Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 156 - 18. august 2008 ] Bjørk setti nýtt met Bjørk Herup Olsen hevur um vikuskiftið luttikið í norðurlendskum landsdysti í Bergen. Kappingin, ið kallast Nordic Match U20, er kapping í frælsum ítrótti fyri ung. Bjørk umboðaði danska juniorlandsliðið, og var úttikin at renna 3.000m teinin. Her kom Bjørk á mál við tíðini 10.19,63 minuttum, ið er nýtt føroyskt met. Gamla metið, ið var 10.24,28, átti Bjørk sjálv. Næsta stóra avbjóðing hjá Bjørk verður, tá hon skal luttaka í DM fyri ung 13. og 14. september. Katrin Olsen og Julianne Elander Rasmussen rukku ikki sjálvari OL-fin- aluni. Sunnudagin fingu tær tó nakað av uppreisn, tá tær vunnu B-finaluna Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann illa sigast annað, enn at lutakastið ikki var við Katrini og Julianne, tá hálvfinalurnar í teirra báta­ flokki vórðu settar saman. Fríggjamorgunin eydnað­ is teimum nevnliga ikki at rógva seg í OL­finaluna, sum hevur verið málið sein­ astu árini hjá teimum báð­ um kvinnunum. Holland, Finnland og Týskland vóru tá framman fyri hálvgum føroyska bátin, og tey trý londini settu seg á trý av fýra fremstu plássunum í finaluni sunnudagin. Starturin kostaði Fyri at verða partur av a­fin­ aluni var neyðugt hjá Katrini og Julianu í minsta lagið at greiða triðja plássið í hálvfinaluni. Tað megnaðu tær ikki. Alexandre I, sum báturin hjá teimum báðum eitur, endaði á fjórða plássi. Stóri trupulleikin hjá teimum báðu væl trimmaðu rógvarunum hevur verið, at startspurturin ikki hevur verið nóg góður. Soleiðis var tað eisini fríggjamorg­ unin. Skjótt eftir startskotið var danski báturin aftastur av teimum seks luttakarun­ um. Tá ið 2000 metra teinur­ in var hálvrógvin, fóru tær báðar at ota seg fram, men tá var takið ov stórt, og tær endaðu á fjórða plássi. Og so var eisini greitt, at føroyski luttakarin í OL kappróðrinum ikki longur hevði møguleika at vinna heiðursmerki. Vunnu lítlu finaluna Hóast seinastu 20 metrarnir mest sum vóru spákaðir heim, so var tað eingin, ið kom í nær námind Usain Bolt í mest umrøddu kappingar- greinini á OL OL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 100­meturin hjá monnum. Hóast talan er um ríkiliga stórar mongdir av spennandi OL­finalum, so kemur eingin teirra í nær námind renning­ ini á stytsta teininum. Leygarmorgunin skuldi slagið so standa, og hesa ferð vóru øll eygu vend móti Usa­ in Bolt og Asafa Powell. Ætl­ andi skuldi tvídysturin verða ein trídystur, men Tyson Gay heilkiksaði í hálvfinaluni, og tí var hann ikki við. Og í finaluni var tað so Asafa Powell, sum kiksaði. Hann brúkti “heili” 9,95 sek­ und um teinin, og tað rakk bert til eitt fimta pláss. Men tað er nú ivasamt, um tað hevði broytt nakað, um Powell rann sítt besta. Tí Bolt var í serflokki. Sjónvarpsmyndirnar mintu ikki sørt um ta ferðina, tá ein dopaður Ben Johnsson fegnaðist um sigurin í ’88, langt áðrenn hann var kom­ in um málstrikuna. Seinastu 20 metrarnar kundi Bolt hyggja til bæði høgru og vinstru. Strekkja armarnar til síðuna og buka seg sjálv­ an á bringuna, áðrenn hann sum skjótasti maðurin nakran tíð fór um málið. Gamla heimsmetið var 9,72, og tað átti Bolt sjálvur. Til amerikonsku OL­úttøk­ una rann Gay teinin í 9,69, men ta ferðina fekk hann hjálp frá einum ov hørðum undanvindi, og tí varð talan ikki um skrásett met. Men nú er Bolt altso fyrsti maðurin, sum hevur runnið teinin undir teimum 9,70 sekundunum. Heimsins skjótasti A-finalan 1 Holland 6.54,74 2 Finnland 6.56,03 3 Kanada 6.56,68 4 Týskland 6.56,72 5 Kina 7.01,90 6 Grikkaland 7.04,61 B-finalan 1 Danmark 7.06,94 2 Australia 7.07,17 3 Japan 7.08,49 4 USA 7.09,02 5 Bretland 7.11,24 6 Kuba 7.20,07 FAKTA New World Record. Teksturin á skeltinum sigur tað mesta, og sjálv­ andi var Usain Bolt ovurfegin um sigurin á siðvanda 100­metra teininum Mynd: Polfoto Katrin Olsen og Julianne Elander megnaðu ikki at rógva seg í OL­finaluna. Tær mistu ov nógv í startinum, og hóast vanliga góða endaspurtin, so rakk tað ikki til at vinna tað mista hesaferð Mynd: Polfoto