Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 157 - 19. august 2008 Higartil hava 450 fólk keypt ferðaseðil til árliga harmoniku­ túrin, sum Smyril Line skipar fyri HARMONIKUTÚRUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tey av Kamarinum, Spæli­ menninir úr Nólsoy, Knark­ ar, Debes Danberg, ein norsk spælimans duo og Regin og Tommy. Tað eru nøvnini, sum Smyril Line lýsir við í sambandi við harmonikutúrin, sum verður næsta mánadag. Jákup Sverri Kass, marknaðareleiðari hjá Smyril Line, sigur, at higartil hava 450 fólk keypt ferðaseðil til harmoniku­ túrin, og tað metir hann er gott. Alt omanfyri 350 er gott, sigur Jákup Sverri Kass. Til countrytúrin, sum Smyril Line skipaði fyri í juni mánað, vóru 300 fólk við, og tað var mett nøktandi. Annars hevur Norröna nakrar sertúrar á skránni. Vit gera ein jólatúr til Skotlands. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar í Skotlandi vit leggja at, men tað liggur fast, at túrurin verður av Havnini mána­ dagin 24. november fyrra­ part, og komið verður aftur á Havnina hósdagin 27. november. Norröna liggur í Skotlandi hálvanannan dag. Somuleiðis skipar Smyril Line fyri ferð til Danmarkar í heystfrítíðini, og tað er fyrst og fremst í samstarvi við Danland. Hartil verður eisini skip­ að fyri skíðferðum til Noregi, til Voss og Hemadal, frá november til mars. Nógv fólk á harmonikutúr Norröna hevur flutt færri ferðafólk í ár sammett við í fjør, men Smyril Line hevur fingið størri vinning burtur úr hvørjum ferðaseðli FERÐAVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Status fyri flutningin av ferðafólki í ár hjá Smyril Line er, at Norröna hevur flutt færri ferðafólk í ár sammett við árið í fjør. Hinvegin hevur felagið havt størri vinning av hvørjum ferðaseðli í ár. Tað kemst sjálvandi av, at Smyril Line hevur hækkað prísin á ferðaseðlum. ­ Hetta er so ein orsøk til, at vit hava havt færri ferða­ fólk. Ein onnur orsøk er fíggjarkreppan, sum hevur rakt alt Europa, íroknað Ísland, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril Line. Tað er serliga juli mánaði, sum er drúgvur hjá Smyril Line. Tá er kapasiteturin ikki nóg stórur, serliga á Danmarkarleiðini. ­ Tað hevði verið ynski­ ligt, at útlendingar nýttu Noreg og Skotland sum útgangsstøði á ferðunum til Íslands, í staðin fyri at nýta Danmark. Tað er nakað, sum vit fara at royna at ávirka, so Danmarkarleiðin kann gerast meiri leys av Íslandsleiðini, sigur Jákup Sverri Kass. Hann sigur, at Ísland er ógvuliga vældámt sum ferðamannaland, og at Føroyar halta eitt sindur aftan á í so máta. Vit eru meiri ókend, heldur hann. Størri útreiðslur Tað, at ferðaseðlaprísurin er hækkaður, hevur merkt talið á ferðandi, sum er nakað minkað. Hetta merkir so aftur, at umborðsølan er minkað samsvarandi. ­ Talið á ferðandi er minkað 5 til 7 prosent, men hækkaði ferðaseðlaprísurin merkir, at vit hava umleið 7% størri vinning í mun til í fjør, hóast minkaða um­ borðsølu, sigur Jákup Sverri Kass. Hann sigur, at Smyril Line koyrir eftir einari strammari fíggjarætlan, og tað er eingin loyna, at olju­ prísurin er ein munandi størri útreiðsla, enn framman undan mett. ­ Vit koma at hava einar 10­12 milliónir krónur í meirútreiðslu av olju, enn vit høvdu roknað við, sigur Jákup Sverri Kass. Hartil kemur so, at sam­ bært Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, so verður ikki loyvt at innflyta sigarettir tollfrítt eftir 1. oktober, og tað fer at merkja eina minni sølu umborð, sum fer at kosta Smyril Line einar seks milliónir krónur í minni inntøku. ­ Útmeldingarnar eru eitt sindur mótsigandi. Karsten Hansen boðar frá, at sølan av tollfríum endar 1. oktob­ er, meðan Bjørt Samuelsen sigur, at málið skal viðgerast nærri, áðrenn nøkur endalig støða verður tikin, sigur Jákup Sverri Kass. Við hesum slær hann fast, at fyritreytirnar at røkija ferðamannaflutning í Norðuratlantshavi í hvussu er ikki eru batnaðar. Færri ferðafólk men størri vinning Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril Line Jørgen á fundi við løgmann Jørgen Niclasen hevur í morgun verið á fundi við løgmann. Á fundinum vóru eisini Jenis á Rana og Høgni Hoydal, so tað tykist, sum Jóannes Eidesgaard vil halda fast um upprunaligu samgonguna, men vil hava størri parlamentariskt grundarlag fyri stjórn síni. Jørgen Niclasen sigur, at talan var um leystligt prát, sum ikki var serliga ítøkiligt. Løgmaður vildi taka upp samráðingar við blonkum pappíri, men vísti samstundi á, at samgongan hevði eitt samgonguskjal. Útgangsstøði hjá okkum er ein formansrunda, men nú skulu vit í tingbólkinum koma til eina niðurstøðu, hvat vit gera, sigur Jørgen Niclasen. Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum viðgerð sostatt støðuna í løtuni, og formaðurin sigur, at hann hevur lovað løgmanni eitt svar seinni í dag.