mánadagur 18. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 156 - 18. august 2008 ]
Javnleikurin ímóti
botnliðnum ber við
sær, at NSÍ er fokið
og ongan møguleika
hevur at endurvinna
FM heitið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
Joannes@sosialurin.fo
NSÍ verður ikki meistari.
Støðutalvan hevur leingi
boðað frá hesum veruleik
anum, og í gjár varð stað
fest í kommunuuppgerðini
á Skála, at heimaliðið, sum
framvegis er á aftasta plássi,
er eins væl og kanska betri
fyri, enn NSÍ er tað. Hesum
var tað sjón fyri søgn fyri í
grannauppgerð, har spælið
ikki var serliga væl skipað,
og har tað – eisini orsaka av
fríska lotinum – vóru nógv
ar sendingar, sum ikki vign
aðust, sum tað var ætlað.
Úrslitið var 11. Tað iðra
teir á Skála seg mest yvir,
hóast teirra avrik heldur
ikki var so ógvuliga sann
førandi. Fyritreytirnar hjá
skálamonnum
gjørdust
einki serligar. Tveir av
stuðulsspælarunum noydd
ust longu í 1. hálvleiki at
taka seg av vøllinum, tí teir
vóru skaðadarvaðir.
Ikki meiri enn stórur
hálvur tími var farin, tá ið
fyrst ágrýtni álopsspælarin
Bogi Gregersen, sum varð
skaðaplágaður beinanvegin,
og síðani miðvallar stýri
maðurin Pauli G. Hansen
noyddust av vøllinum. Ser
liga meint var tað, at Pauli
noyddist av vøllinum. Tá
varð Pætur Dam Jacobsen
fluttur á sentralt miðvallar
pláss, meðan Bárður Joen
sen varð settur inn á vong
verjan í høgru.
NSÍ hevði fitta lotið
undan í 1. hálvleiki, men
tað var heimaliðið, sum
legði seg á odda, tá ið tíggju
minuttir
vóru
farnir.
Jónhard Frederiksberg, sum
hevur bæði longri tjóður og
størri sjálvsálit, nú hann er
aftur í barndómsfelagnum,
enn hann hevði í NSÍ,
sneiddi seg eftir innkast í
vinstru til baklinjuna og
legði út frá. Alexandur
Johansen
royndi
ímóti
málinum, og eftir kontra
var tað nýggi miðvallarin
Sjúrður
Djurhuus,
sum
sendi bóltin í málið aftanfyri
Tórð Thomsen.
Burtursæð frá løtuni, eftir
at Skála hevði lagt seg á
odda, var Skála væl gram
mari í 1. hálvleiki, og
heimamenninir vunnu nær
dystirnar og vóru fyrri á
næstu bóltunum. Men tað
eydnaðist teimum ikki at
økja um leiðsluna og harvið
at leggja seg á tryggari
sigurskós.
Arnhold Berg var sannur
brandur í miðverjuni, og
Erland B. Danielsen og
Sjúrður Djurhuus stóðu seg
væl á miðvøllinum.
Eftir steðgin royndi Skála
við langskotum undan vind
inum, men tað eydnaðist
ikki at skjóta fleiri mál.
Næst við var miðverjin,
Poul N. Poulsen, tá ið 2.
hálvleikur var um at vera
hálvrunnin, men bólturin
brast í tvørtræið aftanfyri
NSÍ málverjan.
Glansurin er burtur
Fyri einum ári síðani gekk
tað sum eftir ánni hjá NSÍ.
Á veg móti meistaraliðnum
koppaðu tøttu og intensu
uppgerðirnar teimum gulu
til fyrimunar, og tað var
rárasta hending, at liðið
ikki hevði somu manning.
Nú er tað ikki soleiðis. At
Óli
Hansen
aftur
var
leikbannaður bar við sær, at
Aco
Pandurovic
var
í
miðverjuni
saman
við
Jóhan
Troest
Davidsen.
Jónas Þór Næs, sum var
vongverji í høgru, tóktist
skaðadarvaður, og í hinum
borðinum gjørdist tað ofta
vandamikið, tá ið teir mistu
í uppspælinum.
Nýggi landsliðsspælarin,
Bogi Løkin, sum man vera
ein
tann
støðugasti
á
meistaraliðnum í ár, skoraði
útjavnandi málið, tá ið 2.
hálvleikur bara var eina løtu
gamal. Eftir hornasparks
innlegg úr høgru frá Sjúrði
Jacobsen stýrdi hann stutt úr
málinum bóltin inn um
Predrag
Markovic,
sum
hevði onkrar góðar bjarg
ingar í Skála málinum. Eitt
nú tá ið hann seint í 1.
hálvleiki vardi fyri, eftir at
Hjalgrím Elttør hevði lagt
frísparksinnlegg í brotsteigin
og Aco Pandurovic hevði
stýrt bóltin ímóti málinum.
Men ov ofta var tað ikki
nóg polerað og við tí tyngd,
broddi og styrki, sum í fjør
bar við sær, at NSÍ ofta
avgjørdi
fram
ímóti
dystarenda.
Nógv
av
álopsspælinum er lagt til
rættist
fyri
at
Karoly
Potemkin,
sum
var
einsamallur á toppinum,
meðan Hjalgrím Elttør var
eitt
sindur
aftari,
skal
avgera. Teir báðir fremstu
hava sæð betri dagar, enn
tað teir vístu á Skála, og tá
ið
sentrali
miðvøllurin
heldur ikki var so væl fyri,
sum hann áður hevur verið,
so var tað ikki óvæntað, at
tað ikki eydnaðist at fáa
fulla úrtøku og harvið at
halda tørn um silvurplássið,
sum hesa ferð varð útskift
við fimta plássið.
Glottin hjá NSÍ kundi vera,
at tað í triðju royndini eftir
summarsteðgin
endiliga
eydnaðist at fáa stig burturúr.
Men
úrtøkan
var
ikki
tann,sum NSÍ hevði vónað at
vunnið ímóti botnliðnum, ið
kortini ikki spælir sum upp
lagdur niðurflytari.
Skála-NSÍ 1-1 )1-0):
Meistararnir hava mist flogið
NSÍ
Skála
Claus aftur á liðnum
Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgen
sen var aftur á liðnum hjá Blackpool, tá liðið spældi fyrsta
dystin í nýggja kappingarárinum um vikuskiftið. Blackpool
spælir í næstbestu ensku deildini. Fyrsti dysturin var á úti
vølli ímóti Norwich, og Blackpool fekk javnleik. Claus og
teir løgdu seg á oda við brotssparki 10 minuttir eftir steðgin,
men stívliga eitt korter fyri leiklok javnaði Norwich. Claus
Bech Jørgensen spældi við allan dystin.
Neville nýggjan sáttmála
33 ára gamli Gary Neville fær eftir øllum at døma nýggjan
sáttmála í Manchester United. Farna kappingarár var Neville,
sum hevur verið liðformaður í United, skaddur alla tíðina,
men venjarin Sir Alex Ferguson vil hava Neville í felagnum.
Hann er ein fínur fýrur, sum vit vilja hava við í okkara hópi.
Tí fær hann ein nýggjan sáttmála, sigur Ferguson, sum tó ikki
kann lova Gary Neville fast pláss á liðnum.
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727