týsdagur 19. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 157 - 19. august 2008 ]
Spanska OL-nevnd-
in hevur enn eina-
ferð kært sigurin hjá
donsku siglarunum
í 49’er-flokkinum
OL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um eina sera
dramatiska
finalu,
tá
kappsiglingin í 49’er-
flokkinum varð avgjørd í
gjáramorgunin.
Danski báturin lá væl
fyri undan finaluni, men
stutt
undan
startinum
brotnaði masturin á báti-
num, og so vóru góð ráð
dýr.
Boðini til teir báðar,
Jonas Warrer og Martin
Kirketerp, vórðu, at teir
skuldu fara í holt við at
“stjala” ein annan bát.
Áðrenn starturin fekk,
høvdu donsku leiðararnir
tó fingið loyvi frá kroat-
um at læna teirra bát, og
fagnaðurin var ovurstórur,
tá donsku sjómenninir
komu inn sum nummar
sjey,
meðan
argastu
kappingarneytarnir
ein
fyri og annar eftir máttu
lúta í ófantaliga veðrinum,
sum gjørdi um seg.
Spania,
sum
vann
silvur, gjørdi av at kæra,
tí danir altso sigldu í
kroatiska bátinum, men
tann kæran varð í fyrsta
umfari avvíst, og sjálvir
søgdu sponsku sjómenn-
inir, at teir vóru væl
nøgdir við silvurið.
Men tað hevur so ikki
steðgað spaniólum í at
senda enn eina kæru inn.
Hesa ferð er kæran send
altjóða
ítróttardómstól-
inum, CAS.
- Um CAS velur at gera
nakað við málið, skulu
tey fyrst gera av, um
dómsnevndin í OL hevur
fylgt
áløgdu
manna-
gongdunum.
Hevur
nevndin ikki tað, kann
CAS velja at ógylda
danska sigurin. Men tað
meta vit vera ógvuliga
ósannlíkt, sigur Jesper
Frigast Larsen, sum er
leiðari hjá donsku OL-
nevndini,
við
Ekstra
Blaðið.
Jesper Frigast Larsen
leggur afturat, at skuldi
tað hent, at spaniólar
vinna málið hjá CAS,
merkir hetta eisini, at
stílast skal fyri nýggjari
heiðursmerkjahandan.
Fótbóltssambandið
hevur givið tilsøgn
um at játta 6
milliónir krónur
til ætlanina um at
gera Svangaskarð til
fótbóltshøll. Næsta
stig er at tosa við
Mentamálaráðið,
sigur borgarstjórin
á Toftum, Símun
Johannesen
FótbóLtur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Kemur ein burðardygg
verkætlan um eina fót-
bóltshøll framvið okkara
borð, so eru vit reiðar at
negla hana fasta í borðið.
Soleiðis
segði
FSF-
forsetin, Høgni í Stórustovu,
fyri góðum mánaði síðani,
tá hann í Sosialinum varð
spurdur, hvørjar fortreytir
hann helt skuldu lúkast, fyri
at skapa so góðar karmar
sum gjørligt fyri menning
av føroyskum fótbólti.
Síðani á nýggjárinum
hevur
tosið
um
eina
fótbóltshøll nevnliga verið
heldur ógreitt. Verkætlanin
í Skálabotni hevði ilt við at
fáa øll elementini at ganga
upp í eina hægri eind, og
eftir at hava útsett freistina
fleiri ferðir, hevði FSF mist
tolið við hesum. Serstakliga
tí tað varð ikki mett ráðiligt,
um felagsskapurin áhald-
andi longdi tey evstumørk,
sum UEFA hevði sett.
Svangaskarð fingið
góðkenning
Upprunaliga var vøllurin
við Svangaskarð eisini við í
kapprenningini um UEFA-
stuðulsmilliónirnar, og tá
ætlanin í Skálabotni varð
sett á stand-by, tóku tofta-
menn sítt projekt framaftur.
Fyrimunirnir, sum tofta-
fólk styðja seg til, eru, at
eitt altjóða góðkent stadion,
har infrastrukturin longu er
í lagi. Og tí vil íløgan her
alt annað líka verða væl
minni, enn um ein nýggj
fótbóltshøll skal byggjast
frá grundini.
- Upprunaliga arbeiddu
vit við eini verkætlan, har
ein høll varð løgd yvir
verandi vøllin, og har grasið
varð skift við graslíki, sigur
Símun Johannesen, borgar-
stjóri í Nes Kommunu.
- Tann
ætlanin
varð
kostnaðarmett til á leið 20
milliónir, men síðani eru
nakrar tillagingar gjørdar.
Eitt nú við at økja um talið
av skiftirúmum, tí tað ber
illa til at reka bæði fót-
bóltshøll og B68 við bara
tveimum
skiftirúmum.
Aðrar tillagingar eru eisini
gjørdar, og tí verður ætlanin
í dag kostnaðarmett til á
leið 30 milliónir krónur,
sigur hann.
6 UEFA-milliónir
Og hesum er FSF til reiðar at
stuðla. Símun Johannesen
váttar, at tey hava fingið til-
søgn frá Fótbóltssamband-
inum, um at tey vilja lata
seks milliónir í stuðuli til
ætlanina, og tí heldur arbeið-
ið kring ætlaðu høllina fram.
Fótbóltssambandið hevur
í hesum umfarinum møgu-
leika at stuðla verkætlanum
til frama fyri menning av
fótbóltinum við í alt 12
milliónum, sum koma úr
grunni hjá UEFA. Menn í
fyrstu atløgu er so valt at
nýta helmingin av upp-
hæddini til Svangaskarð.
Ivaleyst tí FSF roknar við
at hava tørv á peningi til
aðrar verkætlanir eisini.
- Enn resta sjálvandi 24
milliónir, og sjálvandi eru
vit eisini sinnað til at fíggja
part av hesum. Næsta stigið
verður so at tosa við Menta-
málaráðið, og her er ein
fundur
við
landsstýris-
kvinnuna stungin út í kortið.
Eisini ætla vit okkum at
tosa við Heilsumálaráðið, tí
vit halda avgjørt, at ein slík
høll vildi verið gagnlig fyri
fólkaheilsuna. Eg veit ikki,
um Heilsumálaráðið kann
stuðla eini slíkari verkætlan
fíggjarliga, men vit halda
avgjørt, at ráðið kann virka
til at styrkja okkara argu-
mentatiónir, sigur Símun
Johannesen.
Veldst um pengar
Hóast bjartskygdur, nú FSF
hevur givið sína tilsøgn, so
vil Símun Johannesen enn
ikki seta nakra dagfesting
á, nær føroyingar kunnu
spæla fótbólt undir taki á
Svangaskarði.
- Tað veldst sjálvandi alt
um pengar. Men vit hava
sjálvandi eina meting frá
serfrøðingum innan økið,
og hesa tíðarætlan kenna
tey eisini í FSF, har vit hava
havt okkara framløgu. Nú
arbeiða vit so fyrst og
fremst við at fáa fíggingina
í rættlag, og her er fyrsta
stigið so tikið nú, sigur
borgarstjórin.
Svangaskarð verður til
fótbóltshøll
30 milliónir skulu til, um Svangaskarð skal gerast til fótbóltshøll. Nú hevur Fótbóltssambandið
játtað at koma við 6 av hesum
Spaniólar vilja
hava danska
gullið
Veðrið var av tí ringasta, tá danski 49’arin vann gull í
kappsigling á olympisku leikunum
Tá vóru tað eisini átta stig...
Í 2006 misti EB/Streymur á stokkinum. Hóast felagið úr
Sundalagnum var oddalið so at siga alt kappingarárið, men í
seinasta leikumfari vann HB oddasessin. Eftir 18 umførum fyri
tveimum árum síðan vóru tað eisini átta stig sum skiltu EB/
Streym og HB. Sundalagsmenn høvdu, júst sum nú, tá 38 stig,
men HB høvdu 30. Soleiðis er eisini í ár, men nú er tað B36,
sum rennur aftaná. Tað er tó lítið sannlíkt, at sundalagsmenn
aftur skulu missa gullið í ár, men livst so spyrts...
Sjálvmál í Klaksvík
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Heðin á Lakjuni
skeyt málið, sum KÍ fekk á heimavølli móti Víkingi.
Á dómaraseðlinum er hetta tó skrásett sum sjálvmál.
Talan var um óbeinleiðis fríspark, sum Heðin á
Lakjuni sendi inn í Víkinga-brotsteigin, og tí skuldi
ein aktiv gerð til, um mál skuldi dømast. Hesari stóð
Geza Turi fyri, tá hann nart bóltin.