mánadagur 18. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 156 - 18. august 2008 ]
Todi stig í Hvidovre
Í gjár kom FC Amager á stigatalvuna í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini. FC Amager vitjaði í Hvidovre, og úrslitið var 1-1.
Hóast FC Amager fyri einari viku síðani vann 4-2, so er stigið í
gjár tað fyrsta á talvuni hjá Toda Jónsson og hansara liði. DBU
gjørdi í vikuni av at geva Lyngby øll stigini fyri dystin síðsta
sunnudag. Orsøkin var tann, at FC Amager hevði nýtt spælara,
sum var leikbannaður. Fyrrverandi VB-spælarin Adrias Cieslewisz
spældi allan dystin á liðnum hjá Hvidovre.
AB aftur trý stig
Tað gongur sum eftir ánni hjá AB í næstbestu donsku deildini,
har Christian Høgni Jacobsen er ein av spælarunum.
Í gjár hevði AB í Gladsaxe vitjan av Lolland-Falster Alliancen,
og úrslitið var 1-0 heimasigur. LFA var leingi undirmannað, tí
teir longu í 1. hálvleiki mistu ein mann. Fýra minuttir fyri leiklok
eydnaðist tað AB at skjóta sigursmálið. Málskjútti var Poul
Hübertz.
EB/Streymur hevur
bert vunnið seks av
seinastu 18 møguligu
stigunum. Men gullið
er nógv nærri nú,
enn tað var fyri seks
umførum síðani
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seks teir seinastu dystirnar
hevur verið kreppulíknandi
støða í EB/Streymi. Síðani
felagsliðið trekti Manchester
City
í
lutakastinum
til
UEFA-Cup kappingina, hev-
ur liðið bert vunnið tveir
dystir – móti NSÍ og Skála.
Hinir fýra – móti Víkingi,
ÍF, B36 og HB – eru allir
taptir. Verður støðan fyri
seks seinastu umførini gjørd
upp, er EB/Streymur vána-
ligasta liðið í Formula-
deildini hesar dystirnar!
Men hóast hetta, so er
gullið nú nærri Margáum,
enn tað nakran tíð áður
hevur verið!
Kollektivur
niðurtúrur
Felags fyri liðini, sum hava
roynt at elt EB/Streym er
nevnliga, at tey í nærum
eins stóran mun hava verið
rakt av formkreppu.
HB var eftir 12. umfar á
øðrum plássi í kappingini –
10 stig aftan fyri EB/Streym.
Men HB hevur bara vunnið
eitt stig meira enn EB/
Streymur hesi umførini.
B36 var tá nummar trý –
11 stig aftan fyri EB/Streym.
Men við hálvari úrtøku sein-
astu seks umførini hevur árs-
talsfelagið í lítlan mun gjørt
sær dælt, hóast teir nú eru á
øðrum plássi.
Og NSÍ, sum tá var ájavnt
B36, hevur eins og HB bert
vunnið sjey stig hesar dyst-
irnar, og tí eru teir bara eitt
stig nærri oddinum nú, enn
teir vóru tá.
Og samstundis fækkast sti-
gini, sum eru eftir at spæla
nú. Tað roknistykki sigur
nú, at EB/Streymur hevur
eitt glopp upp á átta stig nið-
ur til næstu kappingarneytar-
nar. Og nú eru altso bara 27
stig eftir at spæla um. Og so
kann leggjast afturat, at til
18 av hesum stigum hevur
EB/Streymur fyrimun av
heimavølli.
Sterkir Víkingar
Stóru vinnararnir hesi sein-
astu seks umførini eru Vík-
ingur og B71. Víkingur hev-
ur als ikki tapt seinastu seks
umførini, og teir eru nú av
álvara á heiðursmerkjakós,
eftir at teir annars tóktust
vera endaðir í ongamanna-
landi, tá kappingin var hálv-
runnin.
Um sama mundið varð
sagt, at tað var við at vera
seinasta útkall hjá B71, sum
var mest sum avbyrgt í botn-
inum. Enn er B71 at finna
undir strikuni, men avrikini
hava verið framúr hesar dyst-
irnar. Sigrar móti KÍ, Skála,
B68 og ÍF hava saman við
javnleikinum á útivølli móti
Víkingi lyft B71 heilt nær
bjargingini.
Metgóðir
niðurflytarar
Yvir høvur er tað so, at tað
sum vendir niður vendir
upp á formkurvuni, sum vit
hava sett upp her á síðuni.
KÍ er dumpað heilt nær nið-
urflytingarvandanum, með-
an B68 hevur smoygt sær
øvutan veg.
Sloppið er tað tó langt ífrá
hjá toftamonnum. Enn eru
27 stig eftir at spæla um, og
soleiðis sum úrtøkan hevur
verið í hundaslagsmálinum,
sum er millum fimm tey nið-
astu liðini, er als ikki óhugs-
andi, at annar av niðurflytar-
unum hevur onkra staðni
millum 25 og 28 stig!
Og hetta seinasta er mest
sum óhoyrt. Í 2005 – sum var
fyrsta kappingarárið við 27
umførum - var GÍ næst aftast
við 23 stigum, meðan TB
hevði 22 stig á aftasta pláss-
inum. Tað ferðina bjargaði
GÍ sær stig í seinastu sekund-
unum av dystinum móti
Skála, og vunnu gøtumenninir
sær tí rætt til at spæla um
upp- og niðurflyting.
Í 2006 høvdu B68 og ÍF
ávíkavist 18 og 16 stig, með-
an niðurflytararnir í fjør –
AB og VB/Sumba – høvdu
ávíkavist 17 og 11 stig.
Kollektivt fall í
oddinum
Víkingur, sum aftur vann
sunnudagin, hevur veruliga
gjørt sær dælt av kollektiva
niðurtúrinum í oddinum. Og
í løtuni eru víkingarnir helst
besta boðið um ein avbjóðara
til EB/Streym
Mynd: Álvur Haraldsen
Støðan eftir 12. umfar
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
málmunur
stig
1 EB/S
12
10
-
2
-
0
29
11
18
32
2 HB
12
6
-
4
-
2
24
10
14
22
3 B36
12
5
-
6
-
1
15
6
9
21
4 NSÍ
12
6
-
3
-
3
18
13
5
21
5 Víkingur
12
4
-
3
-
5
18
15
3
15
6 KÍ
12
3
-
5
-
4
16
20
-4
14
7 B68
12
4
-
2
-
6
9
17
-8
14
8 ÍF
12
3
-
2
-
7
15
25
-10
11
9 Skála
12
1
-
5
-
6
8
20
-12
8
10 B71
12
1
-
2
-
9
11
26
-15
5
Seinastu 6 umførini
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
málmunur
stig
1 Víkingur
6
4
-
2
-
0
12
6
6
14
2 B71
6
4
-
1
-
1
10
4
6
13
3 ÍF
6
3
-
0
-
3
8
8
0
9
4 B36
6
3
-
0
-
3
6
7
-1
9
5 B68
6
3
-
0
-
3
5
11
-6
9
6 HB
6
2
-
1
-
3
8
5
3
7
7 Skála
6
2
-
1
-
3
7
9
-2
7
8 NSÍ
6
2
-
1
-
3
8
11
-3
7
9 KÍ
6
2
-
0
-
4
7
8
-1
6
10 EB/S
6
2
-
0
-
4
6
8
-2
6