týsdagur 19. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 19. august 2008
19
Stutt Sagt
Tryggari í Ísrael
enn í USA
Mike Huckabie, sum er
fyrrverandi guvernørur í
amerikanska
statinum
Arkansas, og sum royndi
at stilla upp til forsetavalið
fyri
republikanararnar,
hevur vakt ans eftir eina
vitjan í Miðeystri.
Á ferðini vitjaði hann
millum annað í Ísrael, og
eftir at vera farin haðani
segði hann, at tað var
minst líka trygt at vera í
Ísrael sum í USA. Í hvussu
er greiddi hann tíðinda
fólki frá, at hann hevði
kent seg líka tryggan í
Ísrael sum í nógvum býum
í USA. Mike Huckabee
vildi ikki siga, um hann
hevði ávísar amerikanskar
býir í tonkunum. Har
afturímóti vildi hann fegin
siga, at hann hevði saman
borið teir amerikonsku
býirnar
við Tel Aviv,
skrivar New York Times.
Mike Huckabee hevur
verið
nevndur
sum
møguligt varaforsetaevni
hjá
John
McCain
á
forsetavalinum í heyst.
Reykjavík 222 ár
Júst sum klaksvíkingar
kunnu hátíðarhalda, at
100 ár eru liðin, síðani
Klaksvíkar
kommuna
varð skipað, kunnu fólk í
Reykjavík
hátíðarhalda,
at 222 ár eru liðin, síðani
býurin fekk støðu sum
keypstaður. Býarsøgan er
kortini nógv longri enn
so, tí sambært søguni setti
landnámsmaðurin Ingólf
ur Arnarson fótin á land
har fyri meiri enn 1130
árum síðani.
Fyri 22 árum síðani var
stórt
hátíðarhald
í
íslendska høvuðsstaðnum,
tá býrurin hevði 200 ára á
baki
sum
keypstaður.
Íslendsku bløðini skriva,
at kanska er haldið ikki so
sermerkt hesaferð, men at
tað góða veðrið í summar
kortini hevur havt stóra
ávirkan á hýrin í býnum
og
hátíðarhaldið.
Eitt
úrslit av tí góða summar
veðinum var, at hesaferð
bleiv tann vakrasti urta
garðurin í býnum valdur
og eigarin heiðraður.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit fara framvegis at samstarva við pakistanar og eggja
teimum til at tvífalda átakið ímóti teimum víðgongdu
Condoleezza Rice
útlond
Russland hevur lovað
at taka sínar herdeild
ir í Georgia aftur, men
ikki úr landinum,
sigur russiski vara
herovastin
Anatoly Nogovitsyn, gener
alur, sigur við russisku
tíðindastovurnar, at russiski
herurin er farin undir aftur
tøkuna
sambært
vápna
hvíldaravtaluni, sum Russ
land og Georgia staðfestu
leygardagin. Men sambært
generalinum eru málsligir
trupulleikar uppií.
Tað er munur á ensku
orðunum
"pullout"
og
"withdrawal", og í samráð
ingunum við franska for
setan, sum kom við friðar
uppskotinum, tosaðu vit
um "pullout" og ikki um
"withdrawal", sigur russiski
varaherovastin
sambært
Sky News.
Vit hava sostatt lovað at
taka okkum aftur, men ikki
út, sigur Anatoly Nogo
vitsyn, generalur.
Altjóða samfelagið
vónar, at tann næsti
forsetin í Pakistan
kann tryggja demo
kratiið í landinum.
USA vónar, at
eftirmaðurin hjá
Musharaf fer at
temja tær víðgongdu
kreftirnar
Vit fara framhaldandi at
arbeiða saman við Pakistan,
og vit eggja landsins leið
arum til at leggja munandi
størri dent á at temja tær
víðgongdu kreftirnar, sum
gera alt meiri og meiri um
seg, segði amerikanski uttan
ríkisráðharrin, Condoleezza
Rice,
eftir
at
Pervez
Musharaf hevði kunngjørt,
at hann legði frá sær sum
pakistanskur forseti.
Í øðrum londum søgdu
politiskir leiðarar seg vóna,
at tann komandi leiðarin í
Pakistan verður førur fyri
at tryggja demokrati og frið
í landinum.
Tann týska stjórnin vón
ar, at ein demokratiskt vald
stjórn
og
ein
komandi
demokratiskt valdur forseti
fara at stuðla upp undir land
sins demokratisku skipan og
stovnar, segði ein talsmaður
fyri uttanríkisráðið í Berlin.
Talsmaðurin legði afturat, at
Týskland fer framhaldandi
at samstarva við Pakistan,
og at hetta samstarv helst
skal medvirka til støðug við
urskifti og frið, ikki bara í
Pakistan, men eisini í granna
landinum Afghanistan.
Eisini franska stjórnin
vónar, at skiftið í pakiston
sku leiðsluni kann tryggja
støðug viðurskifti frameftir.
Tað er okkara ynski, at
tann næsti forsetin og
pakistanska stjórnin vilja
samstarva við virðing fyri
teimum demokratisku skip
anunum og taka við teimum
avbjóðingum, sum fram
tíðin fer at hava við sær,
segði
talsmaðurin
hjá
uttanríkisráðnum í París.
Viðmerkingin úr Moskva
bar á sama borðið.
Russland
vónar,
at
avgerðin hjá Musharaf at
fara frá ikki fær óhepnar
avleiðingar fyri ta politisku
støðuna í tí týdningarmikla
asiatiska landinum, segði
uttanríkisráðið í Moskva.
Tøgn í India
Pakistan
er
fyrrverandi
bretskt hjáland, og bretska
stjórnin hevur fylgt gongd
ini í Pakistan gjølla. David
Milliband,
uttanríkisráð
harri, segði í gjár, at avgerð
in hjá Musharaf er endin á
einum truplum tíðarskeiði í
pakistonsku søguni, sum
eisini hevur verið trupult
fyri viðurskiftini við Bret
land og onnur lond. Ein tals
maður hjá Gordon Brown,
forsætisráðharra,
skoytti
uppí, at einstaklingar eru
ikki og eiga ikki at vera
avgerandi fyri viðurskiftini
landanna millum.
Í grannalandinum India
vilja teir politisku leiðar
arnir
ikki
gera
nakrar
viðmerkingar til avgerðina
hjá Musharaf. Tað einasta,
sum New Dehli hevur sagt,
er, avgerðin er eitt úrslit av
innanhýsis
pakistonskum
viðurskiftum.
Tað eru annars bara nakrir
fáir dagar, síðani indiska
stjórnin bað pakistonsku
leiðararnar taka sær av mus
limskum yvirgangskreftum,
sum javnan gera um seg í
India, og sum sambært
indiskum
myndugleikum
fáa hjálp úr Pakistan.
Umheimurin vónar frið
og trygd í og við Pakistan
Pakistanskir sakførarar fegnaðust um avgerðina hjá forsetanum
at fara frá
Mynd: Polfoto
Taka seg aftur men ikki út
Myndatekstur:
Anatoly
Nogovitsyn
er varaovasti
í russisku
herleiðsluni
Mynd: Polfoto
Í bardaganum ímóti yvirgangi var Musharaf trúgvur stuðul hjá
George W. Bush, forseta
Mynd: Polfoto
Mike
Huckabee
Mynd:
Polfoto