mánadagur 18. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 156 - 18. august 2008 ]
Atli tapti ímóti Tem
Tað gongst illa hjá Frem, sum hevur bæði Jón Róa Jacobsen og
Atla Danielsen á liðnum. Í gjár vitjaði Frem í Lyngby, har Tem
Hansen er ein av spælarunum. Christian Lamhauge Holst er
eisini Lyngby spælari, men hann var ikki við, tí hann er skaddur.
Lyngby tryggjaði sær øll stigini við 2-0 sigri. Lasse Quist, sum
áður hevur roynt seg í FCK, skoraði bæði málini. Sigurin ber
við sær, at Lyngby hevur seks stig, meðan Frem framvegis einki
stig hevur vunnið.
Fyrstu feðgarnir
Venjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Jógvan Martin
Olsen hevur lagt upp til nógva søguskriving mikukvøldið,
tá Føroyar skulu spæla vinardyst ímóti Portugal á útivølli.
Fær Bogi Løkin eisini spælitíð mikukvøldið, so verður
eisini talan um søguskriving, sum hann og pápin,
Abraham koma at standa fyri. Tá verður fyrstu ferð talan
um faðir og son, sum í hvør sínum tíðarskeiði hava
umboðað Føroyar í A-landsdysti, síðani altjóða
limaskapurin kom í hús fyri 20 árum síðani.
Var møguleikin nakr
antíð til staðar, so
er hann har í øllum
førum ikki longur.
B36 tók ikki av, tá
oddaliðið snávaði,
og skal árstalsfelagið
nú stríðast um heið
ursmerkini. Super
innskiftarin Jóan
Símun Edmundsson
skoraði einasta málið
á Toftum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni-hj@hotmail.com
So skuldi tað verið vist. EB/
Streymur verður føroya-
meistari í 2008. B36 tók ikki
av møguleikanum, tá odda-
liðið úr Sundalagnum snáv-
aði. Tað er lítið sannlíkt, at
árstalsfelagið fer at vinna
munin á átta stig aftur.
Tað var super innskiftari,
og bara 17 ára gamli, Jóan
Símun Edmundsson, sum
køvdi seinastu vónirnar um
gull hjá havnarmonnunum.
Framherjin hevði verið á
vøllinum í 12 minuttir, tá
hann heldur tilvildarliga
stýrdi bóltinum við skinna-
beininum um málstrikuna.
Tá restaði eitt korter av
dystinum. Eitt sera týdning-
armikið mál hjá B68, sum
framvegis hevur fimm stig
til niðurflyting.
Aftur ein tílíkur
Vit hava sæð fleiri av hesum
fótbóltsdystunum í hesum
kappingarárinum. Lítil ferð
er á spælinum, vøllurin ger
umstøðurnar upp aftur tor-
førari fyri leikararnar og
vindurin ávirkar. Møguleik-
arnir kunnu teljast á einari
hond, og einki av liðunum
roynir av álvara at trýsta.
Og ja, tað var hesin dysturin,
sum áskoðararnir á Toftum
vóru vitni til.
Toftamenn vóru væl skip-
aðir. Á miðvøllinum fingu
gestirnir sjáldan pláss at
spæla á, og oftast varð
loysin at senda langan bólt
móti Sam Malsom. Og tað
skuldi ikki verði ein torfør
uppgáva at gitt, hvussu tað
gekk móti vælvaksnu og
kropssterku Jóhan Dávi
Højgaard og Pól Jóhannusi
Justinussen.
Størsta møguleikan átti
Brian Andresen. Frísparks-
innlegg kom eitt sindur úr
høgru, tá bólturin brádliga
stakk fyri føturnar á danan-
um, men úr fimm metra fjar-
støðu sendi hann í kropp-
skinnið
á
Meinhardi
Joensen.
Magnus Olsen hjá B36
røkti í gjár plássið sum
vongverji í høgru. Í løtum
tóktist hann sera ótryggur,
men B68 fekk ongantíð
gjørt sær dælt av hesum.
Sigursmálið
Seinni hálvleiki minti ikki
sørt um fyrra. Menn løgdu
hinvegin meira bragdliga
fyri, og tvey gul kort vóru
givin fyrstu løtuna. Men
tað var so eisini tað.
Heðin Askham flutti sínar
leikarar eitt vet longur nið-
an á vøllin, sum tíðin leið,
men vandamestu royndinar
komu framvegis útifrá, sum
endaðu væl við síðurnar av
málinum.
Tað skuldi ein tilvildarliga
støða til, áðrenn málið kom.
Jóan Símun Edmundsson,
sum aftur hesaferð noyddist
at víkja pláss fyri Brian
Andresen og Ameth Keita,
har hesin seinni nevndi ikki
hevur skotið fleiri enn tvey
mál í ár, førkaði bóltin sein-
astu metrarnar í málið. Sum
so ikki uppiborið, men týdn-
ingarmikið. Ljóshærdi fram-
herjin, sum í vikuni kom í
bruttohópin hjá U21, hevur
veruliga sligið sítt navn fast
í hesum kappingarárinum.
Seinasta mánadagin av-
gjørdi
hann
somuleiðis
dystin í Fuglafirði, tá hann
eftir einmansavrik skoraði
til 3-1.
B68 hevur fimm stig til
niðurflyting. Tríggir sigrar
upp í slag hava lyft tofta-
menn, meðan B36 nú fyrst
og fremst má hugsa um at
varðveita annað plássið.
B68-B36 1-0 (0-0):
Har
reyk
møgu
leikin
Toftamenn hava sum einasta liðið í Formula-deildini vunnið allar uppgerðirnar eftir summarsteðgin. Sunnudagin steðgaðu teir
jagstranini, sum B36 hevði sett ígongd, eftir oddaliðnum
Mynd: Álvur
B36
B68