týsdagur 19. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 157 - 19. august 2008
Skal ein flokkur bjóða
eitt løgmansevni
fram, má hann standa
saman um formannin.
Hesin skal eisini duga
at hevja seg upp um
gerandisklandur
og agg. Hetta sigur
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur,
í práti um formenn
og løgmansevni í
føroysku flokkunum
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Teir fýra størstu flokkarnir í
føroyskum politikki eru
sera ymiskir og hava hvør
sína eyðkenda floksmentan
og søgu. Vit hava prátað við
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðing, um leiklutin hjá
einum formanni og løgman
sevni, um hví teir borgarligu
hava so ilt við at vísa á eitt
løgmansevni og hví løg
maður hevur so stóra undir
tøku, eisini í hinum flokkun
um. Stutt sagt: Eitt prát um
løgmenn og formenn í teim
um fýra størstu flokkunum.
Vit leggja fyri við at
spyrja, hví Jóannes fær so
stóra undirtøku?
Hann er tann savnandi
figururin, tí hann fær aðrar
flokkar afturat sær. Til døm
is tá ið Jóannes Eidesgaard
meldaði út, at klassastríðið
er av. Hetta var júst í trá við
javnaðarflokkarnar í hinum
londunum, sum royna at
nærkast miðjuni, fyri á tann
hátt at tekkjast hinum. Og
taka vit Visjón 2015, so
kann man siga, hvat man
vil um tað, men tað gevur
eina auru av einum leiðara,
sum hugsar fram í tíðina.
Hóast hann er ringur at
samanbera við Atla P. Dam,
so hevur hann “statsmans
aura” – hann fyllir nógv og
er klárt formuleraður. Tað
alfaðirliga hjá Alta P. Dam
finna vit neyvan aftur, tað
sóu vit týðuliga á valinum í
1984, tá valið á fyrsta sinni
varð sent í sjónvarpinum og
flokkurin gekk nógv fram.
– Men Jóannes Eidesgaard
er kanska meira upptikin av
at vera løgmaður hjá øllum
fólkinum, og hetta kann
geva trupulleikar innanhýsis
í flokkinum, tá hann ikki
bara førir reinan sosialistisk
an politikk. Tá man er meira
avrundaður og ikki so mark
antur, kann tað ørkymla inn
anhýsis. Men samstundis
verður hann lættari hjá øðr
um at góðtaka.
– Og hetta hevur kanska
júst verið trupulleikin hjá
Høgna Hoydal, sum fær
nógvan stuðul úr sínum
egna flokki: at hann hevur
verið meira upptikin av at
føra tann rætta flokspolit
ikkin. Hetta hevur eisini
verið neyðugt hjá honum,
sum nýggjur formaður, at
fólk kenna hann sum ein,
sum vil rættan politikk.
Kanska liggur tað eisini í
kortunum, at Tjóðveldi skal
ikki hava løgmann, meðan
Javnaðarflokkurin
hevur
traditión fyri at hava løg
mann. Hetta sæst eisini
aftur í tølunum frá veljara
kanningini: Hinir vilja ikki
hava Høgna Hoydal til løg
mann, og minnist meg rætt,
so vilja hinir flokkarnir
heldur ikki í samgongu við
Tjóðveldi, sigur Jógvan
Mørkøre.
Greiður leiðari
Men hví hevur Jóannes Eid
esgaard,
løgmaður,
so
nógva undirtøku í nýggjastu
veljarakanningini?
Jógvan Mørkøre greiðir
frá, at styrkin í Javnaðar
flokkinum hevur verið, at
hinir gjarna vilja samstarva
við flokkin, og at flokkurin
hevur verið samdur um,
hvør stendur á odda.
Ongin hevur bjóðað
Jóannesi av, og tað hevur
ikki ligið í kortunum, at
nakar
annar
skal
vera
formaður ella løgmansevni.
Flokkurin hevur eisini verið
sera tilvitaður um hetta,
millum annað við at koyra
hann fram við stórum plak
atum í valstríðunum, sigur
Jógvan Mørkøre. Hann vís
ir eisini á, at í hinum flokk
unum hava hinir ikki verið
so týðiligir.
Kanska Høgni Hoydal,
men hann var so ungur og
óroyndur og skuldi brúka
nógv ár til at arbeiða seg
fram, so eisini hinir lærdu
hann at kenna. Og Samband
ið kann ikki semjast um,
hvør skal vera formaður, so
har er myndin eisini ógreið.
Kappingin hevur einamest
verið frá Annfinni Kallsberg,
men tá ið hann verður svart
listaður í 2004, fær Jóannes
vind í seglini. Hóast Annfinn
hevur eitt kanónval, kann
hann hvørki gerast løgmaður
ella koma í landsstýrið. So
tað gevur seg sjálvt, sigur
Jógvan Mørkøre.
Veljararnir flýggja
Men hvussu ber tað til, at
hann varðveitir stuðulin,
meðan flokkurin gongur so
nógv aftur?
Fyrrverandi veljarakann
ingar benda á, at Javnaðar
flokkurin missur, tá ið flokk
urin fer í samgongu við
flokkum, sum veljarin tekur
frástøðu frá. Hyggja vit
eftir tølunum fyri samgongu
ynskir yvir tíð, so síggja
vit, at javnaðarveljarar vilja
samstarva við heimastýris
flokkar,
greiðir
Jógvan
Mørkøre frá. Og hann for
klárar víðari, at skaðin hend
ir, tá flokkurin fer úr einari
borgarligari samgongu yvir
í eina sjálvsstýrissamgongu.
Í báðum førunum fer flokk
urin yvir til fíggindan.
Í hesari veljarakanningini
missur flokkurin heima
stýrisveljarar í Suðuroynni,
umframt at stríðið í sam
bandi við uppstillingina har
hevur kostað. Og aftaná
seinastu mánaðirnar við
Gerhardi Lognberg í Sand
oynni, er flokkurin eisini
farin burtur í onki har. So
her minkar flokkurin nógv í
tveimum sterkum økjum.
Samstundis vísa tølini, at
tey, sum vilja hava Jóannes
til løgmann, ikki eru iva
samir ella óstøðugir veljar
ar, men stabilir veljarar úr
øllum flokkum, sum kanska
síggja hann sum nakað
støðufast, tá alt annað er
farið á flog, sigur Jógvan
Mørkøre.
Gev honum tíð
Hvør er so trupulleikin hjá
teimum borgarligu?
Í Fólkaflokkinum er tað
sera týðuligt. Jørgen Niclas
sen hevur verið lokalpolit
ikkari og hevur einamest
profilera seg við vágatunlin
um. At førka seg yvir til at
fevna
øllum
landinum,
kann taka tíð, tí hitt hongur
enn við. Hann hevur mestan
stuðul í Vágum, men slær
ikki ordiliga ígjøgnum á
landsplani. Tí skal Fólka
flokkurin royna at standa
saman um hann, og geva
honum ta tíð sum skal til,
skal hann koma seg. Anfinn
Kallsberg fyllir framvegis
nógv í myndini, og tá hann
er burtur, fær Jørgen kanska
meira pláss.
– Men tað er givið, at hann
er ein politikari, sum skal
hava ein savnandi flokk um
seg. Hann er skjótari at fara í
konfrontatiónir
og
at
speireka hinar, í mun til
løgmann, sum ikki luttekur í
slíkum. Hann lenar seg har
afturímóti afturá og hevjar
seg uppum slíkt, meðan
Jørgen er við í næstan
hvørjum slagsmáli. Hetta
forklárar eisini, hví Jóannes
Eisdesgaard fær undirtøku
frá øðrum, akkurát sum
Annfinn
eisini
fekk
undirtøku frá øllum flokk
unum. Men tilgongdin er
eisini týdningarmikil. Jørgen
kom til við kampvali, og
sárini eru ikki heil enn. Men
seinast var ongin mót
kanditatur, so fær hann frið
in, kann tað eydnast. Eitt
alternativ kundi verið Jacob
Vestergaard, sum fekk nógv
ar atkvøður við seinasta val.
Líkið í lastini hjá Jørgen, har
hann bleiv frákoyrdur sum
landsstýrismaður
liggur
eisini enn og bíðar. Eins og
við Jóhan Dahl úr Sam
bandsflokkinum liggur press
an bara og bíðar eftir at grava
tey fram aftur. Hetta kann
vera trupulleikin við toppolit
ikarum, sum hava eina
fortíð. Ta løtuna, tey koyra
Jørgen fram aftur sum lands
stýrismann ella løgmann fer
pressan eftir honum, og óan
sæð um tað er rætt ella
skeivt, so er tað fullkomuliga
oyðileggjandi fyri ein kom
andi toppolitikara. Í so máta
er pressan náðileys og virkar
sum fjórða statsmaktin. Ivin
kemur ikki ákærda til góðar,
tí skulu tað vera rein fólk,
sum flokkarnir koyra fram.
Annfinn náddi næstan at ger
ast pínslaváttur, men hann
var
eisini
so
sterkur
frammanundan. Hesa styrki
hevur Jørgen ikki víst enn.
Hann skal hava eini tvey ár,
og so síggja vit, um hann
heldur til eitt komandi val.
Anfinn lá ikki so høgt í byrj
anini, men hann kom upp, tá
hann gjørdist løgmaður. Og
Jørgen kann saktans koma
fram í einari forhandlings
støðu.
Undirgrava Kaj Leo
Jógvan Mørkøre vísir á, at í
Sambandsflokkinum
er
trupulleikin áhaldandi stríð
ið, sum verið hevur, líka
síðan Pauli Ellefsen fór frá.
Flokkurin gongur í fleiri
bólkum, sum allir bíða eftir
at hevna hvønn annan.
Hetta er prísurin fyri ferð
eftir ferð at sáa iva um
evnini hjá Kaj Leo Johanne
sen við at blíva við at bjóða
honum av. Tá setur tú spurn
artekin við, um hann er
tann rætti. Tá ið tann, sum
bjóðar seg fram, fær undir
tøku fyri hesum, er tað tað
sama sum at siga, at formað
urin er ikki førur fyri at
fevna allan flokkin. Hetta
er eisini signalið, sum verð
ur sent út um flokkin; at hes
in er ikki førur fyri at leiða
landið. Høvdu teir ein rætti
ligan krúnprins ella –prin
sessu, var hendan støðan
ikki íkomin, tí Sambandið
er vanliga ein siðiligur og
hampiligur flokkur, sum
heldur vil harmoni enn kon
flikt, sigur Jógvan Mørkøre,
sum heitir á Sambandsflokk
inum um at binda frið, um
teir vilja hava løgmann.
Og um nakar hevur sátt
iva um evnini hjá Kaj Leo
Johannesen, so er tað flokk
urin sjálvur. Spurningurin
er, um tað ber til at bjarga
honum. Bárður Nielsen var
eitt gott boð, men hann
hvarv. Og Jóhan Dahl hevur
trupulleikan, at hann bleiv
vippaður út av løgmanni.
Men tað nýtist ikki at
merkja, at hann als ongan
møguleika hevur, tí vit hava
áður sæð fólk fáa eitt come
back.
Hvussu er við krún
prinsum –prinsessum?
Tað er munur á einum eftir
fylgjara ella krúnprinsi og
so einum avloysara. Ein
krúnprins finnur man sær, tá
tíðin líður móti endanum og
onnur mugu taka við. Hann
verður ofta borin fram av tí,
sum hevur valdið, og skal
ikki stríða seg fram. Í
Javnaðarflokkinum
hevur
spurningurin ongantíð verið
aktuellur, tí ongin hevur
nakrantíð
verið
koyrdur
fram. Teir kundu tó lært av
trupulleikunum í Fólkaflokk
inum og hjá Sambandinum,
og fyrireika onkran nýggjan
at seta við. Hetta ger man í
øðrum flokkum, har for
maðurin nærum peikar ein
eftirfylgjara út. Um man
ikki ger tað, er vandi fyri, at
tað verður tilvildarligt og at
innanhýsis stríð uppstendur.
Tú letur upp fyri einum
stríði har ymsu bólkarnir
fara upp móti hvørjum
øðrum, og tað er ikki altíð
fyri børn, tað sum fer fram.
Veikir flokkar
Hvønn týdning hevur tað,
at formaðurin stendur sterk
ur?
Tað er ikki so lætt hjá
hinum at krevja nýval nú, tí
so stutt er fráliðið. Stuðulin
til ein floksleiðara úti mill
um fólk er eisini tengt at,
hvussu sterkur hann stendur
innanfloks. Flokkarnir eru
viknaðir nógv í tonglunum
seinastu tíðina, so tørvur er
á sterkum formonnum. Tað
byrjaði við Alfred Olsen í
Sambandinum, síðani Ger
hardi og nú eisini Heina.
Flokkarnir tódna, tá fólk
ganga í sjálvdrátti, og tá tað
ongar avleiðingar fær, so
kann ongin garantera fyri
loyaliteti í einari samráðing
arstøðu. Tá man ikki vil
taka stig til at ekskludera,
so er tað eisini eitt tekin um
ómegd og vantandi trúvirði.
Tá verður støðan hjá løg
manni nærum sum hjá
einum forseta, sum skal fáa
tingini at fungera í gerandis
degnum. Tí tekur hann ikki
lut í hesum øgiliga høggar
ínum.
Styrkin hjá Kaj Leo
Johannesen viknar hvørja
ferð hann verður bjóðaður
av, og tá hann so samstundis
ikki hevur klárað at traðka í
karakter móti Alfred Olsen,
so er linjan líkasum løgd.
Somu
trupulleikar
hava
bæði løgmaður og Høgni
Hoydal, har spurnartekin
kann vera sett við, um ein
flokkur veruliga er ein
flokkur. Samanumtikið má
flokkurin stuðla sínum løg
mansevni – annars ber onki
til, staðfestir samfelagsfrøð
ingurin at enda.
Formansklutir í eini skiftistíð
Jógvan Mørkøre