mánadagur 18. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 156 - 18. august 2008 ]
Kykmyndir og myndir
Ein av myndamonnunum til dystin í Klaksvík var Jóannes
N. Poulsen. Hann tók eina drúgva myndarøð í løtuni, tá
avgerandi brotssparkið varð dømt. Á portalinum ber til at
síggja hesa myndarøðina, og so kann lesarin sjálvur gera
sína meting, um hetta var brotsspark ella ikki. Og
sjálvandi ber eisini til at síggja kykmyndirnar frá
dystinum eins og samrøður við spælarar.
Gull til Eskild
Danir hava síðstu stóru vikuna longst eftir at vinna fyrstu
gullmerkini í OL. Og í gjáramorgunin eydnaðist tað.
Føroya vinurin Eskild Ebbesen og bátsfelagar hansara
vunnu finaluna í lættvekt fyri fýra rógvarar. Millum teir
fýra, sum mannaðu bátin, var Eskild Ebbesen, sum áður
hevur luttikið í føroyskum kappróðri. Hetta var triðja OL
gullmerkið, sum Eskild hevur vunnið. Eina ferð hevur
hann vunnið bronsu. Danir høvdu vónað, at tað eisini
skuldi eydnast lættvektaranum við tveimum rógvarum at
vinna gull. Tað eydnaðist ikki. Danski báturin róði seg til
bronsumerkini, sum tað sjálvandi eisini er fagnaður um.
Eftir ein fyrra hálv
leik, har Víkingarnir
hertóku Injector
Arena, stríddi KÍ seg
aftur í dystin. Men
alt var til fánýtis, tá
dómarin í yvirtíðini
púrasat óskiljandi
peikaði á brots
teigarblettin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Drama og dómaramistak.
Tað munnu vera orðini, ið
best lýsa tað, sum hendi
seinastu løtuna av dystinum
í Klaksvík millum KÍ og
Víking.
Myndirnar, sum eru tikn
ar av hendingini, siga mill
um lítið og einki, tá rættleik
in av avgerðini skal staðfest
ast. Ikki annað enn at talan
er um luftdyst millum
Rógva Jacobsen og Atla
Gregersen. Og hóast Atli
fór um koll í tvídystinum,
var ikki ein tann einasti av
spælarunum hjá Víkingi,
sum appeleraði fyri einum
dómi.
Tí var tað mest sum at
biðja um rok, tá peikað varð
á brotssparksblettin, og rok
inum slapst heldur ikki und
an. Áðrenn brotssparkið
varð tikið, hevði KÍ fingið
trý gul og eitt reytt kort.
Og so sóust Víkingarnir
annars fegnast, tá Sam Jacob
sen sendi brotssparkið í
netið. Á knæ lógu eitt nú
óhepnu hetjurnar, Geza Turi
og Niclas Niclasen. Geza
átti sín stóra leiklut, tá Heð
in á Lakjuni javnaði fyri KÍ,
og Niclas misnýtti gyltan
møguleika at punktera dyst
in, tá hann brendi brotsspark
ímóti barndómsfelagnum.
Lítið um KÍ
Fyrra umfarið var annars
ikki tað stóra, sum bendi á,
at talan skuldi gerast um
nakran serliga dramatiskan
dyst.
Klaksvíkingarnir
hava
verið sera sveiggjandi í ár,
og dysturin hesa ferð tóktist
vera ein av teimum heilt
laku. Víkingarnir vóru hin
vegin grammir, og teir settu
seg eisini tungt á dystin.
Ikki minst takkað verið ein
um sera góðum pressspæli
á miðvøllinum, har Sølvi
Vatnhamar sýndi stórspæl.
Tað var kanska eitt sindur
ímillum góðu møguleikar
nar, men ta einu ferðini
bankaði Atli Gregersen bólt
in beint upp um eftir horna
sparksstøðu, og aðru ferðina
var sami spælari óheppin,
tá flatt skot varð sent á
stólparótina.
Málið kom tó beint fyri
steðgin. Hanus Jacobsen
sendi diagonalt av vinstra
bakki, og so kuni Sam Jac
obsen í flúgvandi stíli
sneiða bóltinum innum.
Intenst
Eftir steðgin komu tó aðrir
bollar á suppuna. KÍvenj
arin hevði helst givið sínum
spælarum av grovfíluni, og
teir fóru nú undir veruliga
bjargingarroynd. Í størri
mun vóru teir nú teir, sum
trýstu mótstøðuna, og tó at
Víkingur við kviku áleypar
um sínum hevði nøkur góð
kontravápn, so byrjaði tað
at líkjast eini útjavning.
Um miðjan fyrra hálvleik
kom eisini ein avgerandi
støða. Andreas Lava Olsen
smoygdi
sær
brádliga
avstað, og tá beinini vórðu
tikin undan honum í brots
teiginum, var bert eitt hjá
dómaranum at gera.
Niclas Niclasen átók sær
uppgávuna móti barndóms
felagnum, men Jákup Mikk
elsen hevði lisið hann av,
og so livdi KÍ enn. Og tá
Geza Turi so droppaði, tá
Heðin á Lakjuni stutt seinni
legði bleytan frísparksbólt
innfyri, hevði liðið eftir øll
um at døma mist sín møgu
leika.
Og hóast heppið, so var
útjavningin
kanska
ikki
heilt óuppiborin. Í einum
seinna hálvleiki, har inten
siteturin og nærdystirnar
vóru í hásæti, hevði KÍ
veruliga strítt seg upp. Tað
kostaði nógvar kreftir hjá
øllum monnum, og meira
enn eina ferð mátti dómarin
fáa hjálparfólk á vøllin, tá
spælarar venaðu seg eftir
harðliga viðferð.
Í so máta gjørdist talan
um undirhaldandi uppgerð,
tó at spælið ikki var flótandi.
Og spenningurin og dramat
ikkurin slapp altso at kóka
yvir seinstu løtuna. Men tað
er altíð keðiligt, tá dramat
ikkurin hevur sítt útgangs
støði í eini sera ivasamari
dómaraavgerð.
Og
tað
verður fyrst og fremst hend
an, sum dysturin í Klaksvík
verður mintur fyri.
Klaksvíkingarnir trúðu ikki sínum eygnu oyrum, tá dómarin fyri aðru ferð bríkslaði fyri brotssparki. Heldur ikki gestirnir tykjast
reiðiliga at vita, hví blást verður, men tá møguleikin beyðst, var Sam Jacobsen maður fyri at taka av
Mynd: Jóannes N. Poulsen
KÍ-Víkingur 1-2 (0-1):
Klaksvíkingar snýttir
Hevði eisini mótmælt
Atli Gregersen, ið var maðurin, sum fekk tillutað brots
sparkið í yvirtíðini í Klaksvík, segði soleiðis, tá vit
spurdu hann, um hann helt talan vera um brotsspark.
Eg ivist eitt sindur í, um tað var brotsspark. Men
hann heldur í mær, og tí kann tað forsvarast at dømast.
Talan er tó um eina av hesum støðunum, sum eru
rættiliga vanligar við hornaspark og aðrar deyðbólts
støður, og eg hevði heilt víst eisini sagt okkurt við Rúna
(Gaardbo, blðm.), um brotsspark varð dømt ímóti mær í
líknandi støðu. Men sum sagt, so kann tað helst verjast.
Har var einki
Rógvi Jacobsen, sum fekk dømt brotssparkið í Klaks
vík ímóti sær, hevði ilt við at skilja avgerðina, sum
kostaði KÍ eitt stig í gjár.
Har er einki. Eg haldi, at hann dømir fyri at halda,
men har er altso einki sum helst.
Vit høvdu annars ikki uppiborið nakað sum helst,
um mett verður eftir fyrra hálvleiki, har vit als ikki eru
klárir. Men vit stríða okkum væl aftur í dystin og skora
eisini. Og so er tað sjálvandi tungt at góðtaka, at tú
skalt missa stig á hendan hátt, segði Rógvi Jacobsen
eftir dystin.
Dagsins maður
Hjá Víkingi var Sam Jacobsen uttan iva dagsins maður
sunnudagin. Og sjálvur var hann eisini ovurfegin um
tey bæði málini, sum hann hevði syrgt fyri.
Tað var deiligt at skora. Tað er jú nakað síðani, at
eg havi roynt tað, so hetta var bara fantastiskt.
Tit høvdu tamarhald á tí mesta fyri steðgin. Gjørdust
tit bilsnir av, at KÍ kom somikið væl fyri seg eftir
steðgin?
Ja. Tað haldi eg. Teir stríða seg veruliga aftur í dyst
in, og seinni hálvleikur gjørdist ótrúliga harður. Og
móti dystarenda sóust menn eisini hava krampa.
Sjálvur vart tú ein av teimum, sum byrjaði at fáa
krampa, men tú tókst kortini avgerandi brotssparkið.
Ivaðist tú ikki, um tú skuldi taka?
Nei, ikki eitt sekund. Eg kendi meg púrasta vissan
í, at eg fór at skora. Og tað gjørdi eg so tíbetur eisini,
sigur Sam Jacobsen.
Víkingur
KÍ