mánadagur 18. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 156 - 18. august 2008 ]
Jóhan fer av landinum
Dysturin á Svangaskarði millum B68 og B36 var tann
seinasti í hesum umfarinum hjá Jóhan V. Gunnarsson. Í
fjør fekk spælarin sítt veruliga gjøgnumbrot á Formula-
liðnum hjá B36, og tó at hann var í Danmark part av
árinum í ár, so kom hann beint inn á liðið, tá
flytingarvindeygað aftur lat upp. Nú gongur leiðin tó
aftur til Danmarkar og universitetslesna, og tá ber illa til
at røkja Formula-skyldur fyri føroyskt felag.
OL-gull til Nadal
Tað var eingin ivi, tá spanski Rafael Nadal sunnudagin
spældi OL-finalu móti chilenska Fernando Gonzalez.
Gonzalez royndi at stríðast móti yvirvaldinum, men hann
í botn og grund ongan møguleika móti hartsláandi
spaniólanum. Settúrslitini gjørdust 6-3, 7-6, 6-3, og við
sigrinum vann Nadal seg eisini upp á ovastu rók á
heimsstyrkislistanum. Her hevur Roger Federer annars
verið ovastur størsta partin av árinum, men hann kiksaði
tíðliga í OL-kappingini.
David Jones var í ár
einasta útlendska
ískoytið á venjara
beinkinum. Nú
Albert Ellefsen hev
ur sett seg í sessin,
er talan bert um
føroyskar venjarar í
Formuladeildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur verið púrasta
vanligt hjá føroysku feløg-
unum tey nógvu seinastu
árini, at tey av og á hava
havt útlendskar venjarar.
Men soleiðis hevur ikki
verið í ár. Tá farið varð und-
ir fyrireikingarnar til ársins
útgávu
av
Formula-
deildini, var brasilski Dida
einasti útlendingurin. Papp-
írini hjá honum vóru tó
ikki heilt í lagi, og tí varð
Anton Skoradal førkaður
fram til høvuðsvenjara-
sessin.
Í Fuglafirði gekk karu-
sellin hinvegin. Jón Sim-
onsen skuldi upprunaliga
røkja tann sessin, men av
privatum orsøkum mátti
hann melda pass, longu
áðrenn kappingin byrjaði.
Abraham Løkin tók um
endan í fyrireikingunum
til kappingina, og tá
David Jones so loksins
vendi aftur til Fuglafjarðar,
var fagnaðurin stórur.
Tað var hann eisini
fyrstu umførini, har ÍF tók
øll á bóli, men síðani
hevur gingið meira strilt-
ið. Tað hevur ljóðað, at ein
ávís ónøgd hevur verið við
venjaran, og í farnu viku
bórust so boðini um, at
venjarin var sendir til hús.
Aðrar
viðmerkingar
enn tað sama hevur leiðsl-
an í ÍF ikki vilja gjørt til
málið. Okkum hevur held-
ur ikki eydnast at fáa orð
á David Jones, men við
Vikublaðið sigur bretin,
at hann heldur talan vera
um løgna avgerð. Og
hann sigur, at talan ikki er
um, at partarnir samdust
um at slíta samstarvið,
soleiðis sum leiðslan í ÍF
annars hevur sagt.
Nú eru allir
føroyingar
David Jones var í ár einasti útlendski venjarin í Formula-
deildini. Hann er nú uppsagdur, og tí er talan um óvanliga
støðu, har allir venjarar í fremstu føroysku røðini hava
føroyskt pass
Enn einaferð nærk
aðist B71 bjargingini.
Hesa ferð vendu teir
hóttandi tapi til sig
ur, og nú eru KÍ og
ÍF bert tvey stig frá
hálvgum flúgvandi
sandoyingunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Clayton
Soares
hevur
kanska ikki verið eins
vandamikil fyri mótstøðu-
liðini hjá B71 í ár, sum
hann annars hevur verið.
Langlimaði brasiliumað-
urin er framvegis ein tann
mest týðandi spælarin á
liðnum hjá B71, men undan
sunnudegnum hevði hann
altso bert skotið tvey mál í
ársins útgávu av Formula-
deildini.
Seinasta
korterið
av
dystin móti ÍF sunnudagin
sendi Clayton tó tvær ferðir
bóltin í meskarnar, og so
var lagið gott á Sandi, har
B71 nú bert hevur tvey stig
upp til bjarging.
Dýrt reytt kort
Leingi var annars líkt til, at
ÍF hevði gjørt nóg mikið til
at fáa í øllum førum eitt –
og kanska eisini trý – stig
við sær til hús.
Talan var fyri tað nógva
um ein sera tættan dyst, men
fyrstu trý korterini vóru
gestirnir oman á leikliga.
Og teir áttu eisini onkran
stóran møguleika, sum væl
kundi kastað mál av sær.
Mál fingu teir tó eftir
steðgin, tá Andy Olsen
kundi gera sær dælt av, at
B71 nú royndi at ota seg
longur fram eftir vøllinum,
og so stóð heilt nógv á hjá
B71.
Tað eydnaðist tó vertun-
um at koma aftur í dystin,
tá Gudmund S. Nielsen
varð feldur. Sandoyingar
var púrasta leysur, og tí
gjørdist talan um reytt kort,
tá Andras Gango tók beinini
undan manninum.
Brotssparkið setti Clayton
Soares í netið, og tað var so
eisini hann, ið setti sigurs-
málið inn. Hesa ferð var tó
talan um stórt mistak frá
Eyðuni Ryggshamar, sum
varð settur at verja ÍF-málið
seinastu løtuna. Frísparks-
innlegg varð skotið innfyri,
og onkursvegna fekk bólt-
urin loyvi at ferðast allan
vegin í netið.
Øktur spenningur
Og so er annars lagt upp til
øktan spenning í botninum
av Formula-deildini. Fleiri
ferðir hava sandoyingarnir
havt knívin á barkanum
seinastu mánaðirnar, men
aftur hesa ferð prógvaði
liðið, at teir vilja ikki sleppa
takinum í liðunum, sum eru
at finna beint oman fyri
strikuna.
Eitt av hesum liðum er ÍF,
sum hinvegin tykist kiksa,
hvørja ferð teir hava møgu-
leikan til veruliga at skræða
seg leysar av botninum. Tað
var søgan, tá teir taptu móti
B68 seinast, og tað var so
aftur søgan hesaferð.
Og hóast 20 stig vanliga
eru nóg mikið at bjarga sær
tilveruna í deildini, so
munnu fuglfirðingar als
ikki kenna seg tryggar við
hesum. B71 hevur nevnliga
18, og av teimum eru tey 13
vunnin í seinastu seks dyst-
unum, og tí er væl ikki ann-
að enn væntandi, at meira
enn tvey av slagnum koma
til høldar næstu níggju
dystirnar.
B71-ÍF 2-1 (0-0):
Stinnir sandoyingar
ÍF
B71
Sandoyingarnir vóru leingi
sera hart kroystir, men við
tveimum málum seinasta
korterið syrgdi Clayton Soares
fyri, at trý serstakliga týðandi
stig kundu setast á kontina
savnsmynd