváru tíðina.
Tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Lis, Bergur og Haydii