Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 tíðindi Nr. 156 - 18. august 2008 Javnaðarflokkurin gongur aftur Í Vikuskiftis Sosialinum hendi eitt mistak. Talan er um eina grein viðvíkjandi spurnarkanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Greinin hevði yvir­ skriftina: »Gerhard sigrar í Sandoynni.« Men hetta ikki er rætt, tí í veruleikan­ um gekk Javnaðarflokkurin nógv aftur í øllum landinum og serliga í Sand­ oynni. Í Sandoynni er tað í veruleikanum so, at Javnaðarflokkurin við Ger­ hardi Lognberg fór frá at hava eina lítla helvt av atkvøðunum hjá teimum spurdu, til at hava umleið ein fimting. Hinvegin er Fólkaflokkurin veruligi vinnarin í Sandoynni, har hann mestsum tvífaldaði atkvøðurnar sambært kanningini, men havast má eisini í huga, at umleið ein fjórðingur av teimum spurdu í Sandoynni ikki vita, hvønn tey høvdu valt, um val var í dag. Fiskiskip í oljuvinnuna sum vaktarskip Nú stórur partur av fiskiflotanum liggur vegna høgar oljuprísir, hava vágbingar, saman við útlendingum, stovnað felagið Orka Offshore, sum hevur til endamáls at bjóða føroysk skip sum vaktarskip í oljuvinnuni. Í farnu viku segði John Henrik Holm, stjóri í Orka Offshore, við Vinnuvitan, at møguleiki verður hjá føroyskum skipaeigarum at leiga skip við ella uttan manning út gjøgnum Orka Offshore. Bæði Nesborg og Sunbeam eru farin til Danmarkar at gerast klár til oljuvinnuna, nú tey skulu virka sum vaktarskip, skrivar portalurin hjá Suðurrás. Ikki færri enn trý lokal listafólk syndu fram í egningarskúrunum á Stangabrúnni Sjómannadagin List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialirin.fo Sjómannadagurin er annað enn fiskur og sjó­manna­ kappingar. Umframt øll hini tiltøkini bar eisini til at uppliva lokala list í tveimum egningarskúrum. Lívið á keiini Í øðrum skúrinum sat lista­ maðurin Livar Nysted fekk sær fegin eitt prát við mon­ gu gestirnar, sum stukku inn á gólvið í skúrinum. Á veggunum hingu vælum­ tóktu hugmyndirnar hjá Liv­ ari Nysted, men hesuferð royndi hann seg eisini við myndum við einum meir politiskum sniði. Í næsta skúrinum hittu vit tær báðar Lydiu Petersen og Jórun Høgnesen. Eyðkendu Klaksvíksmyndirnar hjá Lydiu Petersen prýddu ann­ an veggin, meðan lívið á keiini sett dám á myndirnar hjá Jorun Høgnesen hinu­ megin. Til dagsins høvi hevði Jórun Høgnesen eisini tikið eina av sínum fyrstu mynd­ um við, sum ógvuliga hósk­ andi ímyndar lívið í einum egningarskúri á Stangabrún­ ni. Við sangi, sketsjum og speiksum prikum var Klaksvíkar Sjónleika­ rafelag veruliga aftur í sinum gamla elementi á Sjómannadegnum við kabarettini Gloymd Grýta Kabarett Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Væl fleiri enn túsund fólk løgdu leiðina framvið nýggju brandstøðini Sjómannadag­ in, har leikarar í Klaksvíkar Sjónleikarafelag undirhildu við kabarettini Gloymd Grýta. Upplýsandi og undirhaldandi Kabarettin byrjaði við eini fínari stummsenu um, tá Klaksvíkin fekk navn. Við eyðkendu, títtu stummfilmar­ ørslunun og hartil hóskandi tónleiki, varð tíðin skrúvað 100 ár aftur á sera sannføran­ di hátt. Harfrá tóku leikarar­ nir áskoðararnir framvið øll­ um frá eingilskmannadansi og læknastríði til ørligu 80ini og bankakreppuna. Seliga í kreppusketsjuni vístu Rudolf Joensen og Jógv­ an Brim seg sum sannar meistarar, tá tað ræður um kabaretleik. Eisini hevði ein av býar­ myndunum í Klaksvík, John Reid Bjartalíð, fingið gott pláss í kabarettini í eini sera væleydnaðari sketsj, har loka­ li tíðindamaðurin kunnar Út­ varp Føroya um hendingar norðuri í Klaksvík. Soleiðis vóru allatíðina nýtt ymisk snildi, sum bæði gjørdu kabaretttina upplýsan­ di, samstundis sum undirhald­ ið var í hæddini. Sannur kabaretdámur á Sjómannadegnum Við kabarettini Gloymd grýta vístu leikarar í klaksvíkar sjónleikarafelag seg enn einaferð sum sannar meistarar innan kabaretleik List í egningar- skúrunum Fryntligi listamaðurin Livar Nysted fekk sær fegin eitt prát við mongu gestirnar, sum stukku inn á gólvið í egningarskúrinum at hyggja at hansara málningum