týsdagur 19. august 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 157 - 19. august 2008
Ymsastaðni kring
landið liggja skip
og bátar, sum liggja
tungir í sjónum – og
onkur klárar ikki at
halda seg omaná
Umhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta eru gomul fiskifør,
sum í flestu førum einki
fiskiloyvi hava – ella eru í
so ringum standi, at tað
loysir seg ikki at umvæla
tey.
Ofta verður sagt um hesi,
at tey ongan góðan hava, og
tað er ivaleyst rætt. Hinvegin
munnu flestu ognarlutir
hava ein ella annan eigara,
so ella so.
Ein lesari á vestaru síðu
av Skálafjørðinum hevur
sent okkum myndir av báti,
sum er sokkin á Hulki á
Strondum. Hetta er gamli
trolbáturin Hansa Maria,
sum hevur ligið norðast við
bryggjuna á Hulki í rúma
tíð.
Í Sjóvar kommunu sigur
Tummas Johannesen, tekn
iskur leiðari, at kommunan
hevur vent sær til eigararnar
og hevur biðið teir um at
fáa bátin uppaftur.
Vit hava fingið at vitað,
at tað helst fer at ganga ein
tíð, áðrenn teir, ið eiga bát
in, fáa stundir at gera nakað
við hetta, tí teir eru beint í
endanum av vertíðini á land
leiðini.
Sum skilst, er hetta fyrstu
ferð, at hesin trolbáturin
hevur ligið við botnin á Hul
ki.
Burturbeining
Sosialurin fer ein av koman
di døgunum at hyggja uppá,
hvussu slíkir bátar og skip
kunnu beinast burtur, tí het
ta er ein trupulleiki ymsa
staðni kring landið. Vit fara
eisini at spyrja onkran
myndugleika, um loyvt er
at søkkja skip og bátar long
ur, sum gjørt hevur verið –
og um so er, hvørji krøv so
verða sett til bátin. Hugsandi
eru krøv um, at maskina og
onnur dálkandi útgerð skal
takast upp úr skipinum fyri
møguliga søkking.
Í aðrar mátar er spurning
urin, hvussu slík burturbein
ing í veruleikanum fer
fram, og hugsandi er, at hon
ikki er heilt ókeypis fyri
tann, ið eigur farið.
Soknir bátar eru ein trupulleiki
Sokkin skip og bátar eru
ein trupulleiki kring landið.
Spurningurin er, hvussu hesi
før, sum einki fiskiloyvi hava,
skulu beinast burtur
Mynd: Bergur Østerø
Í Sjóvar kommunu
hava tey drukkið reint
kelduvatn, men nú
kommunan hevur
fingið nýggja og stóra
vatngoymslu, er tal
an um áarvatn. Sam
stundis hevur kom
munan útvegað sær
nútímans reinsiverk
vatnútbygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt av teimum stóru arbeið
unum, sum Sjóvar komm
una hevur havt koyrandi í
eina tíð, nærkast nú enda
num. Tað er ein nýggj og
stór vatngoymsla, ið komm
unan hevur latið byggja
Uppi undir Fossum, sum
liggur í umleið 110 metra
hædd.
Nýggi vatnbrunnurin rúm
ar umleið 3.000 tonsum av
vatni. Tað er Hans Tausen
Olsen í Runavík, ið stendur
fyri leveringini av brunnin
um, sum dansk felag hevur
framleitt.
Sjóvar kommuna hevur
eisini útvegað sær eitt nútím
ans reinsiverk, sum skal
reinsa áarvatnið, áðrenn tað
fer í nýggja brunnin.
Alt kelduvatn
Vit hava fleiri størri og
smærri vatngoymslur, sum
allar hava reint kelduvatn.
Nú hesin nýggi brunnurin
verður forsýnaður við áar
vatni, verður vatnið reinsað,
áðrenn tað fer í brunnin.
Tummas
Johannesen,
tekniskur leiðari í Sjóvar
kommunu, sigur, at nýggi
brunnurin verður at taka til,
soleiðis at hann kemur at
forsýna hinar brunnarnar,
tá tørvur er á vatni. Hinir
brunnarnir liggja allir niðari
í haganum.
Hetta verður einasti
brunnur í kommununi við
áarvatni, og tí verður vatnið,
sum fer í hendan brunnin,
reinsað, áðrenn tað verður
latið í hinar goymslurnar.
Tekniski leiðarin sigur, at
kommunan hevur lagt einar
fýra kilometrar av rørum
langt niðan í hagan, og
íbindingarnar úr nýggja
brunninum og oman í veran
di goymslur eru framdar
fyri nøkrum árum síðan. Tó
hevur okkurt verið at gjørt
aftrat við nýggjum ventilum
og slíkum.
Stór íløga
Nýggi vatnbrunnurin hjá
Sjóvar kommunu við reinsi
verki, longum leiðingum
og íbindingum í hinar
goymslurnar er ein stór ílø
ga hjá kommununi.
Hetta er ein íløga fyri
fleiri miljónir krónur, men
hetta er samstundis ein ílø
ga, sum øll í kommununi
fáa nakað burtur úr, sigur
Tummas Johannesen.
Sum skilst, miðjar Sjóvar
kommuna eftir, at alt vatnar
beiði verður liðugt í hesum
árinum.
Stór vatnútbygging
í Sjóvar kommunu
- Hetta er ein íløga, sum kemur øllum í Sjóvar kommunu til
góðar, sigur Tummas Johannesen, tekniskur leiðari
Eitt mál, sum var
nógv frammi undir
viðgerðini av fiski
døgum, var møgulig
hjáveiða hjá pelagisku
skipunum, sum fiska í
føroyskum sjógvi
hjáveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í tíðini hjá Bjørn Kalsø,
fyrrverandi landsstýrisman
ni í fiskivinnumálum, varð
eitt skifti nógv gjørt burtur
úr møguligari hjáveiði hjá
pelagisku skipunum, sum
fiska í føroyskum sjógvi.
Fjølmiðlarnir settu fokus á
hetta mál, sum eisini fekk
drúgva umrøðu á tingi. Við
tíðini fjaraði málið burtur
aftur, og síðan hevur stórt
sæð verið tøgn.
Nú
fiskidagarnir
fyri
komandi ár aftur skuldu
ásetast sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap, tók
spurningurin um hjáveiði
seg uppaftur.
Málið um fiskidagar fór í
vinnunevndina eftir fyrstu
viðgerð á tingi, og tá álitini
komu aftur úr nevndini,
hevði eitt nú formaðurin,
Jóhan Dahl, møguliga hjá
veiði hjá pelagisku skipun
um við í sínum minnilutatil
mæli til løgtingið.
Í sínum áliti vísti Jóhan
Dahl á, at neyðug stig eiga
at verða tikin til at økja um
eftirlitið hjá Fiskiveiðieftir
litinum, serliga við atliti til
hjáveiði hjá uppisjóvarflot
anum og fremmandum skip
um í føroyskum sjógvi.
Formaðurin í vinnunevnd
ini mælti eitt nú til, at skip
anin
við
eftirlitsfólki
umborð á pelagisku skipun
um eigur at fáast at virka
aftur.
Eg havi ta fatan, at nóg
va svartkjaftaveiðan undir
Føroyum hevur beinleiðis
ávirkan á støðuna hjá fiska
stovnunum, segði hann.
Pelagiska
hjáveiðan
undir lupp
Pinkubarn vakt til lívs
Ein nýfødd ísraelsk genta varð av læknunum søgd at vera
deyðfødd, og tí løgd í kølirúmið í líkhúsinum. Men gentan var ikki
deyð kortini. Mamman, 26ára gamla Faiza Majdub trúði ikki
sínum egnu eygum, tá hon seks tímar seinni vildi siga eitt seinasta
farvæl við dóttrina, og fann hana á lívi. Hon varð í skundi flutt á
intensivu deild á sjúkrahúsinum í Nahariya, har skelkaðir læknar
máttu staðfesta, at gentan var á lívi. Hevði mamman ikki sett upp á
at síggja dóttrina eina seinastu ferð, kundi gentan verði grivin
livandi, skriva donsk bløð.
Svøríki boykottar Russland
Sviar eru so illir um ta russisku framferðina í Georgia, at stjórnin í
Stockholm fekk fullan stuðul frá øllum teimum politisku
flokkunum, tá hon nú um dagarnar gjørdi av at slíta tað
hernaðarliga samstarvið við Russland. Avgerðin ber millum annað
í sær, at londini fara ikki at hava felags hernaðarvenjingar longur.
Svenska tíðindastovan skrivar, at stjórnin tók avgerðina eftir at
hava fingið eina frágreiðing frá Carl Bildt, uttanríkisráðharra, sum
var í Georgia í síðstu viku.