Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 157 - 19. august 2008 føroyingar í usa Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Vinskapurin hjá teimum báð­um stavar tó ikki frá Havnini, men úr California vestast í USA. Tær hava báð­ar eina áhugaverda søgu. Mary er tann eldra av teimum. Hon er ættað­ av Nesi í Eysturoynni og giftist við­ Knút Olsen úr Havn. Hann var sonur Hedvig og Jóhannes Juul Olsen, sum búð­u úti á Reyni í Havn. Her búð­u Knút og Mary eisini fyrstu árini. Knút var yvirmað­ur hjá Mærsk og var skipari í mong ár. Á veg heim til Føroya í september 1970 var hann í flogfarinum, sum datt nið­ur í Mykinesi. Hann kom tó hampiliga væl burt­ ur úr tí. Í 1971 fær Knút til arbeið­is at vera ”port­ captain” hjá Mærsk í USA. Fyrst var hann eina tíð­ í New York, men flutti so yvir til San Francisco. Hansara arbeið­i var at skipa fyri lossing og lasting, tá ið­ skip­ ini hjá reið­arínum komu inn. Knút var roknað­ur av Mærsk fyri at vera sera dugnaligur í sínum arbeið­i. Hetta gjørdi so tað­, at Mary saman við­ yngsta soninum Johannes Juul flutti til USA, har hon kom at búgva í eini 30 ár. Kom inn í Demokratiskt umhvørvi Diddan er dóttir Onnu f. Samuelsen, ættað­ úr Lorvík, og Otto Brimheim í Havn. Hon kom á fyrsta sinni til USA sum 20 ára gomul í 1965. Hon hevð­i fyrst verið­ í Onglandi, men fekk so eitt arbeið­i sum aupair genta hjá eini familju í høvuð­s­ stað­num í USA, Washington D.C. Samstundis, sum hon passað­i børn, gekk hon í skúla. Mað­urin í húsinum var løgfrøð­ingur. Eitt av hansara arbeið­um var at vera ráð­gevi hjá Joe Tydings, sum var limur í senatinum fyri Maryland, sum er ein grannastatur hjá Washing­ ton. Hann umboð­að­i demo­ kratiska flokkin, og tað­ sama gjørdi adoptivipápi hansara Millard Tydings und­ an honum. Hann var limur í umboð­smannatinginum 1923­27 og í Senatinum 1927­51. Sjálvur var Joe limur í senatinum 1965­71. Hetta heim var tískil sera nógv merkt av politikki. Nógv var eisini tosað­ um politikk við­ hús. Diddan kom hesa tíð­ina at fáa eitt gott innlit í amerikanskan politikk. Hon fekk ”pass” til senatið­ og plagdi at síggja Kennedybrøð­urnar Edvard og Robert og að­rar kendar politikkarar. Robert stílað­i jú eftir at verð­a forseti men varð­ myrdur í 1968. Edvard er framvegis limur í Senat­ inum. Eisini fekk Diddan atgongd til hægstarætt og slapp tá eisini at síggja, hvussu amerikanska rættar­ skipanin virkað­i. Hetta skapti ein serligan áhuga fyri politikki hjá Didduni, og hon gjørdist ein sannførdur stuð­ul hjá Demokratiska flokkinum. Hon plagdi eisini at vitja Smitsonian Institute, sum umboð­ar 19 søvn og 5 granskingarmið­deplar bert í Washington umframt ein hóp av stovnum um alt USA. Hetta var eisini stak læruríkt. Her kom Diddan fyrstu ferð­ at smakka burgara, og sá eisini fyrstu ferð­ eina teldu. Hon var tó so stór, at hon fylti eitt heilt rúm! Í Washington kom Didd­ an saman við­ eina føroyska gentu, Hildigarð­ úr Sumba. Hon arbeiddi sum húshjálp á donsku sendistovuni í Washington. Her arbeiddi eisini tá ein kendur føroy­ ingur, nevniliga Einar Kalls­ berg, sum stórar vónir vóru settar til í Føroyum. Men tíverri doyð­i hann í besta aldri. Hildigarð­ og Diddan avráð­a sínamillum, at tær skuldu søkja inn á sjúkra­ systraskúlan í Føroyum, og tær verð­a báð­ar upptiknar. Fær samband við Mary Tær koma so heim aftur til Føroyar. Her møtir Diddan ein ungan amerikanara, sum hevur sivilt arbeið­i í Mjørka­ dali. Tey giftast í Føroyum. Tey fluttu fyrst til Skot­ lands, har tey búsettu seg norð­anfyri Aberdeen, og vóru har í hálvtrið­ja ár. Í Skotlandi fingu tey síni fyrstu børn, Scott og Anna. Í november 1972 flyta tey til USA. Í fyrsta umfari bú­ setast tey í Kansas City, hað­­ ani mað­urin var ættað­ur. Tey flyta til California í 1974, og tá er tað­, at tey fáa samband við­ Knút og Mary. Diddan hevð­i hoyrt um tey í Føroyum og hevð­i fingið­ teirra telefonnummar. Tey vóru eisini nærum grannar. Tað­ kann tað­ kallast í Amerika, tá ið­ tað­ bert eru 45 minuttir at koyra. Diddan ringir so til Mary, sum bjóð­ar teimum at koma inn á gólvið­. Hetta var byrj­ anin til teirra lívslanga vin­ arlag, sum millum annað­ hevur merkt, at Diddan hevur búð­ hjá Mary, nú hon hevur verið­ heima í Før­ oyum. Stutt eftir fekk Diddan annars vitjan av Karen Wel­ lejus. Hon er dóttir tann kenda danska radiohandlar­ an Fritjof Wellejus, sum var tann fyrsti, sum seldi radio í Føroyum. Hon var farin til Danmarkar undan krígnum, men var ein av teimum, sum ikki slapp heim aftur. Hon hevð­i kent Súsannu, systir Knút, og tann vegin komu tær at kennast. Karen var so eisini gift við­ amerik­ anara og búsett í Kansas City. Hon verð­ur 85 ár í næstum. Diddan kom nógv saman við­ Mary og Knút, og tey eru eisini faddrar hjá yngstu dóttir hennara, Miu Kristinu. Demokratiski flokkurin Framvegis var Diddan ein íð­in stuð­ul hjá demokratiska flokkinum. Men her var hon sera ósamd við­ Knút, sum sá stórt bæð­i í Nixon og Reagan, men tey vóru líka góð­ir vinir fyri tað­. Diddan er ikki amerik­ anskur ríkisborgari og sleppir tí ikki sjálv at velja. Men hon kann sannføra onnur. Í fyrsta umfari hevur tað­ verið­ hennara egnu børn, sum eisini taka undir við­ hennara flokki. Her skal fyrst sigast, at valið­ í USA er ikki bert eitt forsetaval. Tað­ er ein rúgva Diddan úr Havn arbei Nú um dagarnar hittu vit í Havn vinkonurnar Mary Olsen og Elsuba Ellis f. Brimheim, vanliga kallað Didd­ an. Tað serliga við Elsubu er, at hon er ein av teimum mongu í USA, sum gera ein innsats fyri at fáa Barack Obama valdan til forseta í USA Frá vinstru: Súsanna, systir Knút, Mary og Diddan Diddan býr í Truckee í California nærindis markið til Nevada Síggj brot úr Tóroddur Poulsen filmi Á heimasíð­uni hjá Bluebird Film er eitt brot nú at síggja úr nýggja filminum hjá Katrin Ottarsdóttir um Tórodd Poulsen Til ber at downloada filmsbrotið­ á leinkjuni http://www.bluebirdfilm.dk/fo_index.html ”Ein regla um dagin má vera nokk” er heitið­ á filminum, sum er eitt portrett av rithøvundanum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen. Filmurin verð­ur frumsýndur mikukvøldið­ 17. september og hóskvøldið­ 18. september á Bryggjuni, Strandgade 91, í Keypmannahavn. Føroysk frumsýning verð­ur eftir ætlan í oktober í sambandi við­ filmsstevnu í Norð­urlandahúsinum.