Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 158 - 20. august 2008 útisetar Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Føroyingar eru alla staðni, eisini í sólríka brasilska býnum, Rio de Janeiro. Ragnar Poulsen úr Havn er við familu sínari fluttur til stóra suðuramerikanska býin í samband við arbeiðið hjá Statoil-Hydro. - Hetta er ein dreymur. Eg og konan ynsktu at upp- liva aðrar mentanir, og tað sleppa vit so sanniliga her, sigur havnamaðurin, sum hevur drúgvar royndir í oljuvinnuni. Ragnar Poulsen úr Havn hevur starvast hjá Statoil- Hydro í skjótt 10 ár. Hann arbeiddi fyrstu árini í London við leiting eftir olju og gassi í føroysku undir- grundini, men var síðani fluttur til Stavanger eitt skifti orsakað av bygnaðar- broytingum í felagnum. Hann fór aftur til London, men seinastu 3 árini hevur Ragnar arbeitt við oljuleit- ing í brasilskum øki og hann búði í London, men nú eru hann og familjan flutt til brasilska stórbýin, Rio de Janeiro, at búgva og arbeiða. Kanst tú í stuttum lýsa munin á at arbeiða í London og í Rio de Janeiro? - Tað sum í gerandisdeg- num ger størstan mun er uttan iva veðrið, og so tað at búgva úti við havið. At fara frá húsum klokkan 7 á morgni í sólskini og eini 20 hitastigum við útsýni út á sjógv er ein fragd. Hinvegin so er ferðslan nógv betri skipað í London, so tað er lættari at ferðast runt í London enn í Rio. Í Rio er ein noyddur at planleggja dagin meiri neyvt enn í London, greiðir havnarmað- urin frá, sum annars hevur røtur í Gøtu og Runavík. Fakliga, persónliga og sosialt mennandi Arbeiðið hjá Ragnari er at leita eftir sonevnda »svarta gullinum« í brasilsku undir- grundini. Eg spyrji hann, um hetta er eitt fakliga spennandi og mennandi arbeiði. - Fakliga er tað sera spenn- andi at arbeiða við oljuleit- ing. Tú ert noyddur at arbeiða innan fleiri ymisk yrkisøki samstundis, so sum jarðalisfrøði, jarðevnafrøði og jarðfrøði. Tá ein skal tulka dátur, so sum seismikk, er ikki nóg mikið bara við fakligari vitan, men har krevst eisini hugflog og rúmlig ímyndan. Eitt oljufelag hevur í dag eina ta mest framkomnu KT- tøknina, har tú millum annað arbeiðir í serligum 3D visjónum. Tað kennist sum tú ferðast inni í jørðini, og onkuntíð hveppir tú teg við, tá ein brunnur fer flúgvandi framvið oyrunum, heldur Ragnar skemtandi fyri. Hvussu vilt tú lýsa ar- beiðið hjá tær á persónliga og sosiala økinum? - Persónliga og sosialt haldi eg, at ein mennist sera nógv. Tú ferðast nógv og arbeiðir saman við fólki úr øllum heiminum. Um tú skal á fund við fólk úr USA, Kina ella Brasil, so noyðist tú at fyrireika teg á ymsan hátt til tess at fáa sum best burturúr. Ein hevur møgu- leika at læra nýggj mál, og øll familjan fær nógvar spennandi upplivingar sam- an, greiðir Ragnar Poulsen frá. Men eru eisini vansar í hesum, til dømis tað at vera útstationeraður? - Størsti vansin er nokk tann, at ein er langt burturi frá familju og vinfólki heima í Føroyum. Vit royna at vitja heim einaferð um árið og royna sum best at lokka fólk at koma at vitja okkum. Í London hava nógv í familjuni og vinfólk- um annars verið og vitjað, og hóast longri er at ferðast nú, so vóna vit at síggja flest møgulig her eisini, heldur Ragnar fyri. Ragnar hevur eina dóttir, sum gongur í studentaskúla í Føroyum, men takkað ver- ið góðum treytum frá arbeiðsgevaranum er møgu- ligt hjá henni at koma at vitja pápa sín fleiri ferðir um árið. Ein gerandisdagur í Rio Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hittir ein føroyskan oljumann í Brasil. So eg spyrji Ragnar, um hann í stuttum kann lýsa ein van- ligan arbeiðsdag hjá sær í Rio. - Trý ára gamli sonur okk- ara, Thomas, og eg verða heintaðir av bilføraranum klokkan 7 um morgunin. Sonurin verður koyrdur í barnagarð, og sjálvur eri eg á skrivstovuni umleið klokk- an 8. So gongur dagurin ofta við at tulka seismikk og aðrar dátur, Regluligir fundir verða hildnir umvegis »videolink« og »net-meeting« við fólk frá StatoilHydro í Noregi. Eisini eru ofta fundir við tað stóra brasilska olju- felagið Petrobras og onnur oljufeløg, ið vit samstarva við í Brasil. Umleið klokkan 5 seinnapart verði eg heint- aður og koyrdur heim. Ofta møtast vit familian á Ipa- nema ella Copacabana strondini at njóta sólsetur og svimja eina løtu í sjón- um, áðrenn farið verður heim at fáa okkum ein bita, greiðir Ragnar frá og skoytir upp í: - Tá er lítli Thomas so troyttur, at hann steinsovnar, so skjótt hann leggur høvdið niðurat. Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at tá ein sum før- oyingur flytir til eitt so stórt og fjarskotið land sum Brasil, um ein tá onkuntíð kennir seg sum eina nál í eini hoyrúgvu. Men hesum vísir staðiliga Ragnar aftur. - Nei, eg haldi tað er øvugt! Av tí at ein kemur úr einum so lítlum landi sum Føroyar, og frá einum so fámentum fólki, so kenni eg meg altíð væl og sum heima, líkamikið hvar eg eri. Av tí at tú veitst, at tú helst er tann einasti til stað- ar við eini serstakari ment- unarligari bakgrund, so haldi eg at tú sum oftast hevur okkurt íkast til prátið, heldur hann fyri. Fótbóltur, karneval og samba Vit tosa jú um Brasil, og nevnir tú Brasil, so noyðist tú av nógvum góðum grund- um eisini at nevna fótbólt. So eg spyrji Ragnar, um Havnarmaður leitar Ragnar Poulsen úr Havn livir eitt spennandi lív í brasilska stórbýnum Rio de Janeiro. Hann er jarðfrøðingur hjá StatoilHydro, og leitar eftir olju og gassi í brasilsku undirgrundini. Hóast Rio er ein undurfullur býur, so lúra vandarnir eisini har. Hann koyrir ikki í egnum bili, men hevur skottryggan bil og privatførara til bæði sín sjálvan og familjuna ” Til tess at fyribyrgja vandum, so sum burturflytingum og ránum, verður ein fluttur aftur og fram í skottryggum og armeraðum bilum við serliga vandum bilførarum ” Ofta møtast vit familian á Ipanema ella Copacabana strondini at njóta sólsetur og svimja eina løtu í sjónum, áðrenn farið verður heim at fáa okkum ein bita