Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 156 - 18. august 2008 ] HB-spæl­ar- ar sel­dir til­ Aberdeen Hallur Hansson og Gilli Sørensen skrivaðu um vikuskiftið undir sáttmála við skotska Aberdeen Fótbóltur Jákup Mørk Teir báðir skulu nú lim­ ast inn á Footballl Col­ lege íu Aberdenn, har teir skulu ganga í skúla og annars hugsa um fót­ bóltin. ­ Talan er um tveir sera evnaríkar leikarar úr okkara dreingjadeild, sum eisini eru fastir menn á U17­landslið­ num. At Aberdeen FC skrivar undir avtalu við Hall og Gilla, er tí, at teir síggja eitt stórt pot­ entiali í teimum, sigur Niels Juel Arge, vara­ formaður í HB. Hann heldur tað verða spennandi at síggja, hvussu teir fara at mennast sum fótbólts­ leikarar. ­ Teir koma í eitt umhvørvið, har ið nógv­ ir eru um boði, og tað fer ivaleyst at menna teir, Sigur Niels Juel Arge. Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður í NAFA, hevur staðið fyri samráðingunum við Aberdeen vegna leik­ ararnar. Í samband við søluna hevur HB eina samstarvsavtalu við TB um Gilla, sum kom til HB úr TB fyrr í ár. Talan er um spennandi møguleika, sum teir báðir spælarar hava fingið, nú teir skulu royna at sannføra skotska Aberdeen um, at teir eiga at verða partur av framtíðini hjá felagnum Mynd: www.hb.fo Hóast landsliðsvenj­ arin ikki fær høvi at samanspæla verjuna, sum hann hevur ætlað, so sær hann framvegis perspektiv í vinardystinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fríggjadagin var greitt, at ein av stuðulsspælarunum á landsliðnum seinasta árið, Christian Lamhauge Holst, ikki verður við, tá ið lands­ liðið fer niður til Portugals, har vinardystur verður á skránni mikukvøldið í næstu viku. Nýggjur maður í ferða­ lagnum, sum í dag er farið til Porugals, er Bogi Løkin. 19 ára gamli NSÍ miðvall­ arin er úttikin frammanfyri fleiri meiri royndar menn á landsliðnum, og undan frá­ ferðini úr Føroyum hevði landsliðsvenjarin einki ímóti at grundgeva fyri val­ inum av unga mannininum, sum mikukvøldið hevur møguleika at spæla fyri fyrstu ferð á besta lands­ liðnum: ­ Eingin ivi hevur verið um fótbóltsevnini hjá Boga Løkin. Trupulleikin hjá honum hevur verið, at hann ikki hevur verið so væl fyri kropsliga, sum fleiri aðrir spælarar hava verið. Soleiðis er tað ikki longur, og hetta er ikki komið av ongum. Bogi hevur vant nógv og miðvíst ­ likamliga venjing og alla aðra venjing. Tað hevur givið úrslit. Bogi hevur í ár verið ein tann besti miðvallarin í lands­ kappingini. At hann hevur sunnan og gagnligan lívsstíl hevur sjálvandi verið við til lyfta uppundir stóru menn­ ingina, staðfestir Jógvan Martin Olsen. Fimm fráverur Fimm av spælarunum, sum høvdu verið uppløgd val millum teir fyrstu ellivu, mynstra ikki við henda túrin. Talan er um miðverj­ arnar Jón Róa Jacobsen og Fróða Benjaminsen, vong­ verjan Einar Hansen og miðvallaran Súna Olsen og nú álopsspælaran Christian Lamhauge Holst. At hesir ikki eru tøkir ber við sær, at venjarin er noydd­ ur at gera stórar broytingar. Talan verður eisini um øðr­ vísi mál við dystinum, enn tað upprunaliga varð ætlað, at tað skuldi vera. Ætlanin var at samanspæla verjuna, sum tað – eitt nú orsaka av skaðum ­ ikki hevur verið møguleiki at gjørt. Nú er málið at síggja, um tað eru aðrir spælarar, sum kunnu standa seg á altjóða støði. Tá ið Fróði Benjaminsen, Jón Rói Jacobsen og Einar Hansen ikki eru tøkir, skulu í hvussu so er tveir nýggir verjuspælarar finnast, sum kunnu manna fýra tær aft­ astu ódnirnar saman við Jóhan Troest Davidsen og Jónasi Þór Næs, um hesin seinni nevndi verður førur fyri at spæla. Millum møguleikarnar eru Egil á Bø, Bartal Elia­ sen og Leif Niclasen, ið eru verjuspælarar. Ein annar møguleiki er at flyta Atla Danielsen og Bárð Olsen av miðvøllinum og aftur í verjuna, og kanska Christian Høgna Jacobsen aftur á vongverjan. Longri frammi á vøllinum verður ikki neyðugt at gera so stórar broytingar. Símun Samuelsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg eru møguleikar í borðunum. Rógvi Jacobsen verður fremsti maður, og tað kann væl vera, at nýggjasti mað­ urin, Bogi Løkin, verður næstfremstur. Hann man vera ein teirra, sum er best fyri at renna tvær ferðir trý korter niðri í portugisiska hitanum. Mikkjal Thomassen og Atli Danielsen eru ivaleyst bestu boðini upp á sentral pláss á miðvøllinum. Hel­mingurin er burtur Egil á Bø, sum er 34 ára gamal, kann gerast elsti føroyski landsliðsdebutanturin, um hann kemur á vøllin í Portugal Kl­økkir av venjing hjá Hughes Fleiri av spælarunum hjá Manchester City eru kløkkir av venjingini hjá nýggja venjarnum Mark Hughes. Sambært The Guardian venur Manchester City nú nógv harðari, enn liðið gjørdi undir undanfarna venjara. ­ Spælararnir skulu klára tey krøv, sum verða sett av teimum í Premier League. Teir skulu í toppform, men tað hendir ikki eftir einum degi, sigur Hughes við The Guardian. Steinaðu eftir mál­manni Málmaðurin hjá danska felagnum Vejle, Jimmy Nielsen, small til jarðar undir dystinum ímóti AC Horsens í gjár. Orsøkin var, at onkur av áskoðaraplássunum tveitti ein stein í høvdið á honum. ­ Eg bleiv sera kløkkur, og tað var kanska mest tí, at eg datt, men eg havi ein stóran heila, so har er nógv, sum eg kann fáa skaða í, segði Jimmy Nielsen við einum smíli eftir dystin.