Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 158 - 20. august 2008 Bygdarskúlin Orð og myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Húsar: - Sum lærari á bygd má ein vera rættiliga kreativur. Við aðrar skúlar undirvísir ein lærari mest í teimum lærugreinunum sum hann er útbúgvin í. Her skal ein kunna undirvísa í øllum lærugreinum, sigur fyrstilærarin á Húsum í samrøðu við Sosialin. Sára Mikladal hoyrir av og á frá fólki, at tað er so lætt at vera lærari við ein bygdarskúla: Har eru so fáir næmingar og tí er tað meiri at meta sum eitt spæl at skipa eina undirvísing. Men royndir hennara vísa, at umstøðurnar her eru munandi øðrvísi enn í teim størru flokkunum: Hóast talan bert er um níggju næmingar, so kann hon hava enskt á fimm ymiskum stigum í sama tíma. Tá er lætt at ímynda sær, at tíðin til hvønn einstakan næming ikki verður so góð. - Tað kann koma fyri, at eg ikki fái meiri enn tveir minuttir til hvønn næming. Og tað er hóast alt í minna lagi. - Hinvegin veldst alt sjálvandi um, hvussu ein leggur undirvísingina til rættis og hvussu sjálvstøðugt tann einstaki næmingurin arbeiðir, greiðir Sára Mikladal frá. Sára býr í Klaksvík og hevur verið lærari her á Húsum síðani 1999. Hon hevur lagt tímatalvuna í skúlanum soleiðis til rættis, at hon kann ferðast skjótt og millum heim og skúla hvønn dag. Í og undir skúlaaldur wTá skúlagongdin byrjaði mánadagin, kundi Sára Mikladal staðfesta, at talið av næmingum við Húsa skúla var 9. Hetta var í roynd og veru ein næmingur meiri enn í fjør, tí eingin næmingur fór úr skúlanum í summar. Okkurt árið vóru næming- arnir 17 í tali, men talið í ár er á leið tað sama sum undanfarin ár. - Og soleiðis sum tað sær út í dag, fer hetta at verða talið á næmingum í nøkur ár aftrat. Tað eru tíbetur fleiri børn undir skúlaaldur her á Húsum, staðfestir Sára Mikladal. Gongst sum ætlað, fara tvey børn í 1. flokk komandi skúlaár, og eftir tað verður ein nýggjur næmingur í 1. flokki tey fylgjandi árini. Skúlin er í roynd og veru ein felagsskúli millum báðar bygdirnar í komm- ununi – Húsar og Syðradal – og gingu næmingarnir í síni tíð aðru hvørju viku í hvørjum skúlanum. - Tey seinnu árini hava tað bert verið næmingar á Húsum, og tí verður einans undirvíst her, sigur hon. Sjógvur ímillum Nógv hevur verið tjakast um tað er rætt at hava allar hesar mongu og smáu bygdaskúlarnar. Sára Mikladal hevur sjálv hugsað nógv um júst henda spurningin, sum í mangar mátar er sera eymur og eisini viðbrekin hjá nógv- um. Sára er ein teirra, sum er av teirri sannføring, at hetta er ein góð skipan, og ein skipan sum ein eigur at halda fram við – men bert í ein ávísan mun. - Eg eri tó í iva, um tað í framtíðini er rætt hjá skúlanum at hava næmingar heilt upp í 9. flokk. Tað er sjálvandi torført at meta um hetta, men tað verður so í øllum førum altíð ein framtíð fyri okkara skúla upp til 6. ella 7. flokk, staðfestir hon. Hinvegin er tað ein landafrøðilig sannroynd, at Húsar og Kalsoyggin eru bundin av sjóvegis sam- bandi við Klaksvík, og at hetta avmarkar møgu- leikarnar hjá næmingunum at fáa fulla úrtøku av teim- um tilboðum sum standa teimum í boði í Klaksvík. - Tá sjógvur er millum oyggjarnar, og ein skal halda seg til eina ferðaætlan, kann ein ikki bara fara til Klaksvíkar at hava tveir skúlatímar og síðani koma aftur. Hjáputur Eitt er at fólkið á smá- plássunum leggja stóran dent á at varðveita bygda- skúlan. Hinvegin uppliva tey, at hetta sama forstáilsið ikki altíð er eins stórt á hægsta staði – tað er: Menta- málaráðnum. Hetta sama veit Sára Mikladal, tí sum hon sigur: Bygdarskúlin er annað enn hjáputur - Næmingarnir á bygd hava eins góðan rætt til undirvísing sum onnur børn. Og tá til stykkis kemur, so klára tey seg eins væl og aðrir næmingar. Eg kann tí illa góðtaka, at virksemið í bygdaskúlunum av sonnum verður mett sum hjáputur, sigur Sára Mikladal, sum er ein av trimum lærarum við Húsa skúla ” So leingi sum bygda­skúla­rnir eru kring la­ndið, eiga­ teir a­t verða­ virdir sum a­llir a­ðrir skúla­r. Men ta­ð verða­ teir a­ltso ikki í da­g Fáa Sildberan um eina viku Tað gongur helst henda vikan aftrat, áðrenn skúvoyingar fáa Sildberan aftur at røkja farleiðina inn á Sandoynna. Hesa tíðina, meðan Sildberin hevur verið á sleipistøð í Havn (myndin), hevur Súlan røkt siglingina, skrivar heimasíðan bkv.fo. Sagt verður, at Súlan siglur skjótari enn Sildberin, men at Sildberin er betri egnaður til hesa farleiðina. Gott sólpláss á Skarvanesi Gamalt er, at á Skarvanesi er eitt av bestu sólarplássum í landinum. Á Sandoynni hava tey hesa seinastu tíðina kunnað staðfest, at verðið hevur verið sera gott her, samstundis sum eysturbygdirnar hava ligið í mjørka fyri tað mesta. Her í bygdini verður ikki ballað, men hoyggja uppá tann gamla mátan, tó uttan turkiløg, skrivar bkv.fo. Mánadagin fór Rebekka Syderbø (vinstrumegin) í skúla á fyrsta sinni. Komandi skúlaár fara tveir næmingar í 1. flokk, og tey tvey næstu árini eru eisini næmingar til 1. flokk við Húsa skúla