Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 158 - 20. august 2008 eftir olju í Brasil hann er og hyggur eftir onkrum dysti av og á? - Ja, vit hava verið á kenda Maracana vøllinum! Tá eg flutti higar hevði bilførarin, sum koyrir meg og familjuna, eina serliga gávu við á flogvøllinum. Hann gav mær beinan vegin eina troyggju hjá kenda fót- bóltsfelagnum Flamenco, tí hann vildi vera vísur i, at eg ikki for at halda við skeivum felagi ...Jú, fótbóltinum brenna tey øll fyri, og alla- staðni síggjast børn og vaksin spæla bólt frá tíðliga á morgni til langt eftir sól- setur, sigur hann. Hugsi við mær sjálvum, at so er alt sum tað eigur at vera ...! Í eygunum hjá flestu før- oyingum er Brasil eitt sera fjarskotið og spennandi land, har er heitt, vøkur náttúra, karneval og nógvar baðistrendur. Eg komi at hugsa um, um Ragnar man hava góða tíð til at liggja á strondini, dansa samba ella ganga til bossanova kon- sertir. - Ja, í vikuskiftunum eru vit sum oftast ein dag á strondini, tað er har fólk møtast at spenna úr og hugna sær. Vit hava verið til fleiri konsertir, og bilførarin hjá okkum, ið er sera íðin sambadansari og limur í einum av teimum tiltiknu sambaskúlunum, hevur bjóðað okkum við. So man tað ikki fara at eydnast at læra eitt dansifet ella tvey...? Tríggjar ferðir um vikuna læra vit so eisini portugisiskt fyri. At tosa málið er ein týðndi táttur til tess at koma undir húðina á fólkinum og mentanini, greiðir Ragnar frá. Ránsmenn, narkotika og morð Men vit vita jú, at har er eis- ini hin síðan. Har er nógv fátækradømi og kriminalitet- ur. So eg spyrji Ragnar, um hann merkir nógv til tað. - Fátækradømið er sjónskt, mong heimleys gøtubørn síggjast á gøtun- um, og manga staðni í býn- um síggjast Favela’ir, tað vil siga fátækrabýlingar, ið eru bygdir á brøttu fjalla- síðunum. - Statistiskt sæð er Rio ein av heimsins mest vanda- miklu býum at liva í. Í með- al verða 17 fólk myrd um dagin, men flestu drápini eru i samband við narkotika- virksemi, og hóast flestu fólkini í Favela’unum eru lóglýdnir borgarar, eru flestu morðini við Favela’irnar. Dagliga merkir tú ikki nógv til henda kriminalitetin, og vit kenna okkum trygg á flestu gøtunum mitt í býnum. Vandin fyri at blíva rændur er tó altíð til staðar, og fleiri sum eg kenni hava verið úti fyri hesum. Men um tú verður offur fyri ráni, so er tað sum oftast bert pening, ránsmennirnir eru úti eftir. Og um tú gert sum tú verður biðin, so sleppur tú aloftast frá tí óskalaður, sigur Ragnar. Við skottryggum bili og privatførara Ragnar og familja hansara ferðast ikki sjálv í egnum bili, men verða flutt aftur og fram í leigaðum bili við bilførara. Trygdin verður sett í hásæti, og tað er einki minni enn við einum skot- tryggjaðum jeepi. Eg spyrji Ragnar, um hann kann greiða eitt sindur nærri frá hesum. - Flestu oljufelog hava sera strangar HSE reglur (HSE stendur fyri heilsa, trygd, og umhvørvi, blaðm.) fyri at byrgja upp fyri burt- urflytingum og ráni av bil- um og fólki. Til tess at fyri- byrgja hesum verður sum oftast ferðast í skottryggum og armeraðum bilum við serliga vandum bilførarum. Til alla lukku er tað sera sjálsamt, at fólk verða burturflutt í Rio, men tað hendir meira týðum í Sao Paulo (størsti býur í Brasil, blaðm.). Ein fyrimunur við at hava serliga vandar bilfør- arar og armeraðar bilar er eisini, at tú kennir teg meiri tryggan í ferðsluni. Ferðslu- vanlukkur eru hóast alt ein størri hóttan enn rán og burturflytingar. Ein annar fyrimunur er eisini, at bil- førararnir kenna býin væl og ferðsluna við, og teir duga væl at flyta teg skjótt og trygt frá einum staði til annað, sigur Ragnar Poul- sen at enda. Ragnar Poulsen á strondini í Botafogo, tætt við skrivstovuna hjá StatoilHydro ” Í meðal verða 17 fólk myrd um dagin, men flestu drápini eru í samband við narkotikavirksemi Ragnar saman við konuni Marilene, sum skal eiga í september, og soninum Thomas á staðnum Corcovado. Í bakgrundini er Alto Leblon, har tey búgva Ragnar og sonurin á strondini ” Statistiskt sæð er Rio ein av heimsins mest vandamiklu býum at liva í” Ferðsluvanlukkur eru ein størri hóttan enn rán og burturflytingar