týsdagur 19. august 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 19. august 2008
17
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Jóanes Mikk
elsen, vanliga nevndur
Jóa, úr Syðrugøtu, kem
ur í Gøtu kirkju týsdagin
uml. kl. 15. Jarðarferðin
verður mikudagin klokk
an 14. Tey ið vilja minn
ast Jóa kunnu lata eina
peningagávu til Gøtu
kirkju, konto í peninga
stovnunum.
Herdis Katrin Debes,
fødd
Vestergaard,
í
Sumba, andaðist á Rík
issjúkrahúsinum, sunnu
dagin, 45 ára gomul.
Turið Sólbjørg Olsen í
Søldarfirði, dóttir Sonju
og Pidda, andaðist leyg
arkvøldið 19 ára gomul.
Kistan fer úr heiminum í
kirkjuna týsdagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Glyvra kirkju mikudagin
kl. 14. Tey ið ynskja at
minnast Turið kunnu
lata Barnadeildini og
Reiðrinum eina gávu,
konta í Føroya Banka.
Jana Vinnersted, í Slags
lunde, fødd Ørvarodd av
Sandi,
andaðist
18.
august, 59 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið systir okkara
Jana Johannesen
Skála
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Frits Thomsen og Jónsvein Bech, prest, fyri
góð orð í Sambýlinum og í kirkjuni.
Hjartans tøkk til starvsfólk í Eldrasambýlinum á
Skála fyri góða røkt og umsorgan.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Sambýlið.
Tøkk fyri hjálp í sambandi við jarðarferðina og
til tykkum mongu, sum fylgdu Janu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Erhard, Hjalmar og Gretha
Tað er so sjáldan, at fólk fylla meira
enn 100 ár, at tað eigur at vera umrøtt,
tá ið tað hendir.
Men hetta hendi í gjár 18. august, tá
ið Óskar Jensen fylti 102 ár. Hóast
hann ”bert” er hálvur føroyingur skal
hann fáa eina heilsan frá okkum.
Søgan hansara er í stuttum, at pápin
Jens Fredrik Jensen var úr Skopun.
Hann var sonur Janus hjá Dímunar
Jóannes. Hann er tískil í ætt við Jens í
Dali, sum vit umrøddu seinast í røðini
Hendur ið Sleptu og við Margretu,
gift við Georg Lindenskov, sum vit
umrøða nú hósdagin. Vit hava havt og
fara at hava aðrar greinir um hesa
stóru ætt.
Eina ferð Jens Frederik við skipi
kemur inn á Ísafjørðin, hittir hann
gentu haðani. Tey giftast og fáa 9
børn. So doyr mamman. Pápin veit
sær ikki onnur ráð enn at lata fimm av
børnunum fara til Føroyar at vera. Eitt
av hesum børnum var Oskar. Hann
kom saman við beiggja sínum Napo
leon at vera hjá Sigmundi á Argjum í
Dr. Jacobsensgøtu. Men seinni kom
hann til Julianna og Tummas Askham,
sum búðu við Landavegin. Heima hjá
Askham kom hann at vera sum ein av
familjuni. Tað verður hann enn
roknaður fyri at vera! Oskar kom í
prentaralæru á Dimmalætting, og 19
ára gamal fór hann aftur til Íslands.
Hann tosar heilt væl føroyskt, hóast
tað eru meira enn 80 ár síðani, hann
fór aftur til Íslands. Fleiri av hansara
beiggjum blivu verandi í Føroyum.
Napoleon flutti til Suðuroyar. Vigant
búði í Klaksvík og Salli í Lovík.
Vit báðir koma at kennast meira at
kalla av tilvild. Tordur Niclassen á
Eiði hevði fleiri ferðir greitt frá, at
hann plagdi at vitja ein gamlan
føroying, Oskar Jensen, tá ið hann var
í Íslandi.
Hetta gav eitt gott høvi at fara at
vitja Óskar. Hetta var ein spennandi
og hugtakandi vitjan. Óskar var og er
framvegis sera áhugaður fyri tí, sum
hendi í Føroyum. Úrslitið gjørdist
eisini, at hansara áhugaverda lívssøga
kom í FFblaðið. Hon skal ikki
endurtakast her, men áhugað kunnu
fara
inn
á
heimasíðuni:
www.
fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan,
blað nr. 369.
Føroyar vóru eisini umboðaðar á
føðingardegnum, sum varð hildin
sunnudagin. Umboð fyri føroyska sjó
mansheimið vóru inni á gólvinum.
Tey vóru stjórin Jóan Karl Høgnesen
og Jens Petursson, sum í eitt manna
minni hevur verið formaður í nevndini.
Teir láta at, at Óskar er væl fyri, og
hann hevur sítt fulla skil. Óskar letur
heilsa heima í Føroyum!
Vit vilja ynskja hesum gamla
kappanum
tillukku
við
hansara
kempualdri.
ó.
Oskar Jensen 102 ár
Tíðin hjá mær sum virkisleiðari er
langt síðani farin, men tey árini eg
starvaðist við hesum, fall tað ofta í
mín lut at seta fólk í starv á virkinum.
Í flestu førum eydnaðist hetta væl,
og mong eru tey starvsfólk í Grann
skoðaravirkinum, bæði núverandi og
fyrrverandi, sum eg minnist aftur á
við bæði gleði og virðing.
Ein av teimum sum kom í starv hjá
okkum sum grannskoðari fyri um
leið 30 árum síðani var Andrias
Samuelsen. Hann fall væl til á
arbeiðsplássinum, bæði mótvegis
sínum arbeiðsfeløgum og teim við
skiftafólkum, hann kom at røkja.
Andrias var sera dámligur, hevði lætt
við at koma út av tí við fólk, sam
stundis sum hann var sera dugnaligur.
Hann arbeiddi ógvuliga sjálvstøðugt
og var sera arbeiðssamur. Hann
hongdi seg seg ikki í klokkutíðir,
men gjørdi sítt arbeiði liðugt, og
ongatíð fór ein til fánýtis til hansara
við eini arbeiðsuppgávu.
Hann hevði hugflog, og ynskti
eisini at útbúgva seg nakað meira og
fór tí í áttatiárunum niður til Dan
markar at arbeiða og lesa til HD.
Hann búsettist tá í Hirtshals og
arbeiddi í nøkur ár á Føroya Fiskasølu
í Hirtshals. Men í kreppuárunum, tá
fleiri føroyingar fóru av landinum
kom Andrias og familjan heim aftur.
So mikið væl hevði honum dámt á
Grannskoðaravirkinum,
at
hann
ynskti at koma aftur har, og hann var
eisini vælkomin. Har starvaðist hann
so restina av síni tíð, til hann nú legði
árarnar inn bert 61 ára gamal.
Sum arbeiðsfelagi kom eg at kenna
Andrias væl. Vit hava loyst manga
arbeiðsuppgávuna saman, tað ein
serliga minnist er tann menniskjans
liga síðan av manninum. Hvussu blíð
ur hann altíð var, hansara ynski um
altíð at gera sítt besta og ongatíð at
lata frá sær nakað hálvgjørt verk.
Tað eru átta ár síðani eg gavst á
Grannskoðaravirkinum. Men fyrstu
árini aftaná kom eg av og á inn á
gólvi hjá teimum. Har hitti eg sjálv
andi eisini Andrias. Fyri fýra árum
síðani flutti eg uttanlands, so síðani
tá havi eg bert fylgt við frástøðu.
Sjúkan kom snýkjandi inn á hann,
men seinastu tíðina havi eg skilt, at
hon veruliga fekk valdið á honum.
Tað hevur verið ein tung tíð, bæði
fyri hann og hansara avvarðandi,
konu og døtur og abbabørn. Men eg
havi skilt, at hann eisini nú bar lagn
una við tolsemi, sama tolsemi, sum
eisini var hansara sermerki í hansara
bestu manndómsdøgum.
Tað er við takksemi og virðing eg
minnist mín góða vin og arbeiðsfelaga
Andrias Samuelsen, og má Harrin,
sum var hansara álit, styrkja tykkum,
sum eftir sita. Tey góðu minnini kann
eingin taka frá tykkum.
Jógvan Sundstein
Andrias C. Samuelsen til minnis
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Marjun Lamain
doyði og var jarðað.
Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri góð og troystarík orð.
Tøkk til sangarar úr Nólsoy
Tøkk til Berg Jacobsen, prest, fyri minningarhald
í Samuelskirkjuni.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til øllum
tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Randi, Turið, Zacharias og Jona
nøvn
Óskar Jensen. Myndin er tikin á 102 ára
føðingardegnum
Her boksast Óskar á 102 ára degnum við sín besta vin á ellisheiminum, Carlos Soto.
Myndirnar hevur sonur Óskar, Ómar Óskarson tikið