Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 158 - 20. august 2008 Í greinum her í blaðnum mánadagin og týsdagin hava vit greitt frá nøkrum lutum í lítla, gamla, men kortini væl útgjørda bygd­ arskúlanum á Húsum. Í skúlanum eru næmingar á øllum stigum uttan í 2. og 6. flokki, og sita teir allir í teirri einastu skúlastovuni í bygdarskúlanum frá 1888. Í undirvísingini verða næmingarnir býttir upp á ymiskan hátt: Í fyrsta lagi eftir aldri, soleiðis at ein partur av tímunum eru til tey eldru og ein annar til teir yngru. Men undirvísingin verður eisini skipað soleiðis, at lærararnir leggja tímar inn undir – tað er: at tá øll eru inni, kann hon lesa við einum parti, meðan ein annar partur, sum ikki krevur beinleiðis hjálp frá læraranum, situr til dømis og skrivar ella gera okkurt annað. ­ Við hesi skipanini tryggja vit, at tann einstaki næm­ ingurin skal fáa so nógvar tímar, sum kravt verður frá Mentamálaráðnum. Hóast skúlin er lítil, so kunnu næmingarnir fáa ta undirvísingina sum tørvur er á her ella í bygdarhúsinum, ið liggur skamt frá skúlanum. Við skúlan eru tríggir undirvísarar – Sára Mikla­ dal sum hevur fult skema, Hannebeth Garðalíð sum er vikarur og hevur somuleiðis fult skema og Olaf á Grønastøð sum hevur eitt ávíst tímatal um vikuna. Møguleiki er hjá næm­ ingunum at ganga til og við 9. flokk, men ynskja tey at ganga framhaldsdeildina í Klaksvík, so gera tey tað. Í Sosialinum í gjár nevndi borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð tann týdning sum hann sá í lokala skúlanum. Sára Mikladal er púra samd við honum í, at tað er sera týdningarmikið at børnini verða í nærum­ hvørvinum so leingi sum tilber – bæði fyri tey eldru fólkini, men eisini tey smærru og tey eldru børn­ ini, sum spæla sera væl saman. Besta prógvið um hetta er tá fríkorter er í Húsa skúla: Tá savnast bæði næmingar og yngru systkin teirra á snotuliga sparkivøllinum beint niðanfyri skúlan. ­ Slíkt er avgjørt við til at skapa trivna og setur haraftrat lív í bygdarsam­ felagið. Eru eingi børn at síggja um dagin, so hvørvur hesin dynamikkurin, tí tú hevur ikki allar aldursbólkar í bygdini. ­ Tí hevur tað so stóran týdning, at børnini ganga í skúla í heimbygdini tey fyrstu skúlaárini – í minsta lagi til og við 6. flokk, sigur hon. Nógvastaðni verða bygdaskúlarnir lagdir niður og børnini verða koyrd í annan og størri skúla í nánd av heim­ bygdini. Í hesum førinum kundi ein tosa um, at skúlabørnini á Húsum vórðu flutt haðani og til ein skúla í Klaksvík. Ein sannroynd er kortini hon, at tað er eins langt av Syðradali til Klaksvíkar eins og tað er úr Klaksvík til Syðradals – so tað kundi eins væl verðið, at næmingar komu úr Klaksvík í skúla á Húsum, sum tað at allir næmingarnir fara til Klaksvíkar í skúla, sigur Sára Mikladal. Júst hetta kann vera trup­ ult hjá øðrum at skilja. Sára fær tí mangan spurn­ ingin frá fólki um, hví foreldrini á Kalsoynni ikki bara lata børn síni ganga í skúla í Klaksvík, tá so gott ferðasamband er um Kalsoyarfjørð. ­ Hesi fata helst ikki støðuna og tær øðrvísi umstøðurnar sum vit hava á útoyggj og sum »býarbørnini« kundu havt gleði av, um tey komu yvir um fjørðin. ­ Men tað er helst ikki lætt hjá teimum, tá tey bert hava fáar minuttir frá heimi til skúla, og haraftrat kunnu koyra børnini hagar í egnum bili, sigur Sára Mikladal. Trivnaður og dynamikkur ­ Tað tykist ofta, sum um ráðið ikki hevur ta virðing fyri smáu skúlunum sum vit kundu ynskt. Kensla okkara er, at vit bara skulu gera so sum tey krevja, heldur enn at tey seta seg inn í okkara viðurskifti. ­ Úrslitið av hesum er, at eg mangan føli tað sum um at okkara arbeiði hevur lítlan týdning hjá Menta­ málaráðnum, og tja, ­ er meiri at meta sum hjáputur hjá teimum, enn sum nakað annað. ­ Hetta haldi eg vera stórt spell, tí so leingi sum bygdaskúlarnir eru kring landið, eiga teir at verða virdir sum allir aðrir skúlar. Men tað verða teir altso ikki í dag, slær ein sera hørm Sára Mikladal fast. Tað kemur meiri enn so fyri, at tað koma harðar og krevjandi fráboðanir frá Mentamálaráðnum um ymiskt sum skal setast í gildi – krøv, sum ein bygd­ arskúli við framhaldsdeild á Húsum lítlar og ongar møguleikar hevur at fylgja. Hon hevur gjørt vart við hetta bæði hjá Mentamála­ ráðnum og hjá fakfelagi sínum, Lærarafelagnum. So tann ovasta leiðslan innan skúlans gátt veit tí um hesa gongdina, men enn er tíverri lítil bati at hóma. ­ Tað harmiliga í hesum er, at tey ikki reiðiliga skilja okkum og ikki virða okkara umstøður og okkara arbeiði. Hetta kann í ringasta føri enda við, at útbúnir lærarar við bygdaskúlar gevast og fara at leita eftir øðrum virðiligari størvum. ­ Eg rokni ikki við, at tað veruliga er hetta ætlanin – men vantandi fatan og virðing fyri sjálvsagda rættinum hjá okkara skúla til eitt tilverugrundarlag í bygdar­ samfelagnum, er ein av størstu forðingunum fyri men­ ning av bygdarskúlanum! Øðrvísi at undirvísa ” Tað harmiliga í hesum er, at tey ikki reiðiliga skilja okkum og ikki virða okkara umstøður og okkara arbeiði. Hetta kann í ringasta føri enda við, at útbúnir lærarar við bygdaskúlar gevast og fara at leita eftir øðrum virðiligari størvum ” Vantandi fatan og virðing fyri sjálv­ sagda rættinum hjá okkara skúla til eitt tilverugrundarlag í bygdarsamfelagnum, er ein av størstu forðingunum fyri menning av bygdarskúlanum Tema: Bygdarskúlin Hesi trý seinastu bløðini hevur Sosialurin varpað ljós á ein av mongu bygdaskúlunum kring landið, tann á Húsum. Mánadagin vóru vit við, tá Rebekka Syderbø fór í fyrsta flokk saman við hinum átta næmingunum. Í gjár høvdu vit sam­ røðu við borgarstjóran á Húsum, Magna Garðalíð um tann týdning, sum lokali skúlin hevur fyri hesa bygdina. Í dag tosa vit við fyrstalærarin í Húsa/ Syðradals skúla, Sáru Mikladal um umstøður­ nar hjá bygdarskúlunum og hvussu undirvísingin verður løgd til rættis. Og í blaðnum í morgin tosa vit við Signhild Joensen, sum hevur búð í 17 ár í norðastu bygdini á Kalsoynni, Trøllanesi. Vertu sæll Steinbjørn Borgarstjórin í Kópavogi Gunnar Birgirsson kom framvið býráðshúsið at biðja farvæl, áðrenn leiðin gekk aftur til Íslands. Við fylgi kom Gunnar Birgirsson á gátt hjá Steinbjørn O. Jacobsen at takka fyri 100 ára hátíðardagarnar. Veðrið var av tí allarbesta, og lagið var gott á øllum, sum samstundis eisini fegnaðust yvir nakrar avbera góðar vinarbýardagar. Drigið varð samanum, og vóru borgarstjórarnir á einum máli um at halda fram við avbera góða vinarlagnum ímillum Klaksvík og Kópavág. Felagsmynd varð at enda tikin uttanfyri býráðshúsið og Gunnar rætti síðani Steinbjørn hondina og segði "Vertu sæll vinur minn Steinbjørn" Óli Hansen er einasti næmingurin í 4. flokki. Ein av lærarum hansara er Hannebeth Garðalíð av Húsum. At ein lærari kemur úr bygdini er við til at skapa stabilitet hjá skúlanum ­ Tað er harmiligt at okkara arbeiði sum lærarar við ein lítlan bygdarskúla ikki verður nóg væl virt, sigur Sára Mikladal, lærari á Húsum. Henni við lið situr Pætur Syderbø, sum gongur í 8. flokki á Húsum