mánadagur 18. august 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
Forvitnisligt og áhugavert
Eitt, sum rættiliga fangar børnini á Føroya Sjómannadegi, eru mongu kørini við fiskum,
krabbum, krabbagággum, hummarum, krossfiskum, igulkerum og øðrum livandi úr havinum.
Børn og vaksin hugna og stuttleika sær óført og forvitni um, hvussu hesir fiskar og dýr uppføra
seg á lívi, er stórt. Men tað eru so sanniliga ikki bara børnini, sum hava sín stóra áhuga í hesum.
Tú sært foreldur saman við børnum, og tú sært abbar, sum ivaleyst hava drigið mangan fiskin inn
um stokkin, saman við sínum abbabørnum. Børnini stinga armarnar djúpt niður í kørini og taka
eftir fiskunum, sum royna at koma sær undan, og viðhvørt spruttar óført upp úr kørunum. Onkur
torir varisliga at taka ein krabba upp úr, og onkur hættar sær kanska at nerta við onkran
hummara. Hetta er ein møguleiki, sum ikki býðst á hvørjum degi, og tí savna hesi kør við
fiskum, krabbum og skeljum bæði børn og vaksin í hópatali.
vilmund
- Seinastu dagarnir
hava prógvað, at
Føroyar framvegis
eru eitt livandi land
og lívsseigt samfelag.
Tað man vera langt
síðan, at so mikið
hevur verið kjakast
um høvuðsvinnuna
í landinum og um,
hvussu hon skal skip-
ast. Nú tosar hvør
fólkaskúlagenta um
føroyska fiskivinnu,
segði landsstýris-
maðurin, tá hann setti
Føroya Sjómannadag
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen, lands
stýrismaður, vísti í síni
setanarrøðu á Føroya Sjó
mannadegi á lagnufelags
skapin við havið, sum er
endaleysur.
Okkara byrjan var hav
ið, infrastrukturur og mat
kovi. Síðan gjørdist havið
eisini lívsgrundarlagið og
treytin fyri einum alsamt
hækkandi materiellum lívs
virði í oyggjunum.
Hann segði, at yvir tíð
fylgjast útflutningur og inn,
flutningur, og tað skulu tey
helst eisini gera. Annars
verður trot.
Tá at kalla allur útflutn
ingur í landinum er virðis
øking úr havsins tilfeingi,
er tað barnalærdómur, at tit,
sum standa við rulluna,
snelluna, í egningarskúrum,
á troldekki, við reinskering
arborðini og á stjórnarskriv
stovum, eru varpið, sum
heldur tjóðini á materiellu
knattstøðuni.
Landsstýrismaðurin
segði, at tað finst eingin
bygd ella býur í Føroyum,
har fólkið hevur havt ein so
einastandandi møguleika at
fylgja søguligu gongdini í
føroysku fiskivinnuni sum í
Klaksvík.
Ja, heilt frá frælsu høv
um
til
avmarkingarnar
innanvert egið fiskimark –
frá trolveiði í Barentshavi
num, undir Íslandi, Grøn
landi og við Ný Foundland
og húkaveiði um øll norður
høv, heilt frá Nova Scotia
og uppisjóvarvinnu úr Jan
Mayen heilt suður um afri
kanska meginlandið. Váðin
liggur sum ein pottur ímill
um tykkum, og skip og bát
ar fóru og komu úr ymisum
heraðshornum. Lívið frá
bolverkunum og niðaneftir
ávirkaði gerandisdagin hjá
fólkinum í allar mátar, bæði
mentanarliga, sosialt og
helst eisini í andaligum
spurningum.
Tórbjørn vísti á, at fyri
klaksvíkingar og norðoying
ar var alt tað fjara so nær –
ja, úr køksglugganum kun
du møður síggja hvønn
landaðan stert, sum í alt
størri mun legði klípir undir
vælferðarsamfelagið Føroy
ar.
So smátt broyttist alt. Á
havrættarráðstevnum
fór
menn undir at stika høvini
av. Nationalu spísikømrini
skuldu framtíðartryggjast,
og øll fiskiveiða stendur og
fellur nú at kalla við ríki
døminum á egnum havleið
um, partvís skipað í veiði
býti við onnur lond.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at tilfeingið í føroyskum
sjógvi er lógarfest sum ogn
Føroya fólks, soleiðis at vit
og bara vit hava ábyrgdina
av at røkja hetta avmarkaða
tilfeingi – og bara vit hava
rættin til at taka burtur úr
og at áseta tilfeingisrentuna
úr ymsu fiskastovnunum.
Mannasøgan er søgan
um rættindi, ognir og vald.
Tá ið girðingar seta avmark
ingar, koma tvístøður og
stríð. Tilfeingið og veiði
hugur eru á kollisjónskós –
og eiga at vera tað; tí hava
vit latið politisku skipanini
ábyrgdina av at luta brúks
rættin til tilfeingið út á
hvørjum ári.
Og Tórbjørn Jacobsen
nam eisini við stríðið, sum í
seinastu viku var um fiski
dagar:
Tá ið nógv áhugamál
renna saman, sum í máli
num um áseting av fiskidøg
um, sigur tað seg sjálvt, at
neistarnir fúka um hornini.
Hann segði, at fiskifrøð
ingar gerast eksponentar
fyri avmarkingarnar, húka
og trolmenn ynskja sjálvan
di so frælsar ræsir sum gjør
ligt, fiskakeyparar og seljar
ar standa miðskeiðis ímill
um kræsnari keyparaskara,
og veiðiliðið og teir fólka
valdu eru sum lús millum
mangar naglar – millum
frøðingarnar, fiskimenninar
og mest av øllum millum
veljararnar.
Men, sum maðurin
segði; fólkaræðið er hóast
alt tað frægasta av øllum
møguligum og vanligum
stjórnarskipanum.
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at seinastu dagarnir
hava prógvað, at Føroyar
framvegis eru eitt livandi
land og lívsseigt samfelag.
Tað man vera langt síð
an, at so mikið er kjakað
um høvuðsvinnuna í landi
num og um, hvussu hon
skal skipast.
Tórbjørn segði, at tað
plagdu at sita tveir ella trígg
ir vinnunevndarlimir í ting
salinum, tá hetta mikla mál
var til viðgerðar, næstan
líka trivielt sum at síggja
nítiára føðingardagin endur
spældan ár undan ári.
Nú tosar hvør fólka
skúlagenta um føroyska
fiskivinnu, og tingmenn úr
alskyns observansum ditta
sær upp í orðadráttin, og á
lektarunum sita hesir vind
bardu og harðlógvaðu fiski
menninir, ið tykjast eitt
sindur
malplaseraðir
í
metropolinum – umsitingar
býnum – har vaksnir menn
nú eru gerandisklæddir í
slipsi, longum velafrakkum
og nýbustaðum lakkskóm.
Hugurin stendur til miðini
á føroysku havleiðunum.
Landsstýrismaðurin
segði, at áhugamálini skulu
og mega vera ymisk hjá
objektivu vísindini, dyna
miska
og
frælsisviljaða
fiskimanninum – og so hjá
politikarunum, sum sam
svarandi lóg fólksins skulu
stika havmiðini av og frem
ja avmarkingarnar.
Okkurt bendir á, at mon
gu partarnir, sum varða av
høvuðsvinnuni, áttu at sett
seg niður undir minni spent
um viðurskiftum og greinað
viðurskiftini út í æsir – fyri
at leggja kósina eftir tí máli
num, sum hóast alt átti at
verið felags – júst, hvussu
vit áhaldandi fáa sum mest
burtur úr tilfeinginum ár
undan ári, segði Tórbjørn
Jacobsen m.a. í setanarrøðu
síni á Føroya Sjómannade
gi.
Nú tosar
hvør skúla-
genta um
fiskivinnu
Á Stongunum var stórt
morgunmatarborð, har fólk
høvdu høvið at fáa sær ein
kaffimunn aftur við køkum,
bæði fyri og eftir setanina
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Okkurt bendir á, at mongu
partarnir, sum varða av
høvuðsvinnuni, áttu at
sett seg niður undir minni
spentum viðurskiftum og
greinað viðurskiftini út í
æsir – fyri at leggja kósina
eftir tí máli, sum hóast alt
átti at verið felags, segði
Tórbjørn Jacobsen, tá hann
leygarmorgunin setti Føroya
Sjómannadag
Mynd: Vilmund Jacobsen