Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 157 - 19. august 2008 - Tað verður heilt skjótt, at Miðflokkur- in ikki tímir meiri við klandri í samgonguni og rýmir av skútuni, sigur Jenis av Rana. Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er við at blíva rættiliga keðiligt. Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum í samgonguni, er leiddur og keddur av politisku støðuni í samgonguni. Hann sigur, at hann er so keddur av ófriði í samgongu, at nú er tað heilt skjótt kom- ið hartil, at hann ikki tímir meiri og at Miðflokkurin rætt og slætt fer úr sam- gonguni. - Tað er heilt greitt, at nú er tað heilt skjótt, at bikarið flytur yvir, tí tað er ongantíð arbeiðsfriður, sigur Jenis av Rana. - Her skal okkurt muna- gott henda heilt skjótt, ella eru vit ikki við meiri, leggur hann afturat. Barnalótir Tá ið Jenis av Rana tosar um klandur, leggur hann dent á, at eftir hansara tykki er talan ikki um veruligt klandur. - Tað, sum fyriferst í sam- gonguni er einki annað enn barnalótir, men tað má nú fáa ein enda, so at vit fáa arbeiðsfrið. Jenis av Rana sigur, at tað er ikki meiri enn ein góð vika síðani, at samgong- an og Sjálvstýrisflokkurin gjørdi avtalu um samstarv og vit kunngjørdi fyri almenninginum, at nú var loksins friður. - Men hetta samstarvið er ongantið sloppið at standa sína roynd, so er aftur galið. Jenis av Rana heldur, at samstarvsavtalan ímillum samgonguna og Sjálvstýris- flokkin er ríkiligt til at tryggja politiskt støðufesti og arbeiðsfrið í samgonguni, so tað var bara at koyra á, sum hann málber seg. Tjóðveldið spælir hasard Men ístaðin fyri at fara til verka, heldur Tjóðveldið fram og skapar enn meiri ófrið í samgonguni við at gera ein innanhýsis trupul- leika í flokkinum til ein trupulleika fyri alla sam- gonguna. - Hesin seinasti leikurin hjá Tjóðveldinum var betri ógjørdur tí hetta hevði samgongan so heilt avgjørt ikki brúk fyri. Tað er serliga viðferðin, sum Heini O. Heinesen hev- ur fingið frá sínum egnu floksfeløgunum í Tjóðveld- inum, sum fellur formannin- um í Miðflokkinum fyri bróstið. Og hann er sannførdur um, at framferðin hjá Tjóð- veldinum hevur sett sam- gonguna í vanda. - Øll vita, at fiskidaga- skipanin er eitt hjartamál hjá Heina O. Heinesen og so kann hvør hava sína egnu meining um tað, at hann atkvøddi ímóti restini av samgonguni. - Við hesum undantakin- um kann eg ikki annað enn staðfesta, at Heini O. Heine- sen hevur verið ein tryggur samstarvsfelagi í samgong- uni. Men tað er serliga fram- ferðin hjá Tjóðveldinum í kjalarvørrinum á atkvøðu- greiðsluni hjá Heina O. Heinesen um fiskidagaskip- anini, sum Jenis av Rana átalar. - Tjóðveldið royndi at kúga Heina O. Heinesen til at makka rætt í atkvøðu- greiðsluni um at áseta fiski- dagar. Men tá ið tað mis- eydnaðist, verður tað gjørt til ein trupulleika hjá allari samgonguni og tað líkist púra ongum. - Hetta var avgjørt ein inn- anhýsis trupulleiki í Tjóð- veldinum. Men ístaðin fyri at handfara trupulleikan á rætta stað, sum er innanhýsis í Tjóðveldinum, ger Tjóð- veldið hetta til ein trupulleika fyri alla samgonguna. - Tað var fullkomiliga óneyðugt, tí samgongan hevði stabiliserað seg við avtaluni við Sjálvstýris- flokkin. Eg ivist heldur ikki í, at Gerhard Lognberg eis- ini verður í parti við sam- gonguna í allarflestu mál- um. So samgongan var trygg, so tað var bara at fara til verka, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Missa andlit Jenis av Rana sigur, at tað, sum nú hendir, er, at øll samgongan er tikin til gísla fyri at hjálpa Tjóðveldinum burtur úr einum innanhýsis trupulleika uttan at tey skulu missa andlit. Tjóðveldið setti atkvøðu- greiðsluna um fiskidagar hart upp, við hóttanum um at fara úr samgonguni. Tá ið tað ikki hendi kortini, hava tey mist trúvirðið, men fyri at bjarga sær í land aftur, gera tey hetta til ein trupulleika fyri alla sam- gonguna við at krevja ein annan flokk upp í sam- gonguna. - At vit nú skulu ígjøgnum hesar dagarnar við fundum við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, bara fyri at hjálpa Tjóðveldinum burtur úr einum innanhýsis trupul- leika, ger, at bikarið hjá okkum í Miðflokkinum er við at vera fult. - Tað einasta rætta av Tjóðveldinum var at við- gingið, at teir gjørdu eitt mistak, tí eg kenni ongan, sum er viknaður av at við- ganga eitt mistak. Taktiskt mistak Jenis av Rana ivast ikki í, at tað verður heilt ómøguligt at fáa Sambandsflokkin ella Fòlkaflokkin upp í sam- gonguna. - Og tað veit Tjóðveldið eisini, leggur hann afturat. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokurin hava kravt, at skulu teir upp í eina sam- gongu, skal byrjast á einum blonkum pappíri um eitt nýtt samgonguskjal við ein- um nýggjum politikki. Formaðurin í Miðflokk- inum staðfestir, at hvørki Javnaðarflokkurin, Mið- flokkurin ella stórir partar í Tjóðveldinum, halda, at tað er neyðugt at gera eina nýggja samgongu sam- gongu, tí samstarvið við Sjálvstýrisflokkin er nóg trygd grundarlag at virka undir. - Men eg haldi eisini, at tað er fullkomiliga ósann- líkt, at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin gera tað taktiska mistak, at teir nú fara upp í eina samgongu undir Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni, tá ið teir annars kunnu framprovok- era eitt formansumfar og fáa løgmann sjálvir. Men endar tað við, at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin koma upp í samgonguna, er tað mest- sum púra vist, at Miðflokk- urin kann vinka farvæl til landsstýrismannin í fíggjar- málum? - Tað kann væl henda, at tað verður kravið, men tað verður ikki uttan svørðslag, tí tann sessin siga vit ikki frá okkum, uttan at fáa okk- urt rættiliga munagott aftur- fyri. Jenis av Rana hevur eisini góðar vónir um at verða verandi í samgongu, skuldi hendan slitan. - Tað kann væl henda, at júst Miðflokkurin verður ein miðdepil í eini komandi samgongu, tí tað eru nógvir møguleikar fyri at skipa eina nýggja samgongu, bæði eina sjálvstýrissam- gongu við A,E og H, sum telur 18 tinglimir, ella aðrari samgongu við A,B og H, sum telur 17 tinglimir. - So tað kann so skjótt vera, at onkur vaknar við kaldan dreym, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana hóttir við at rýma Jenis av Rana átalar viðferðina, Heini O. Heinesen hevur fingið frá sínum floksfeløgunum í Tjóðveldinum og hann dugir ikki at síggja nakran møguleika fyri at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin gera tað mistak, at teir koma upp í samgonguna Anja Hovgaard nýggjur stjóri Anja Hovgaard varð í gjár sett í starv sum nýggjur stjóri á Føroya Kærustovni. Hon tekur við eftir Gurið Joensen, sum er sett í starv sum stjóri á Útlendingastovuni. Anja Hovgaard er 38 ára gomul og er útbúgvin løgfrøðingur. Seinastu seks árini hevur hon starvast sum ráðgevi á Føroya Kærustovni. Áðrenn tað starvaðist hon á Toll- og Skattstovu Føroya í góð fýra ár, har hon tvey tey seinastu árini var leiðari á løgdeildini. Anja Hovgaard tekur við starvinum tann 1. september. Húsið í Klaksvík letur upp eftir summarferiu Frá mánadegnum 18. august er Húsið opið aftur sum vanligt, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni. Mikukvøldið 20. august verður konsert við skjótt fløguaktuella ”Bet You Are William”. Og fríggjadagin 22. august verður FIFA kappin fyri børn í Húsinim. Leygardagin 23. august verða tað so tey ungu ið fara at kappast í FIFA. So verði hjartaliga vælkomin á gátt. Vit gleða okkum at síggja teg.