týsdagur 19. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 157 - 19. august 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Sjálvur havi eg nokk verið ein av teimum, sum hevur verið ringastur til
at koyra kapp á alfaravegi. Men síðani eg veruliga eri farin undir skipaða
kappkoyring, havi eg slettis ikki ta trongdina
Terje Joensen
Danir í
fjórðings-
finaluni
Eftir eina byrjan, sum
gjørdist óneyðuga trup
ul, eydnaðist kortini
danska manslandslið
num í hondbólti at
koma víðari úr olym
piska bólkaspælinum.
Eftir dramatiska sigurin
á Russlandi og spenn
andi javnleikin móti
Íslandi skuldu danir í
gjár takast við Týskland,
og tað gekk sum eftir
ánni.
Endaliga úrslitið av
dystinum gjørdist 27
21 til Danmark, sum
við
hesum
gjørdist
nummar tvey í bólka
spælinum.
Serliga var tað verjan,
sum
riggaði
nakað
nógv betur, enn hon
hevur gjørt í hinum
dystunum, og so lá
brádliga væl fyri hjá
Kasper Hvidt í málinum
at toga stórspælið fram,
tá týskarar í løtum hóttu
donsku leiðsluna.
Mikudagin er so fjórð
ingsfinalan á skránni,
og her skal Danmark
spæla
móti
Kroatia,
sum gjørdist nummar
trý í bólki B. Kroatia
hevur higar til spælt tað
mesta av tíðini uttan
stórspælaran,
Ivano
Balic, sum hevur verið
skaddur. Men móti Kina
var hann á vøllinum í
12 minuttir, og roknað
verður við, at hann
verður á vøllinum frá
byrjan, nú avgerandi
dystirnir
standa
fyri
framman.
24 ára gamli
Terje Joensen úr
Funningsfirði hevur
gjørt dreym sín til
veruleika. Hann
kappkoyrir við
motorsúkklum á
ensku breytunum, og
er í ferð við at gera
hetta til sína yrkisleið
KappKoyring
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Silverstonebreytin
við
Birmingham og bygdar
vegurin við Funningsfjørð
hava eitt sindur til felags.
Nevnliga at Terje Joensen
hevur koyrt á báðum.
Hálvprofessionellur
Terje, sum altíð hevur havt
stóran áhuga fyri motor
súkkluítróttini, hevur í eina
tíð roynt seg á donskum
breytum, men fyri einum
ári síðani gjørdi hann av at
flyta til Bretlands at royna
stóra dreymin.
Skalt tú nakran veg í
hesi ítróttini, so er Danmark
ikki nóg mikið. Í Bretlandi
havi eg møguleika at royna
meg á heilt øðrum breytum,
og framstigini hava verið
stór, síðani eg kom yvir her,
sigur Terje.
Í løtuni koyrir hann við
einum felag, sum eitur
British Motorcycle Racing
Club, og er talan her um
teir skjótastu koyrarnir av
teimum, sum enn ikki eru
yrkiskoyrarar. Nakað sum
eisini er málið hjá Terja.
Úrslitini hava verið heilt
góð higartil. Á Snetterton
breytini vann eg meg upp
frá nummar 16 til 6, og eftir
seinastu koyring mína havi
eg fingið møguleika at
koyra við einum sonevndum
enduranceliði. Altso har
kappast verður í upp til
heilt samdøgur, eins og vit
kenna frá Le Mans. Hetta
merkir so eisini, at eg nú
eru við at gerast semi
professionellur,
so
tað
gongur framá, sigur Terje
Johannesen,
sum
eisini
hevur roynt seg á stóru
breytunum so sum Silver
stone,
Donnington
og
Brands Hatch.
Hart og dýrt
Tað eru kanska tey, sum
halda, at mest av øllum
ræður um at vera djarvur, tá
ferðin skal skrúvast upp
móti teimum 300 km/t, men
Terje sigur, at tað so
sanniliga eisini ræður um at
vera væl fyri kropsliga og
sálarliga.
Tað er ótrúliga krevjandi.
Sjálvur kappist eg á 600 cc
motorsúkklum,
og
her
kemur ferðin upp ímóti 280
km/t, og tær sonevndu super
bikes koyra meira enn 320
km/t á onkrum breytum.
Hetta setir serstakliga
stór krøv til koyraran, tí tú
hevur ikki tíð til at slaka tað
allarminsta í hvørki kropp
inum ella høvdinum, og tí
mást tú vera sera væl fyri.
Og so er tað eisini dýrt.
Sjálvur havi eg eina brúkta
súkklu, sum kostaði mær á
leið 40.000 kr. Men hartil
koma útreiðslur til bensin,
dekk og annað, sum hoyrir
eini kappkoyring til. So
hvør koyring kostar mær á
leið 6.000 kr.
Og skal eg longur upp,
so tosa vit um heilt aðrar
upphæddir. Ein súkkla í
Supersportflokkinum kost
ar á leið 280.000 kr., og ein
verulig Superbike liggur
upp ímóti 5.000.000 kr. Og
tá tosa vit altso bara um
sjálva súkkluna! So tað er
sjálvandi eisini tørvur á
sponsorum. Og teir havi eg
nakrar av. Eitt nú Andersens
Beding heima í Føroyum,
men tað er nokk avmarkað,
hvussu langt eg kann røkka
við føroyskum stuðlum,
sigur Terje.
Gerið eina breyt
Tá september mánaður er
farin aftur um bak, er hetta
kappingarárið av, og Terje
kemur tá heim til Føroya at
vitja aftur.
Hvussu verður við venj
ingini hesa tíðina, er til at
siga, og Terje heldur, at tað
er ótrúligt, at eingin breyt
er gjørd í Føroyum enn.
Talan kundi verið um
eina kombineraða koyri
tekniska breyt og eina breyt
til kappkoyring. Tá vildu
øll fingið nakað burturúr,
og kappkoyringin hjá ung
dómum kundi so gingið
fyri seg undir skipaðum
viðurskiftum, heldur enn at
taka lívið av sær sjálvum.
Og eg haldi eisini, at eg
veit, hvat eg tosi um í so
máta. Sjálvur havi eg nokk
verið ein av teimum, sum
hevur verið ringastur til at
koyra kapp á alfaravegi.
Men síðani eg veruliga eri
farin undir skipaða kapp
koyring, havi eg slettis ikki
ta trongdina meira, sigur
Terje Joensen.
Koyrir Road Racing í Bretlandi
Ivano Balic verður vænt-
andi við frá byrjan,
tá donsku hondbólts-
harrarnir í morgin skulu
royna seg móti Kroatia
Ferðin er upp til 280 km/t, tá Terje
og kappingarneytarnir koyra á ensku
breytunum. Sjálvur sigur Terje, at síðani
hann byrjaði upp á hetta, hevur hann
púrasta mist hugin at kappkoyra á
alfaravegi