Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 157 - 19. august 2008 Alment klandur í Javnaðarflokkinum er høvðusorsøk til vánaligu undirtøkuna hjá Javnaðarflokk­ inum í seinastu velj­ arakanningini, metir Jóannes Eidesgaard Politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Veljarakanning hjá Fynd og Sosialinum vísir, at um val var nú, hevði Javnaðarflokk­ urin fingið vánaligasta úrslit síðani 1932. Flokkur­ in, sum fekk 19, á valinum í januar, hevði í dag bara fingið 14, prosent av atkvøðunum. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður og formaður í Javnað­ arflokkinum, metir, at stríðið um Sandoyartunnilin hevur kostað flokkinum dýrt, og hóast Javnaðarflokkurin hev­ ur arbeitt hart fyri at finna eina loysn, verður turbulensu­ rin skuldarskrivaður Javn­ aðarflokkinum. ­ Hetta málið endaði sum ein fótongul fyri Javnaðar­ flokkin, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Men høvðusorsøkin til niðurgongdina hjá Javnaðar­ flokkinum er, sambært løg­ manni, at innanhýsis ósemj­ ur í Javnaðarflokkinum eru sýndar alment fram. ­ Innanhýsis ósemjur, sum enda í miðlunum, gagna neyvan flokkinum, staðfestir løgmaður. Lyklapersónar kritisera Í samband við stríðið við Gerhard um Sandoyartunn­ ilin, hevði Sosialurin prát við Kristian Magnussen og Hendrik Old um støðuna, og báðir funnust at leiðsluni í flokkinum. Hetta var óheppi fyri flokkin, stað­ festir Jóannes Eidesgaard. ­ Tá fyrrverandi framstand­ andi javnaðarmenn standa alment fram við sínum atfinningum, kann tað ikki annað enn skaða, sigur hann. ­ Hetta eru jú fyrrverandi lyklapersónar í flokkinum, leggur hann afturat. At formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, John Johan­ nesen, fór í miðlarnar beint áðrenn semjan við Sjálvs­ stýrisflokkin varð undir­ skrivað, hevur eisini ávirkað tølini, heldur løgmaður. ­ Hetta seinasta glepsi, har ein av okkara egnu fer út og leggur eftir bæði mær og landsstýrismanningini, undirgravar so sanniliga eisini virðingina fyri flokk­ inum, staðfestir hann. Ósemjur og siðaskifti Innanhýsis stríð í politiskum flokkum er púra vanligt, sig­ ur Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið í landspolitikki síðani 1990, tá ið hann var valdur í ting, eftir at Atli Dam stillaði upp í Havn heldur enn í Suðuroy. Men ósemjurnar eru ikki altíð eins sjónligar. ­ Vit í Javnaðarflokkinum hava ikki duga líka væl sum hinir flokkarnir at halda okkara ósemjur uttanfyri fjølmiðlarnar, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Men almennu ósemjurnar hjá flokkinum hava tó ikki alla ábyrgdina. Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir mill­ um annað á útlendingamálið, har Samtak alment kritiseraði politikkin hjá samgonguni. Og so verður flokkurin møguliga eisini revsaður fyri tað siðaskifti, sum fer fram í føroyskum politikki í løtuni, metir løgmaður. Eitt siðaskifti frá einum siðbundnum veiði­ samfelag til eitt moderna vitanarsamfelag. ­ Hendan samgongan hev­ ur lagt lunnar undir ein heilt nýggjan vinnupolitikk, og sjálvandi møtir hetta mót­ støðu, sigur Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, og stað­ festir, at føroyska samfelag­ ið er rættiliga konservativt. Hann staðfestir eisini, at hvørki Javnaðarflokkurin ella hinir flokkarnir á Tingi eru áhugaðir í einum vali beint nú. Tí fáa vánaligu kanningarúrslitini neyvan nakrar beinleiðis avleiðingar her og nú. Løgmaður órógvaður av sínum egnu Afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum er størst í Sandoynni, Suðuroynni og Norð­ oyggjum. Hetta snýr seg ikki um klandur men um veruligar trupulleikar, siga lokalfeløgini Politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Í Sandoynni fer Javnaðar­ flokkurin sambært nýggju veljarakanningini hjá Fynd, frá at hava 45,5 prosent av atkvøðunum til einans at fáa 21,2 prosent. Flokkurin mink­ ar soleiðis í meira enn eina helvt í Sandoynni. Í Suðuroy fer flokkurin frá 33,0 til 22,7 prosent, og í Norðoyggjum minkar flokkurin eisini við einari helvt, frá 21,1 prosentum til 11,7 prosent. Sosialurin hevur prátað við formenninar í lokalu javn­ aðarfeløgunum í Sandoynni, Suðuroynni og Norðoyggj­ um. Meðan afturgongdin í Sandoynni, sambært for­ manni Sandoyar Sýslu Javn­ aðarfelag hevur eina einastu orsøk: Sandoyartunnilin, so staðfesta bæði formenninir í Suðuroy og Norðoyggjum, at fiskivinnupolitikkurin og búskaparligur ótryggleiki er høvðusorsøkin. Sandoyingar svíkja C Sambært veljarakanningini hjá Fynd vilja meira enn helvtin av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum í Sand­ oynni ikki velja flokkin í dag. Grundin til, at veljarnir svíkja, er heilt einføld, sigur William Davidsen, formað­ ur í Sandoyar Sýslu Javnað­ arfelag. ­ Vit verða revsaði fyri Sandoyartunnilin, og einasti háttur at forða fyri, at hetta ikki gerst úrslitið til næsta val, er at dato verður sett á, nær vit fáa tunnil, staðfestir William Davidsen. Hann leggur áherslu á, at Gerhard Lognberg avgjørt ikki hevur svikið sínar velj­ arar. Men hinir flokkarnir sviku, og Javnaðarflokkurin var noyddur at geva eftir. ­ Skal afturgongdin vend­ ast, má trúvirði fáast aftur. Og har skal eitt dato til, sigur javnaðarformaðurin í Sandoynni. Hann vísir á, at hetta er eitt álvarsmál. Fólkatalið í Sandoynni er í minking, og fleiri av umbidnu grundøkjunum er latin inn aftur til kommun­ urnar í seinastuni. William Davidsen óttast fyri, at gongdin ikki fer at venda. ­ Leiðslan hevur gjørt alt fyri at pressa politikararnar, men landsstýrið lurtar ikki eftir útjaðaranum, er tunga niðurstøðan hjá Williami Davidsen Fiskivinnupolitikkurin kostar Formaðurin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, Pauli Einarson, heldur ikki at spurn­ ingurin um Sandoyartunnilin hevur havt stóra ávirkan á niðurgongdina hjá Javn­ aðarflokkinum í Suðuroy. ­ Orsøkin er bæði búskap­ arligi og politiski ótrygg­ leikinum í landinum sum heild og ikki minst syndar­ liga støðan í Suðuroynni, sigur javnaðarmaðurin í Suðuroynni. ­ Flotin liggur svínabund­ in, og fólk rýma, tí so lítið arbeiði er her suðuri. Og hetta verða vit sum stjórn­ arflokkur straffaðir fyri. Fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni hevur ikki gjørt tað lættari. ­ Alt var óvist í hasum uppskotinum. Har skuldi bara skerast vekk, og einki koma í staðin. Og tað ger sjálvandi fólk ørkymlað ­ Fólk í Suðuroynni vita ikki síni livandi ráð. Aftur­ gongdin hjá Javnaðarflokk­ inum her suðuri snýr seg tí ikki um luksustrupulleikar sum klandur ella tunlar. Fólk stríðast fyri at yvirliva staðfestir Pauli Einarson Kommunuvalið spøkir Í Norðoyggjum skal orsøkin til afturgongdina eisini finn­ ast í fiskivinnupolitikkin­ um, sigur Signhild Joensen, forkvinna í Norðoya Javn­ aðarfelag. ­ Kanska Sandoyartunnil­ in eisini spælir ein leiklut, tí fólk hava samkenslu við øðrum útjaðarum. Men fiski­ vinnupolitikkurin er stóri trupulleikin, staðfestir hon. Nógvir ónøgdir javnaðar­ veljarar í Norðoyggjum hava ringt til forkvinnuna, og hon óttast fyri, at ónøgdin fer at síggjast aftur til kommunu­ valið. ­ Fiskimenn her norðuri skilja hetta ikki. Landspolitik­ arnir hava dugað ov illa at greitt frá sínum politikki og hava kanska eisini duga ov illa at lurta, sigur Signhild Joensen. Og eins og hinir báðir for­ mennninir, dugir hon ikki at síggja nakra loysn í bræði. Lokalfeløg síggja onga loysn - Vit í Javnaðarflokkinum hava ikki duga líka væl sum hinir flokk- arnir at halda okkara ósemjur uttanfyri fjølmiðlarnar, staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum Fáa veganøvn á Tvøroyri Tvøroyrar Býráð er nú farið undir at seta veganøvnini á Tvøroyri, Froðba, í Trongisvági og í Øravík upp, skrivar Suðurrás, hagani myndin eisini er heintað. Í oktober 2006 góðkendi Landsadressuskráin veganøvnini hjá kommununi, og í november sama ár boðar kommunan frá, at arbeitt verður við at bíleggja skelti til gøtunøvn og húsanummur. Húsanummur eru sett upp fyri langari tíð síðani, men veganøvnini hava ikki verið at sæð, men nú er so gongd komin í. Á Tvøroyri, Froðba, í Trongisvági og í Øravík eru tilsamans 66 veganøvn. Noreg misrøkir oljuna Norðmenn kundu fingið meiri burtur úr oljuævintýrinum. Tað heldur í hvussu er granskarin Kjell Aleklett, sum er oljuserfrøðingur á lærda háskúlanum í Uppsala í Svøríki. Hann vil vera bvið, at norðmenn hava alt ov stóran skund við at pumpa oljuna upp úr undirgrundini, og tað ger, at teir noyðast at selja oljuna fyri minni, enn teir kundu fingið seinni. Harafturat minka norsku oljugoymslurnar í undirgrundini skjótari enn neyðugt, sigur svenski granskarin.