mánadagur 18. august 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 18. august 2008
LÝSINGAR 35
Íbúð ynskist
Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til
eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um.
Ring á tlf. 211322
Fráboðan um
umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
tann 14. juli 2008, við heimild í grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum
broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, og
kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, nr. 4 og 4a,
seinni broytt í grein 5, nr. 1 og 4 í kunngerð nr. 90 frá
28. september 2007, hevur góðkent:
Smoltstøðina hjá P/F Vestlax á Viðareiði (S-21)
Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvis-
stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin
við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast
Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í
seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni
hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo.
UMHVØRVISSTOVAN
Matútkoyring og
koyritænastur
til pensjónistar í Tvøroyrar, Hvalbiar,
Famjins og Sumbiar Kommuna
Tvøroyrar, Hvalbiar, Famjins og Sumbiar Kom-
muna hava avgjørt at samstarva á eldraøkinum
við tí endamálið at økja tænastustøðið fyri tey
eldru í kommunum.
Sum eina avleiðing av hesum kann Sosiala Deild
bjóða hesar tænastur:
• Pensjónistar hava nú møguleika fyri at fáa eina
heita máltíð um dagin koyrda heim til sín allar
gerandisdagar. Maturin verður gjørdur á
Suðuroyar Sjúkrahúsi og verður koydur út um
døgurðaleitið. Prísurin fyri hvørja máltíð er 25 kr.
(35 kr. aftaná 1. august 2008) + 10 kr. fyri
útkoyringina. Tey, sum ynskja at gera brúk av
hesari tænastu, vera biðin um at seta seg í
samband við heimahjálpina á tlf. 373907.
Tænastan er treytað av tørvi. Heimatænastan
metir í hvørjum einstakum føri um tørvin.
• Pensjónistar hava eisini møguleika fyri at fara
til eldra-hugna í høllini í Trongisvági. Áhugaði
kunnu seta seg í samband við Annu Sólrun Djur-
huus fyri at fáa meira at vita.
• Pensjónistar hava møguleika fyri at fáa koyring
til og frá eldrahugna. Hendan tænastan kann
eisini brúkast til onnur endamál. Tildømis um
pensjónistar hava brúk fyri at fara til frisør,
fótterapeut, lækna ella líknandi. Tey sum ynskja
at gera brúk av hesari tænastuni kunnu seta seg
í samband við Mikjal Paula Johansen á tlf
226566.
Treytirnar fyri at fáa hesar tænastur er, at ein er
67 ár og fólkapensjónist ella er fyritíðarpensjón-
ist.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Pedagogur til Sambýlið á Bóndaheyggi 14
Søkt verður eftir pedagogi til Sambýlið á
Bóndaheygi 14 til setan 1. oktober, ella
eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv við skiftandi
arbeiðstíðum. Arbeitt verður í dag-,
kvøld-, nátt-, og vikuskiftisvaktum
(3.hvørt vikuskifti) og serstakar frídagar.
Sambýlið á Bóndaheygi er heim hjá 5
búfókum. Endamálið er at skapa eitt
trygt, mennandi heim og umhvørvi fyri
hvørt búfólk. Í sambýlinum arbeiða 10
starvsfólk.
Førleikakrøv
• vera sálarliga og likamliga væl fyri
• fara til ymisk tiltøk við búfólkunum
• arbeiða sjálvstøðugt
• samstarva við aðrar fakbólkar
• kunna taka ábyrgd og avgerðir í
arbeiðnum
Vit bjóða
• menningarmøguleikar
• ávirkan á innihaldið í arbeiðinum.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag. Um pedagogur, ið
frammanundan er tænastumaður, verður
settur í starvið, heldur tænastumanna-
setanin fram, og verður lønin sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Pedagogfelag. Um eingin peda-
gogur søkir starvið, verður starvið sett við
hjálparfólki sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála-
ráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og
deildir undir tí.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja til
tlf. 211968.
Umsókn
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og
C.V. skal sendast til:
Sambýlið á Bóndaheygi 14
100 Tórshavn
Stílað: Leivur Holm
Umsóknarfreist: 1. september 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Lesið
-tað loysir seg
Renault Laguna til sølu
Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu-
spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er
skrásettur í Føroyum og er góður at koyra.
Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting.
Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081
Bíliga
til sølu