mánadagur 18. august 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 156 - 18. august 2008 ]
Newcastle áhugað
í Saviola
Enska blaðið News of the World skrivaði í gjár, at
Newcastle hevur sýnt áhuga fyri argentinska spælaranum
Javier Saviola, sum er sáttmálabundin við Real Madrid.
Tað verður ikki roknað við, at 26 ára gamli Saviola kann
vinna sær pláss á liðnum úr Madrid, og tí kann hann
verða leigaður til enska felagið hetta kappingarárið.
Arsenal selur bakk
Arsenal hevur selt bakkin Justin Hoyte til Middlesbrough
fyri umleið 30 milliónir krónur. 23 ára gamli Hoyte hevur
havt ilt við at vinna sær pláss á liðnum hjá Arsenal, og nú
hava tey gjørt av at selja hann. Hoyte, sum hevur gjørt
fýra ára sáttmála við Middlesbrough, hevur spælt 18
landsdystir fyri enska U21 landsliðið.
Nú eru tað VB/Sumba
og AB, sum hava
atgongumerkini til
bestu deildina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ætlanin hjá vágamonnum
um at fótbóltur í bestu
deildini skal vera har vesturi
næsta kappingarár fekk eitt
skot fyri bógvin leygardagin.
Í fyrsta umfarinum eftir
summarsteðgin heilkiksaði
tað hjá 07 Vestur í Leirvík,
har
teir
næstbestu
hjá
Víkingi vunnu 2-1.
Leygardagin vitjaði 07
Vestur aftur í Eysturoy, og
aftur hesa ferð var úrtøkan
ikki tann, sum tað varð rokn-
að við. Úrslitið var 1-1, og
harvið misti 07 Vestur í odda-
stríðnum við AB og VB/Sum-
ba, sum vunnu fulla úrtøku.
VB/Sumba hevði stórar
trupulleikar við at fáa mál
ímóti
víkingunum,
sum
hildu tørn, inntil tað restaðu
tjúgu minuttir. Pól Thor-
steinsson royndi at sneiða
framvið málverjanum, sum
nýtti neyðbremsuna. Brots-
spark og reytt kort til mál-
verjan, og so skoraði VB/
Sumba tríggjar ferðir.
Í Klaksvík tók tað eisini
sína tíð, áðrenn AB fekk bil-
bukt við teimum næstbestu
hjá KÍ. Dysturin var klokk-
an 14 og ikki klokkan 15,
sum plagar at vera vanlig
dystartíð hjá teimum næst-
bestu í Klaksvík. Tey, sum
ikki møttu fyrrenn klokkan
15, fingu kortini øll málini.
Tey vóru eisini eygnavitni
til, at AB álopsspælarin við
tí í Klaksvík væl kenda Sig-
urðsson eftirnavninum er
málsøkin. Tróndur Sigurðs-
son skoraði tvær ferðir, og
hann var við í uppspælinum
til málið, sum Dion Jacob-
sen skoraði.
Tá ið Andrzej Stretowicz
eftir stóran hálvan tíma eftir
innlegg frá Tór-Ingar Aksel-
sen legði 07 Vestur á odda í
Runavík, tóktist tað sum
um, at tað fór at enda við
vágasigri, hóast spælið ikki
var
serliga
sannførandi.
Men soleiðis skuldi tað ikki
vera. Øssur Dalbúð er mál-
søkin, og tað var hann, sum
stutt undan steðginum javn-
aði til 1-1.
Hjá TB er tað aftur farið
at bragda. Hesa ferð vunnu
tvøramenn sannførandi 3-0
sigur á HB í Gundadali. Jos-
ef Bassene taldist aftur hesa
ferð millum málskjúttarnar,
og aftur hesa ferð skoraði
hann við fínum langskoti.
Á Toftum vann heimaliðið
6-1 stórsigur á EB/Streymi,
sum tað sær svart út hjá. Súni
Fríði Barbá beinleiðis upp á
fríspark og unglingaspælarin
André Olsen skoraðu í 1.
hálvleiki, og í 2. hálvleiki
skolaðu málini ígjøgnum
EB/Streymamálið.
Badara
tvær ferðir og innskifti Eyðun
Jacobsen tvær ferðir syrgdu
fyri tennisúrslitinum, sum
ber við sær, at B68 er á veg
at fóta sær í kappingini um at
sleppa undan at flyta niður.
07 Vestur snávaði í
Runavík, og nú eru
tað AB og VB/Sumba,
sum eru oddafiskarnir í
stríðnum um uppflyting
til Formula-deildina
Ein partur av triðja
hálvleiki á Rás2
eru SMS-boð frá
lurtarunum. Í tann
mun at tíðin røkkur,
verða hesi boð lisin
upp í sendingini. Og
bestu SMS’ini verða
eisini prentað í mána-
dagsútgávuni av
Sosialinum
Man kann roliga siga, at
ki blivu straffadir i dag«
Gott kempa Skàla àttu tad
mesta av dystinum, spell
at tit ikki fingu fleiri màl.
Til borgarstjòran dysturin
er ikki avgjørdur fyrrenn
dysturin er brìksldur av.
Skàla vidhaldsfòlk«
Gudmund „sassy“ Niel-
sen, you go Nielsen, you
go«
B68 hevdi B36 a reyvuni.
men eitt uppskot til arsins
talent Johan Simun
Solskjær. super sub. koyr
a B68«
Val dòmt av Dagfinni ì
havn, vit taptu og teir
vunnu. Hatta er fòtbòltur,
heilsan eb/streyma
fjeppari«
Arnhold berg var tann
besti spælarin hjà skàla.
Var klàrt tann besti a
vøllinum. Nær far hann
landlidsbod?«
Hattar var ikki straffi«
Latid dòmararnar fàa frid -
spælarnir stinka - hyggi at
fifa rankinglistanum so
finna tit prògvini...«
Skàla àtti eisini eitt straffi
koyr arnhold à landslidi
hann rular«
Endiliga ein kjansur at
hàla seg fram, nù tà eb
tapti! Men tà møguleikin
er har, taka vit ik av, forb
kediligt! Heilsan ein
skuffadur b36’ari!«
Sagt í 3. hálvleiki
Vágaliðið misti
í Runavík
VB/Sumba-Víkingur 3-1 (0-0)
1-0: Pól Thorsteinsson br 65.
2-0: Hallur Dam Joensen 77.
3-0: Pól Thorsteinsson 83.
3-1: Hjartvard Hansen 88.
Reytt kort: Mortan Joensen, Víkingur, 70.
NSÍ-07 Vestur 1-1 (1-1)
0-1: Andrzej Stretowicz 36.
1-1: Øssur Dalbúð 42.
HB-TB 0-3 (0-1)
0-1: Josef Bassene 21.
0-2: Dan Mortensen 49.
0-3: Gunnleif Olsen 52.
KÍ-AB 0-3 (0-0)
0-1: Tróndur Sigurðsson
0-2: Dion Jacobsen
0-3: Tróndur Sigurðsson
B68-EB/Streymur 6-1 (2-0)
1-0: Súni Fríði Barbá
2-0: André Olsen
3-0: Badara
4-0: Badara
5-0: Eyðun Jacobsen
6-0: Eyðun Jacobsen
FAKTA um 1. deild