Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 156 - 18. august 2008 ] Brian Olsen einki brotið Brian Olsen varð skiftur út longu eftir 11 minuttir í gjár. Hann byrjaði dystin á miðvøllinum saman við Mikkjal Thomassen og Sorini Anghel, men kom skjótt illa fyri, tá hann í eini takkling meiddi seg illa. – Eg gleið og stóð síðani fastur í vøllinum, og tað gekk út yvir bæði knæð og fótlið, greiðir Brian Olsen frá um tilburðin. Hann varð fluttur á skaðastovuna eftir dystin. Fyribils diagnosan er, at hann hevur beklað og fingið ein ógvusligan stoyt – og at einki er brotið, sum fleiri annars bóru ótta fyri. Venjararnir ynskja tó hetta staðfest við fullari vissu, og tí skal Brian í røntgena í dag. Christian Mouritsen fyri fyrstu ferð Í fleiri ár hevur Christian Restorff Mouritsen verið mettur sum ein av okkara evnaríkastu spælarum. Evnini eru so mikið góð, at tey hava givið sáttmála í Manchester City, men hesin varð uppsagdur fyri kortum. Síðani hevur Christian Restorff Mourit­ sen vant við HB, eftir at hann er komin fyri seg eftir skaða. Í gjár varð hann skiftur inn fyri stóra beiggja sín, Johan Ejvind Restorff Mouritsen, tá 18 minuttir restaðu. Hetta eru fyrstu min­ uttirnir hjá Christiani í bestu føroysku fótbóltsdeildini, men neyvan teir síðstu hjá unga havnarmanninum. Ein miðverji og annar Liðformaðurin hjá EB/ Streymi spælir í mið­ verjuni, er 34 ára gamal og er júst úttikin til landsliðið. Hann eitur Egil á Bø. Í miðverjuni hjá HB spælir Vagnur Mohr Mortensen. Hann er 25 ára gamal, og spældi fyri nøkrum árum síðani á lands­ liðnum í nakrar dystir. Hesir báðir gjørdu sínar viðmerkingar til 3. hálv­ leik hjá Rás2 sunnu­ kvøldið. Venjarin hjá EB/ Streymi, Sigfríður Clementsen, tosaði við Útvarpið, samstundis sum Egil tosaði við Rás2, og útsagnir teirra vóru ógvuliga saman­ fallandi. – Vit taptu dystin í fyrra hálvleiki, ljóðaði tað einmælt frá teimum. Egil á Bø metti ann­ ars, at HB var betra lið­ ið. – Vit kundu fingið eitt mál ella tvey aftrat, men tað kundu teir eis­ ini, so hatta var munur­ in, staðfesti liðformað­ urin hjá EB/Streymi. Í farnu viku kom fram, at Sámal Erik Hentze skuldi geva Rúna Nolsøe eina hjálp­ andi hond sum venjari hjá HB. Sámal Erik Hentze var saman við Piotr Krakowski venjari hjá EB/Streymi í fjør, men Egil metti kortini ikki, at tað var tí EB/ Streymur tapti. Vagnur Mohr Mort­ ensen ásannaði hinveg­ in, at tað hevur hjálpt at Sámal Erik Hentze er komin aftrat. – Sjálv­ andi er tað altíð gott at fáa gott fólk aftrat liðn­ um. Men vit leikarar vóru eisini uppsettir upp á at vísa, at tað vit annars hava víst í síðst­ uni, ikki er nakað, sum vit á nakran hátt kunnu góðtaka, segði Vagnur Mohr Mortensen, sum vónaði, at hetta er byrj­ anin til ein upptúr hjá HB. -rólant HB var betri, stund­ um heilt góðir. Tí vann HB uppibor­ ið dystin, har teir seks gomlu lands­ liðsleikararnir hjá HB vístu størri dygdir enn teir seks landsliðs­ leikararnir hjá odda­ liðnum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kári Nielsen, Andrew av Fløtum, Rókur av Fløtum Jespersen, Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe og Vagnur Mohr Mortensen. Hasir sjey hava allir í størri og minni mun verið í landsliðs­ hitanum fyrr, men eru ikki við í hópinum, sum skal til Portugals at spæla venjing­ ardyst mikukvøldið. René Tórgarð, Egil á Bø, Leif Niclasen, Bárður Olsen, Arnbjørn Hansen og Mikkjal Thomassen eru allir úttiknir til hópin, sum skal dystast við portugisisku heimsstjørnurnar. Men teir seks landsliðsleikararnir hjá EB/Streymi taptu uppi­ borið ímóti teimum seks “gomlu“ landsliðsleikarar­ nir hjá HB. HB betri byrjan Millum vrakaðu landsliðs­ leikararnar í HB er Andrew av Fløtum. Hesin hevur spælt illa stóran part av hes­ um kappingarárinum, men í gjár taldist hann millum teir bestu hjá HB. Dysturin var bara nakrar minuttir gamal, tá Andrew av Fløtum tvær ferðir hevði hótt, men har einki ítøkiligt spurdist burtur úr. Dysturin dovnaði síðani í eitt korter, har minni munur var á liðunum báðum og hvørki av teimum tóktist ser­ liga sannførandi. Tá so slak­ ir 19 minuttir vóru spældir gjørdi HB eitt lítið sprell. Bólturin varð lagdur inn­ fyri úr høgru, Milan Kuljic sendi eitt gott skot móti hand­ aru stong, men René Tórgarð vardi væl fyri. Hann megnaði kortini ikki at halda bóltinum, og Hendrik Rubbeksen var kvikur á hesum og setti hann hart í kassan. Stutt framman undan bjargaði EB/Streymur á sjálvari mállinjuni, tá HB royndi seg við stútara eftir hornaspark, so leiðslan var ikki heilt óuppiborin. EB/Streymur hevði so einki víst fyrstu 20 minuttir­ nar, og vísti fyri so vítt heldur einki teir seinastu 25 undan steðginum. EB/Streymur omaná Seinni hálvleikur byrjaði munandi betri fyri EB/ Streym enn fyri. Tá fimm minuttir vóru spældir var tað um reppið, at Arnbjørn Hansen takklaði bóltin í málið, eftir at hann tveitti seg fram til ein góðan tvørbólt frá Sorin Anghel. Kollfirð­ ingurin gjørdist tó ov stuttur. Í staðin var tað HB, sum økti um leiðsluna stutt eftir hetta. Tíggju minuttir eftir steðgin fekk HB hornaspark, har Rókur av Fløtum Jesper­ sen eftir nakað av trunkaspæl sendi bóltin framvið mállinj­ uni, har EB/Streymur annars royndi at verja fyri og sparka burtur. 2­0 til HB. EB/Streymur royndi at svara aftur, og spældi fakt­ iskt heilt væl í einar 20 min­ uttir. Men so megnaðu teir ikki meiri, HB tók yvir og stýrdi sigrinum heim. Góður dómari Nógv verður tosað og skriv­ að um dómarar í hesum døg­ um. Tann í Gundadali í gjár var góður. Dagfinn Olsen lat ongantíð iva vera um, at tað var hann, ið stýrdi dystinum, og tað gjørdi hann væl. Hann valdi tó at lata vera við at døma tvey brots­ spørk, eitt til hvørt liðið. Fyrst var Sorin Anghel feld­ ur, og hóast rumenin koppaði í so lat, so var eingin ivi um, at hann misti javnvágina, tá verjuleikari setti beini úti fyri hann. Lítla løtu seinni jarðlegði Marni Djurhuus Andrew av Fløtum. Áleypar­ in var strokin avstað, men Marni Djurhuus kom glíð­ andi við fullari ferð og alt ov seint og feldi Andrew inni í brotsteiginum. Dagfinn valdi tó at døma fríspark, tí hann metti, at bólturin var uttanfyri feltið. Annars eitt gott avrik! Hepnið við oddinum Avrikið frá nýggja venjara­ parinum hjá HB, Rúni Nolsøe og Sámal Erik Hentze, má eisini metast at vera gott. Teir syrgdu fyri, at sigursvanda felagið fekk trý hart tiltrongd stig, sam­ stundis sum teir eisini spældu rættiliga sannfør­ andi. Tiltikna venjaraef­ fektin varð harvið staðfest! Hinvegin kunnu teir í EB/Streymi ikki vera heilt nøgdir við teirra spæl. Teir mistu eisini trý stig, men varðveita kortini fjarstøðuna upp á átta stig niður til nærmasta kappingarneytan, sum er B36. Hetta tí, at hes­ ir taptu ímóti B68 í gjár. Hepnið fylgir oddaliðnum, verður mangan sagt, og eis­ ini hetta var staðfest í gjár. HB-EB/Streymur 2-0 (1-0): Gamalt landslið vann á nýggjum landsliði EB/Streymur var ofta uppi á hálvuni hjá HB, men tað vóru havnarmenninir, sum drógu longra stráðið, soleiðis at oddaliðið ikki slapp fullkomuliga avstað í toppstríðnum Mynd: Sofus D. Johannesen EB/Streymur HB