mánadagur 18. august 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
Fípan Fagra er navnið
á sveimandi kvinnuni
á standmyndini hjá
Hans Paula Olsen, ið
borgarstjórin í Klaks
vík lýsti sum ímyndin
av eini nýggjari byrj
an
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein sveimandi kvinnukropp
ur millum tveir skulpturellar
steinar kom til sjóndar, tá
nýggja standmyndin hjá
Hans Paula Olsen varð
avdúkað leygarmorgunin í
sambandi við 100 ára hátíð
arhaldið
hjá
Klaksvíkar
Kommunu.
Frælsi, yndi og dirvi
Standmyndin hevur fingið
navnið Fípan Fagra, og eins
og báturin, vit kenna úr
kvæðunum, ímyndar hon
frælsi, yndi og og dirvi.
Sambært myndahøggar
anum Hans Pauli Olsen
ætlaði hann av fyrstan tíð at
hava Kunoyarnes sum bak
grund, men hann fekk tað
ikki reiðiliga at rigga.
Við standmyndum, sum
hesum, ræður tað um at fin
na eina samanrenning mill
um listarliga hugskotið og
tað, sum praktiskt letur seg
gera. Á hendan hátt er Kun
oyarnes onkursvegna kort
ini við, tí vit hava lyndi at
venda okkum tann vegin, ið
kvinnan hyggur, sigur Hans
Pauli Olsen.
Steinsúlurnar, sum kropp
urin er eins og spentur út
ímillum, ímynda nakrar av
Norðoyggjunum í baksýni,
meðan sveimandi kvinnan
skoðar út yvir Klaksvíkina
og út móti Kunoyarnesi.
Á hendan hátt hevur sjálv
standmyndin skap av einum
portri, ið borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn O.
Jacobsen, lýsti sum byrjanin
til eina nýggja tíð við nýggj
um
møguleikum
og
avbjóðingum.
Á hægri støði
Eisini vísti borgarstjórin á,
at plássið, standmyndin hev
ur fingið, ikki er valt av til
vild. Tað var nevniliga her í
Vágstúni, at várting vórðu
hildin, og tað er ikki tal á
teimum fólkafundum og
øðrum fundum, sum hava
verið hildnir har á stað
num.
Hiðani er eisini tað so
eyðkenda útsýnið móti Kun
oyarnesi, sum man vera tað
mest eyðkenda fyri Klaks
vík, og sum eisini sæst aftur
í búmerkinum hjá kommun
uni.
Í røðuni segði Steinbjørn
O. Jacobsen millum annað,
at býráðið seinnu árini hev
ur lagt sera nógva orku í at
fríðka um býin – eitt
arbeiði, ið nú veruliga gev
ur úrslit.
List er eisini partur av
hesi somu menningini, sum
er við til at lyfta Klaksvík
upp á eitt hægri støði, bæði
umhvørvisliga við vakur
leika og mentanarliga við
súmbolikki, sum fær hugin
at reika – uttan mun til,
hvussu tann einstaki velur
at fata og tulka hendan súm
bolikkin, segði borgarstjór
in.
Sveimandi Fípa Fagra
Myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, bíðar spentur eftir at hansara higartil størsta standmynd
verður avdúkað
Standmyndin Fípan Fagra hevur skap av einum portri, ið
borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, lýsti sum
byrjanina til eina spennandi tíð fyri býin
Leskiligir føroyskir fiskarættir,
uttan lønsemi
At tað er trupult at fáast við fiskaframleiðslu á landi er Norðfra í
Norðdepli gott dømi um. Í 2007 hevði felagið eitt hall uppá 1.067
milliónir krónur. Seinastu 5 árini hevur samlaða hallið hjá fyritøkuni
verið góðar 4 milliónir krónur. Hóast stór hall í fleiri ár rað hevur tað
eydnast Norðfra at halda fram við virkseminum. Í 2005 fekk felagið
eina hjálpandi hond frá sínum fíggingarstovni, og seinni eru nýggir
íleggjarar komnir inn í myndina. Felagið fekk herfyri avtalu í lag við
stóra danska handilsketu, um eina minni, men tó fasta leveransu, av
sínum dygdargóðu fiskaúrdráttum. Kelda: bl.fo
John William Joensen,
kunningarleiðari í
sambandi við Føroya
Sjómannadag, sigur,
at dagurin í ár eydn
aðist serstakliga væl,
men hann heldur, at
dagurin frameftir
kortini skal haldast
fyri seg – og ikki
saman við øðrum
tiltøkum í kommun
uni
sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit eru serstakliga væl
nøgd við Føroya Sjómanna
dag, sum vit halda eydnaðist
avbera væl. Vit hava júst
havt summarfestival her
norðuri, og nú varð skráin
fyri sjómannadagin partvís
samantvinnað við 100ára
hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar
kommunu. Tað eru í fleiri
førum tey somu fólkini,
sum eru virkin til hesi til
tøk, og tí merkir tað eisini,
at nógvar kreftir eru brúktar,
og fólk hava í longri tíð ver
ið upptikin av hesum tiltøk
um.
John William Joensen
heldur, at hóast stóra tiltakið
í Klaksvík í síðstu viku,
sum endaði við hæddar
punktinum, ið var sjóman
nadagurin
leygardagin,
eydnaðist serstakliga væl,
so heldur hann, at dagarnir
kortini hava lært fyrireikar
arnar av sjómannadegnum,
at hesin dagurin frameftir
skal haldast fyri seg – og
ikki saman við øðrum tiltøk
um.
Hópur av fólki
John William sigur, at fleiri
fólk enn áður vóru á sjó
mannadegnum leygardagin
– í fyrsta lagi hópur av norð
oyingum, fólki aðrastaðni
úr landinum, og eisini vóru
nógv útlendsk ferðafólk at
síggja.
Vit hava seinastu árini
umsett skránna fyri sjóman
nadagin til norðurlendskt
og enskt, og longu nú er
ætlanin at gera uppaftur
meira burtur úr hesi kunn
ing.
Hann sigur, at fyrireikar
arnir av tiltakinum í góðari
tíð ætla sær at gera skránna
klára til komandi ár og fáa
hana umsetta, so kunningar
stovur og ferðaskrivstovur í
størri mun enn áður kunnu
senda hana út til síni við
skiftafólk.
Tað vísir seg nevniliga,
at útlendsk ferðafólk eru
vorðin ein fittur partur av
teimum, sum vitja í Klaks
vík á hesum degi, sigur
hann.
Veðrið helt sær
Eitt, sum spælir nógv inn
ein slíkan familjudag, sum
Føroya Sjómannadagur er,
er veðrið, og tíbetur fyri
fyrireikararnar helt veðrið
sær leygardagin væl.
Tað gjørdist eitt sindur
gráligt, sum leygarmorgunin
leið, og um middagsleitið
fór at regna eina løtu. Men
skjótt sleit í aftur, og veðrið
gjørdist bara betri og betri,
sum seinnaparturin leið.
John William sigur, at
fyrireikararnir høvdu fingið
sær eitt stórt tjald, har fólk
kundu vera inni, um líkind
ini ikki háttaðu sær, soleiðis
sum ynskiligt var.
Hann sigur, at tá ið felags
møti varð hildið í tjaldinum
seinnapartin
sunnudagin,
sum partur av skránni, var
fitt av vindi, men hóast het
ta gekk alt væl, og nógv
fólk vóru á møtinum.
Sunnudagin var eisini sjó
mansgudstænasta í Chris
tianskirkjuni, har Hanus
Simonsen, prestur, prædi
kaði.
Gleða seg
Jú, vit eru serstakliga væl
nøgd, og vit gleða okkum
longu til Føroya Sjómanna
dag komandi ár, sigur John
William Joensen, kunning
arleiðari.
Sosialurin fer at venda
aftur til ymisku úrslitini í
kappingunum á sjómanna
degnum í komandi bløðum.
Sjómannadagurin
- ein dagur fyri seg