týsdagur 19. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 157 - 19. august 2008
Røða, sum Svenning
av Lofti helt uttanfyri
Ebenezer Ólavsøkukvøld
2008.
Góðu landsmenn, kvinnur og
menn!
Eins og eg havi gjørt tað hesi
seinastu meiri enn 40 árini, er tað
mær enn einaferð ein gleði at
standa her á trappuni uttafyri
Ebenezer og fram boðskapin um
Jesus, frelsara mín, til tykkara,
sum her standa og lýða á í kvøld.
Eg fari at seta fram fyri
tykkum tvær sera inniligar og
álvarsamar áheitanir, sum
profeturin Jeremias í forðum bar
fólki sínum, Ísrael, tá hann í
tveimum ymsum umførum bar
fram hesi orð til samtíð sína:
Fyri tað fyrsta:
“Á, ættarlið! Gev orði Harrans
gætur!” 1) Jer. 2,31
Og fyri tað annað:
“Land, land, land! Hoyr orð
Harrans!” 2) Jer. 22,29
Liðin eru umleið 1000 ár síðani
vit føroyingar fóru at halda
Ólavsøku til minni um
Noregskongin Ólav hin heilaga,
sum bar kristindómin til Noregs
land og haðani til Føroya
ígjøgnum Sigmund Brestison.
Tað var gott, at kristindómurin
gjørdi sítt landnám í Føroyum,
hóast mær illa hóvar tann hátt
hann varð borðreiddur
føroyingum tá.
Tá hóvar mær betri tann hátt,
sum skotin William Sloan nýtti,
tá ið hann steig á land á
Eystaruvág í Havn í 1865, og tá
hann ferðaðist kring hetta land
og legði hondina á høvur
barnanna og segði: “TRO PÅ
JESUS!”.
Tað er hendan kærleiksboðskap
um Jesus, sum vit boða í dag.
Boðskapin um hann, sum doyði
fyri syndir mínar og tínar á
krossinum, tí vit eru øll syndarar
og tørva ein frelsara.
Og hann er einasti frelsari
okkara. Eingin annar er deyður
fyri tína og mína synd. Eingin
annar kann bjarga tær uttan hann,
fyrst og fremst hvat
ævinleikanum viðvíkur og eisini
hvat trupulleikum lívsins
viðvíkur.
* * *
Í september mánaði 1976 varð í
“Dagblaðnum” prentað grein
eftir Árna Olsen, yvirlækna á
psykiatrisku deild á Landssjúkra
húsinum. Greinin nevndist:
“Sinnisbrek og nervalagssjúkur
av alkoholmisnýtslu”.
Í samband við royndir og
møguleikar hjá einum, ið er
niðurundirkomin av alkoholi
stendur at lesa:
“Umvending og hjálp frá
gudiligari samkomu ella tí at fara
upp í fráhaldsfelagskap við
sínámillum stuðli, tykist eingin
viðgerð at kunna standa seg
ímóti.”
Hendan útsøgnin frá Árna Olsen,
stuðlar undir og staðfestir tann
veruleika, ið fer fram mestsum
dagliga í landi okkara: At
mennisku, ið hesin heimur og hin
ónda maktin eru farin illa við,
eru endurreist og rivin sum
brandar út úr eldinum og bjargað
til eitt verdugt lív, sum fedrar og
samfelagsborgarar.
Hetta kann gerast tín
uppliving. Royn tí Jesus.
* * *
Í 1948 – tvs. fyri 6o árum síðani
í ár – fóru fram tríggjar hend
ingar, ið eg skal nevna her í dag:
Hin fyrsta hevði týdning fyri
heimin allan.
Hin næsta hevði týdning fyri
Føroya land.
Hin triðja hevði persónligan
týdning fyri eina føroyska
húsmóðir.
Fyrsta hendingin var:
At í 1948 varð státurin Ísrael
settur á stovn
Og góðkendur av felagsskapi
sameindu tjóða.
Næsta hendingin var:
At í 1948, heimastýrislógin sett í
gildi í Føroyum.
Triðja hendingin var:
At ein bygdagenta, ið var komin
til Havnar júst ólavsøkukvøld
fyri seksti árum síðani.
Sum bygdagentan hetta ólavsøku
kvøld spákar sær niðan manna
trongu Niels Finsensgøtu, kemur
hon fram við ein útifund við
Ebenezer. Í somu løtu stígur ein
brosandi kvinna fram at syngja.
Bygdagentan steðgar á – gripin
av røddini hjá Sunnevu Háberg,
gripin av lagnum og boðskapin
um í hesum sanginum hjá Peturi
Háberg – hesi magnfullu saman
sjóðing av guddómligum listar
gávum, andligum innblástri og
syngjandi kalli – stendur hendan
bygdargentan sum negld á eyr
løgdu Niels Finsensgøtu.
Tað var sangurin um bløðandi
hendur Frelsarans, sum vóru
negldar á krossin fyri hennara at
taka burtur syndir hennara, gripu
sál og sinni hennara.
Hon fór beina kós heim. Heim
komin legði hon seg á knæ og
takkaði Jesusi fyri, at hann var
særdur og doyði fyri syndir
hennara.
Boðskapurin um Jesus ikki
einans frelsti hennara sál, men
broytti alt hennara lív, nú hon
seinni í ár fer um gáttina á teim
áttati árunum.
Stóð hon her í dag hevði hon
gleðiliga staðfest tað, ið eg sigi,
tí tað hevur hon mangan gjørt
áður.
* * *
Eg vil fegin endurtaka orð
Jeremiasar profets, sum eg
nevndi íáðni. Loyvið mær at
umskriva orð Jeremiasar eitt lítið
sindur.Hevði hann staðið her í
dag, hevði hann óivað sagt:
“Kæru bý og bygdaráðslimir,
kæru løgtings og landsstýrisfólk.
Góðu fedrar og møður í landi
okkara: Á, føroyingar! Gev orði
Harrans gætur!”
Á Føroyaland, Føroyaland,
Føroyaland! Hoyr orð Harrans!”
Tað, sum hevur borið land
okkara fram á vegin, er virðingin
fyri orði Guds, trúgvin á hann og
trúgvin Jesus Kristus. Harrin
signi og styrki tykkum øll, sum
trúgva á Jesus sum frelsara
tykkara.
Farið heimaftur til tykkara
heim starv og bygdarlag við
endurnýggjaðum móti í at bera
fram heimsins besta boðskap,
boðskapin um Jesus Kristus til
tykkara umhvørvi
Gud signi tykkum øll!
Gud signi Føroyar!
Svenning av Lofti
Landsmenn! Hoyrið orð Harrans
Ólavur hin heilagi
Sigmundur Brestisson
William Gibson Sloan
Árni Olsen, fyrrverandi yvirlækni
á psykiatriska deplinum á
Landssjúkrahúsinum
Petur Háberg