mánadagur 18. august 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
Elmar
Rubeksen
heimsmeist
ari í egning
Elmar Rubeksen úr
Hvannasundi vann
leygardagin fyrst bæði
føroyameistarakapp
ingina og heimsmeist
arakappingina
Sjómannadagur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Stangabrúgvin var full av
fólki, tá ið egnikappingin
fór í gongd í dag. Veðrið
var gott, og fólk vóru spent
at vita, hvør nýggi føroya
meistarin fór at verða, og
um hesin fór at megna at
vinna á norsku og íslendsku
gestunum.
Fólk heppaðu óført, og
menninir kýttu seg. Kapp
ingin var í tveimum umfør
um, og vinnarin gjørdist
Elmar Rubeksen úr Hvanna
sundi. Ólavur Jacobsen úr
Klaksvík, sum vann kapp
ingina seinasta ár, gjørdist
nummar tvey, og Jógvan á
Lakjuni úr Klaksvík var
nummar trý.
Fremstu
tíðirnar
í
egnikappingini vóru hesar:
Elmar Rubeksen 8,21,61 min.
Ólavur Jacobsen 8,44,30
Jógvan á Lakjuni 8,45,26
Hinar kappingarnar
Kappingina í Kjelving vann
Kári Vitalis úr Klaksvík,
norðmaðurin Kell Evensen
vann føroyameistarkapping
ina í Agnskering, Bjørn Kalls
oy vann bæði kappingina um
at halda dregg og Sjó
manstak.
Miriam og Kári Vitalis vun
nu
hespuvindingina
við
5,00,22 minuttum.
Magnus Jákupson vann
svimjikappingina
fyri
dreingir undir 14 ár, meðan
Kári á Høvdanum vann
svimjikappingina fyri menn
Nú er siglandi norðanfyri Kanada
Nú er siglandi norðanfyri Kanada, úr Baffinsflógvanum eystur móti Alaska
og haðani suður í Kyrrahavið. Men siglingarleiðin kann vera vandamikil, tí
enn eru nógv ísfjøll á leiðini. Kanadisku ísmynduleikarnir siga, at um ein
mánað ella so verður ísfrítt á allari siglingarleiðini, skrivar Jóanis ,Nielsen á
heimasíðu sínari, við tilvísing til KNR. Sambært ísmynduleikunum í USA er
munandi minni ísur í ár enn undanfarin ár. Teir siga, at ísurin tiðnar, til
einaferð í oktober.