mánadagur 18. august 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
Tað var borgarstjórin,
sum leygarmorgunin
beyð fólki vælkomin á
Føroya Sjómannadag
og til hátíðarhald hjá
Klaksvíkar kommunu
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Steinbjørn
O.
Jacobsen
segði, at hetta er fjórðu ferð
- og fjórða árið á rað - at
fiskivinnuhøvuðsstaður før-
oyinga bjóðar øllum føroy-
ingum til Føroya Sjómanna-
dag.
- Hesir árligu hátíðardagar
fyri høvuðsvinnu okkara
eru soleiðis komnir fyri at
vera, og tað fegnist eg um.
Hann segði, at klaksvík-
ingar eru sera fegnir um, at
Føroya Sjómannadagur í
roynd og veru er vorðin eitt
tiltak fyri alt landið.
Viðkomandi dagur
- Einki kann vera meira við-
komandi og sjálvsagt enn
tað, at tey, sum búleikast og
virka í fiskivinnuni, taka
hesar dagar úr kalendaran-
um, leggja amboð og skyld-
ur frá sær eina løtu og taka
sær av løttum saman við
starvsfeløgum
og
fólki
annars.
Borgarstjórin segði, at
Klaksvíkin kennur tað sum
ein heiður og eina gleði at
kunna bjóða Føroya fólki
hjartaliga vælkomin at vitja
fiskivinnuhøvuðsstað føroy-
inga.
- Eg vóni, at vit fáa nógv-
ar góðar løtur saman, bæði
til gamans og álvara, segði
Steinbjørn.
100-ára hald
Hann vísti á, at sum nakað
serstakt í ár fellir sjómanna-
dagurin í ein ávísan mun
saman við, at Klaksvíkar
kommuna í ár hátíðarheldur,
at 100 ár eru liðin, síðan
kommunan gjørdist sjálv-
støðug.
- Uttan at blanda hesi
sjálvstøðugu tiltøk saman,
vil eg sjálvandi eisini bjóða
øllum føroyingum vælkom-
num til tey tiltøk, sum okk-
ara lokala 100-ára hátíðar-
hald bjóðar, segði Stein-
bjørn O. Jacobsen, borgar-
stjóri, tá hann beyð vælkom-
in leygarmorgunin.
Eitt tiltak
fyri landið
- Klaksvíkingar vóru
ógvuliga blíðir og fyri-
komandi, og eg merk-
ti ongar sum helst
óbehagiligheitir, með-
an eg var í Klaksvík á
Føroya Sjómannadegi
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk kring landið og ikki
minst í Klaksvík vóru eitt
sindur spent eftir at fáa at
vita, um Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í fiskivin-
numálum, fór at fáa frið at
halda setanarrøðuna á Før-
oya Sjómannadegi leygar-
morgunin.
Men her gekk alt upp á
stás.
Tórbjørn byrjaði setanar-
røðuna við at siga, at hann
ongantíð helt, at tað fór at
vera neyðugt við danskari
verju til at seta Føroya Sjó-
mannadag í Klaksvík.
- Í besta føri hevði eg
kanska væntað, at onkur fór
at rópa buhh... eftir mær,
men at fáa sær danska verju
móti útróðrarmonnunum í
Klaksvík - nei, tað visti eg
fór at vera púrasta óneyðugt,
segði hann.
Væl móttikin
Nakrar tímar eftir setanar-
røðuna ringdi vit til lands-
stýrismannin fyri at fregn-
ast, hvussu honum nú hevði
gingist millum norðoyingar
og vitjandi annars á sjóman-
nadegnum.
- Jú, klaksvíkingar eru
ógvuliga blíðir og fyri-
komandi, og eg havi ongar
sum helst óbehagiligheitir
merkt her norðuri, síðan eg
kom norður í morgun. Tvørt-
urímóti. Eg eri ógvuliga
væl móttikin, og fólk eru
óføra prátingarsom, eisini
um tey mál, sum vóru fram-
mi í løgtinginum hesar dag-
ar, nú neistar fuku millum
politikarar
og
millum
politikarar øðrumegin og
útgerðarmenn, fiski-og
útróðrarmenn hinumegin.
Tóbrjørn segði seg hava
møtt fleiri av fiski-og útróðr-
armonnunum, sum vóru í
løgtinginum, og hann segði
seg hava skift orð við hesar
menn um, hvussu man
møguliga kann tillaga fiski-
dagaskipanina, so eingin
ivi verður um, at teir, sum
eru veruligir aktørar í vinn-
uni, fáa bestu og tryggastu
umstøður.
Meira kunning
- Onkur nevndi, at lands-
stýrismaðurin
møguliga
skuldi komið út í økini at
skift orð um tær tillagingar,
sum neyðugar verða innan
karmarnar av fiskidagaskip-
anini. Hetta eru tillagingar,
sum vit eiga at gera, áðrenn
málið um áseting av fiski-
døgum kemur fyri aftur á
løgtingi komandi summar.
Tórbjørn vísir á, at lógin
um vinnuligan fiskiskap
krevur,
at
landsstýris-
maðurin leggur fram upp-
skot um fiskidagar, soleiðis
at hesir eru samtyktir á Før-
oya løgtingi, áðrenn nýtt
fiskiár byrjar 1. september.
- Nú hava vit so stundir
til at fremja tær tillagingar,
sum skulu til fyri, at vinnan
gerst
meira
trygg
við
umstøðurnar, sigur lands-
stýrismaðurin,
Tórbjørn
Jacobsen.
Á hægsta stigi
Sosialurin tosaði eisini við
løgreglumann á Stongunum
beint eftir setanina av Før-
oya Sjómannadegi. Tríggir
løgreglumenn fylgdust hesa
løtu, men hildu seg langt
afturi í fólkarúgvuni – og
langt frá sjálvum røðara-
pallinum,
har
Tórbjørn
Jacobsen helt sína setanar-
røðu.
- Jú, tað er rætt, at hetta
málið hevur verið uppi á
hægsta staði og vent, og
mett hevur verið um umstøð-
urnar. Nú setanarmorgunin
kom, hildu vit útlit vera til,
at alt fór at spæla friðarliga
av, sum tað eisini gjørdi, sig-
ur ein av løgreglumonnun-
um, vit tosaðu við.
Polterabend á sjómannadegi
Onkur helt á Føroya Sjómannadegi, at Heini O. Heinesen, sum var hetjan hjá fiski-og
útróðrarmonnum fríggjadagin, longu hevði fingið minnisvarða á Stongunum. Á veg til
setanina av degnum, møttu vit hesum unga manni, sum stóð í oljuklæðum og sydvesti –
við stórum togenda um kroppin og varpi í hond. Frammanfyri sær hevði hann eitt skelti
við áskriftini: “X við Hoyna – 0%”. Vit fregnaðust, hvussu hetta hekk saman, men
skjótt komu vit eftir, at talan var um ungan mann, sum skal giftast í næstum, og nú
høvdu vinmenn hann til polterabend. Sigast má, at høvið var væl valt – júst á Føroya
Sjómannadegi og við setanina, har nøkur túsund fólk vóru savnað. Líkamikið. Hetta sá
bara heilt stuttligt út, men um ungi maðurin stuttleikaði sær líka væl og tey, sum gingu
framvið honum, sigur søgan einki um.
vilmund
Borgarstjórin bjóðaði øllum føroyingum vælkomnum til
Klaksvíkar at halda Føroya Sjómannadag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Øll vóru blíð við
Tobba í Klaksvík
Málið um setanina av
Føroya Sjómannadegi var
uppi á hægsta stigi og vendi,
men øll útlit vóru til, at alt
fór at tørna væl út, sigur
løgreglumaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stutt eftir setanarrøðuna, var Tórbjørn Jacobsen í práti við
Kristian Martin Rasmussen, reiðara og skipaeigara
Mynd: Vilmund Jacobsen