Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 157 - 19. august 2008 ðir fyri Obama av umboðum, sum skulu velj­ast til ymiskar stovnar umframt til tingið, sum hevur sæti í Capitol í Washington. Millum annað eisini dómarar, sheriffar, so tað er nóg mikið at seta seg inn í og at taka støðu til. Diddan var annars eisini virkin til seinasta forsetaval, og er tað kanska enn meira nú. Fyrsta stigið í einum slíkum vali er undanvalini, sum vit hava hoyrt so nógv um í vár. Fyri at sleppa at velj­a skal hvør velj­ari skrá- setast. Hann kann velj­a at lata seg skráseta sum republ- ikanskur, demokratiskur ella óheftur velj­ari. Til sj­álvt forsetavalið bindir hetta kortini ikki. Mannagongdin er tann, at fyrst skal roynast at fáa flest møguligar velj­arar at skráseta seg, helst hj­á sínum egnu flokkum. Til undanvalini kunnu velj­arar so bert velj­a valevni fyri tann flokk, har teir eru skrásettir. Stuðlaði fyrst Hillary…. Síðan er tað avgerandi hj­á einum virknum floksstuðli at fáa valt sítt valevni í flokk- inum. Til hetta forsetavalið var Diddan í fysta umfari stuðul hj­á Hillary Clinton, sum upprunaliga var greiður favorittur at gerast demo- kratiskt forsetavaleni. Uppgávan er so at fara frá fólk til fólk og royna at sannføra tey um dygdina á j­úst sínum valevni. Við teldu- tøknini verður hetta eisini gj­ørt við at senda teldupost til tey ein kennur, og so at fáa tey at senda hann víðari til fólk, sum tey kenna. Diddan hevur eisini verið á velj­arafundi saman við Hillary og hevur heilsað upp á hana. Hon var eisini rættuliga imponerað av Hil- lary. Hon hevði eina fram- løgu upp á ein tíma uttan manuskript og uttan at hakka í tí. Aftaná vóru spurningar, og hon stóð ikki føst í nøkrum teirra. Diddan heldur, at hon kundi verðið ein góður forseti. Tað var tó ymiskt, hvat børnini hj­á Didduna atkvøddu, hóast tey øll valdu ein demokrat. Eitt teirra atkvøddu fyri Hillary Clinton, eitt fyri Barack Obama og eitt fyri John Edvards. John Edvards kom ikki langa leið í stríðnum, áðrenn hann gav upp. Hann hevur verið nevndur sum varaforsetaevni. Men eftir, at hann er tikin við ”buks- unum niðri” saman við ein- um øðrum konufólki, sam- stundis sum hann hevur eina kreftsj­úka konu, er hann úti av myndini! Hillary vann í Californina og øðrum stórum statum, men hetta var ikki nóg mik- ið. Tað verður tosað um, hví Hillary hóast alt tapti. Hetta heldur Diddan vera j­aulosi ella øvundsj­úka. Tey eru nógv, sum ikki kunnu torga Hillary, summi enntá hata hana. Av einum konufólki at vera í poltikki er hon j­ú ógvuliga brasin. Øll møgulig ósaklig argument hava verið brúkt ímóti henni. Millum annað, at hon brúkar mannin Bill sum lopfj­øl fyri at koma framat, hóast hon saktans kundi klára seg eins væl utt- an hann. Her er snøgt sagt talan um ta sokallaðu j­antu- lógina. …..men stuðlar nú Obama Nú stuðlar Diddan so Obama av heilum huga. Hann hevur eisini havt eina merkisverda karrieru. Pápin er úr Kenya, og Obama hevur búð mong ár í Indon- esia, hagar mamman varð gift. Hon er deyð nú. Hj­á Didduni er tað sera umráðandi at fáa ein demo- krat til forseta. USA hevur nú í átta ár eftir hennara tykki havt ein ódugnaligan forseta, hvørs høvuðsavrik hevur verið at bróta niður ta lóg- gávu, sum demokratarnir hava bygt upp í ártíggir. Tað er ein sannroynd, at demo- kratiski flokkurin hevur stað- ið fyri teimum nýskipanum til verj­u av borgarunum, sum eru framdar á lóggávuøkinum í USA tey nógvu seinastu árini, heilt aftur til Roosevelt í 1930-unum. Kríggið í Irak hevur verið ein vanlukka, sum er bygd á ósannindi hj­á Bush og hans- ara monnum. Hetta hevur eis- ini gj­ørt heimin nógv ótrygg- ari. Álopið á Afganistan var hinvegin í lagi, tí tað var próv- fast, at hiðani varð skipað fyri yvirganginum 11. sep- tember 2001. Barack Obama verður uttan iva kosin forsetaevni á floksráðstevnuni seinast í august. Spurningurin er so, hvønn hann fer at velj­a sær sum varaforsetaevni. Tað er stórur spenningur um hetta, og nógvar gitingar eisini. Hillary hevur verið uppá tal, men tað verður neyvan hon. Diddan heldur, at Wes- ley Clark er tann best egn- aði. Hann er generalur, og hevur verið ovasti fyri amer- ikansku deildirnar í Europa. Tí hevur hann eisini skil á uttanríkispolitikki, kanska meira enn Obama sj­álvur. Skitið valstríð Eitt er at gerast valevni. Eitt annað er at verða valdur. Hetta verður eitt hart toyggj­. Amerikansk valstríð eru kend fyri at vera sera skitin, og serliga er hetta galdandi fyri republikanska høgra- vongin, har einki vápn er ov groft. Tað eru í hesum døgum komnar út tríggj­ar bøkur, hvørs endamál er útspilling av Obama. Ein av hesum er enntá komin á bestselj­ara- listan í USA. Hesar kreftir føra seg fram við tilvitandi ósannindum. Eitt av hesum er, at Obama er muslimur. Hetta verður sj­álvsagt gj­ørt fyri at skaða hann. Fólk eru so óupplýst, at nógv trúgva tí, hóast Obama alment er kristin. Við seinasta kongressval í USA fingu demokratarnir meirilutan. Hetta hevur verið eitt framstig, so Bush ikki kundi gera j­úst, sum tað passar honum. Vansin er tó, at forsetin kann nýta sýting- arrættin, um eitt uppskot ikki er samtykt av 2/3 av atkvøðunum. Hesa ferð skal alt umboðsmannatingið velj­- ast av nýggj­um og triðingur av senatinum. Valskeiðið hj­á umboðmannatinginum er bert tvey ár, meðan tað er seks ár hj­á senatslimum. Schwarzenegger ikki so galin Fyri nøkrum árum síðani var skilið í Californina so ringt, at demokratiski guvernørurin Gary Davis varð settur frá. Hetta endaði við, at sj­ónleik- arin Arnold Schwarzenegger varð valdur til guvernør um- boðandi republikanska flokk- in. Tað mundu vera fleiri, sum ivaðust í førleikan hj­á honum, og tey spurdu, um hann hevði annað enn muskl- ar at vísa á. Hann var j­ú kend- ur sj­ónleikari sum ”super- maður.” Tað hevur tó víst seg, at hann hevur ikki verið so galin. Hann hevur víst seg at vera hógligur og semj­usøkj­- andi. Kanska hevur tað sína ávirkan, at kona hansara er úr sj­álvum hj­artanum í demo- kratiska flokkinum. Hon er nevniliga systirdóttir Ken- nedybrøðurnar. Hon hevur eisini boðað, at hon stuðlar Obama til forsetavalið. Tað verður sagt um Schwarzenegger, at hann er ein demokratur í republik- anskum klæðum. Mary aftur til Føroyar Knút legði frá sær hj­á Mærsk í 1991. Tá fluttu tey norður til Seattle-leiðina við markið til Canada, har tey fingu sær eini hús, sum lá út til sj­ógvin. Knút fekk sær bát, so hann kundi fara á flot. Her fingu tey eisini vitj­an av Didduni. Hetta gekk eisini væl, til Knút gj­ørdist sj­úkur. Tískil fluttu tey heim til Føroyar í 2001. Hj­á Knúti gekk støð- ugt afturá, og hann doyði í 2003. Mary býr nú í eini hugna- ligari íbúð í Dalatún mitt í Havnini. Hon eigur trý børn, sum búgva í hvør sín- um heraðshorni. Niclas býr í Føroyum, Hedvig í Dan- mark og Johannes Juul í Californina. Diddan hevur verið heima í summar. Her hevur hon arbeitt sum sj­úkrasystir og hevur búð hj­á Mary. Tær hava rættuliga kunnað tosað saman um ta góðu tíðina, tær plagdu at koma saman í USA. Men nú fer Diddan heim aftur. Hon býr uppi í fj­øllun- um í Californina í einum eftir amerikanskum viðurskiftum lítlum býi Truckee, har tað búgva 15.000 fólk. Hennara trý børn og tvey ommubørn búgva eftir amerikanskum viðurskiftum ikki langt burtur. Tey klára seg annars hampuliga á føroyskum. Tey vóru fýra systkin hj­á Didduni. Maud og Svenn eru deyð. Á vegnum heim fer hon fyrst at vitj­a systir sína Lis Mari, sum býr í Noregi. Síðan fer hon í Danmark eisini at vitj­a sína 100 ára gomlu bragdligu mostir Katrinu við Keldu. Heima í California verður nóg mikið at gera hj­á Didd- uni at fáa Obama valdan. Vit onnur kunnu bert vóna, at hetta fer at eydnast! Mary og Knút í USA Fyrst stuðlaði Diddan Hillary Clinton…. ….men nú arbeiðir hon av øllum alvi fyri Barack Obama Noreg misrøkir oljuna Norðmenn kundu fingið meiri burtur úr olj­uævintýrinum. Tað heldur í hvussu er granskarin Kj­ell Aleklett, sum er olj­userfrøðingur á lærda háskúlanum í Uppsala í Svøríki. Hann vil vera bvið, at norðmenn hava alt ov stóran skund við at pumpa olj­una upp úr undirgrundini, og tað ger, at teir noyðast at selj­a olj­una fyri minni, enn teir kundu fingið seinni. Harafturat minka norsku olj­ugoymslurnar í undirgrundini skj­ótari enn neyðugt, sigur svenski granskarin. Ovurstórur inntøkumunur Tað er væl kent, at norðari partur av Italia er nógv betur fyri fíggj­arliga enn tann syðri parturin, og ein nýggj­ kanning staðfestir, hvussu stórur munur veruliga er á inntøkunum í teimum báðum økj­unum. Í norðuritalsku kommununi Ayas i Valle d’Aosta, sum er tann ríkasta i landinum, er meðalinntøkan oman fyri 66.000 evrur ella 490.000 krónur. Í teirri fátækastu kommununi, Plati i Reggio Calabria, sum er har suðuri í landinum, er meðalinntøkan beint oman fyri 4.000 evrur ella smáar 30.000 krónur.