mánadagur 18. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 156 - 18. august 2008
Stutt Sagt
Loyniligt
hátíðarhald
Tá Afghanistan fer at
hátíðarhalda sín tjóðardag
næstu ferð, verður tað
almenna hátíðarhaldið á
einum loyniligum staði.
Tað hava myndugleikarnir
avgjørt, skrivar AP.
Eygleiðarar ivast ikki í,
at tað er óttin fyri álopi frá
Taliban, sum hevur fingið
stjórnina at dylja, hvar
landsins
leiðarar
verða
tjóðardagin. Eygleiðararnir
vísa á, at undir einari
hernaðarsýning
í
apríl
royndi Taliban at beina fyri
Hamid
Karzai,
forseta,
sjálvt um trygdartiltøkini
vóru sera umfatandi.
Afghonsku
myndug
leikarnir vilja ikki viður
kenna, at tað er av ótta
fyri álopum frá Taliban, at
tað almenna hátíðarhaldið
verður á einum loyniligum
staði. Talsmaðurin hjá
verjumálaráðnum í Kabul
sigur við tíðindastovurnar,
at haldið verður loyniligt
fyri ikki at órógva ferðsl
una í høvuðsstaðnum.
Tey seinastu árini hevur
tað almenna hátíðarhaldið
á tjóðardegnum verið á
einum ítróttarvølli nær
hendis forsetaborgini í
Kabul. Umframt landsins
politisku og hernaðarligu
leiðarar hava útlendsk
umboð verið hjástødd á
hátíðarhaldinum.
Ísrael letur
fangar leysar
Ísraelska stjórnin samtykti
í gjár at lata 200 palestin
skar fangar sleppa leysar
úr ísraelskum fongslum.
Millum fangarnar, sum
sleppa leysir, eru tveir
menn, sum vórðu tiknir
og settir í fongsul fyri 30
árum síðani fyri at hava
søkt at málum í Ísrael.
Talsmaðurin hjá Ehud
Olmert, forsætisráðharra,
sigur við ísraelsku fjøl
miðlarnar, at stjórnin hevur
gjørt av at lata fangarnar
leysar fyri at vísa vælvild
yvir fyri palestinska for
setanum Mahmoud Abbas.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Ger pakistanska stjórnin ikki álvara av bardaganum ímóti
yvirgangi, eru øll føgur orð um samstarv okkara til fánýtis
indiski forsætisráðharrin
útlond
Kanadiska stjórnin
hevur lýst ta sonevndu
Útnyrðingsleiðina
sum opna farleið
Avgerðin hjá kanadisku
stjórnini merkir ikki, at
eingin ísur er á leiðini, men
at tað ber til at sleppa
vesturum
við
at
sigla
ímillum
ísfjøllini.
Men
avgerðin er eisini eitt tekin
um, hvussu nógv og hvussu
skjótt viðurskiftini norðan
fyri kanadisku strendurnar
broytast, skrivar AP.
Nakað av ísi er framvegis
í tí eystara partinum av
farleiðini, men har vesturi
er so lítil ísur eftir, at
sambært
kanadisku
myndugleikunum
verður
leiðin ísfrí innan ein mánað
ella
so.
Kortini
ávara
myndugleikarnir um, at ísur
kann brotna burtur av
kantinum og reka útfrá, og
tí skulu skip vísa størsta
varsemi.
Áhugin fyri at brúka
Útnyrðingsleiðina er stórur,
og tað eru bæði handilsskip,
ferðamannaskip
og
stuttleikaskip, sum vilja
sleppa at royna leiðina. Teir
kanadisku sjóferðslumyndu
gleikarnir siga, at í løtuni
sigla umleið 50 skip í tí tí
kanadiska partinum av tí
arktiska økinum, og at tey
flestu eru handilsskip.
Farleiðin norðan fyri Amerika opin
Tann 72 ára gamla egyptiska
kvinnan Ghazala Khamis hevur
fingið sjeyburar. Hon fekk fýra
dreingir og tvær gentur. Børnini
vórðu tikin við keisaraskurði ein
mánað fyri ta ásettu tíðina og
hava verið í kuvøsu síðina.
Frammanundan eiga Ghazala
Khamis og maðurin tríggjar
døtur. Tað er ikki á hvørjum degi,
at sjeyburar koma í heimin, og í
Egyptalandi hevur hendingin
eisinin vakt ans. Eitt nú hevur
stjórnin lovað mammuni mjólk
og blæður til tey fimm børnini
tey bæði næstu árini.
Sjeyburar í Egyptalandi
Túsundtals ameri
kanarar eru flýddir
undan tropisku ódn
ini Frey, sum ætlandi
ber við land við land
í kvøld
Frey hevur kravt minst trý
mannalív,
síðani
ódnin
byrjaði sum ein tropiskur
stormur
við
vindi
og
gloprarregni
í
Domini
kanska Lýðveldinumn sein
asta fríggjadag. Í dag hevur
Frey herjað Kuba, men teir
amerikonsku veðurmenn
inir hava ávarað um, at Frey
fer at menna seg í dag og
verður til eina tropiska ódn,
áðrenn hon ber við land í
USA í kvøld.
Sambært
Nationale
Hurricane
Center,
sum
heldur til í Miami, kemur
Frey inn yvir land eystarlaga
við Meksikanska Flógvan
og í Florida. Tað hevur
fingið myndugleikarnar í
Florida at biðja fólk í Key
West, sum er ytst í Florida,
leita sær skjól inni á landi,
og í gjár vóru túsundtals
bilar á veg haðani.
Borgarstjórin í Key West,
Morgan McPherson, sigur
við CNN, at minst 25.000
fólk eru rýmd undan tí
faboðaða ódnarveðrinum.
Tað eru ikki bara fast
búgvandi, sum flýggja. Key
West er væl umtókt frítíðar
stað, og nógv ferðafólk
hava eisini valt at taka til
rýmingar, sigur CNN.
Veðurstovnurin í Florida
sigur seg vænta gloprarregn
við vatnflóð, og tað er eisini
vandi fyri meldurhvirlum.
Kanada hevur lýst Útnyrðingsleiðina sum sum opna sjóleið
Mynd: KNR
Tey flýggja undan Frey
Minst 25.000 fólk eru flýdd úr Key West undan Frey
Mynd: Polfoto
Hamid
Karzai
var fyri
drápsroynd
í apríl
Mynd: Polfoto
Ehud Olmert er ísraelskur
forsætisráðharri
Mynd: Polfoto