mikudagur 20. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 158 - 20. august 2008
Hóast fiskifrøðin
mælir til í mesta lagi
trý loyvi til veiði eftir
stinglaksi, heldur
fiskimálaráðharrin
seg ikki ganga ímóti
fiskifrøðini, at tveir
lemmatrolarar
aftrat hava fingið
fyribilsloyvi at veiða
stinglaks restina av
hesum árinum
StinglakSur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskimálaráðið hevur givið
tveimum
lemmatrolarum
aftrat, Niels Paula og Roc
Amadour, fyribilsloyvi til at
royna eftir stinglaksi tað, ið
eftir er av hesum árinum.
Frammanundan
hava
tríggir aðrir lemmatrolarar,
Suðringur,
Phoeniks
og
Rasmus Effersøe, loyvi til
at veiða stinglaks.
Úr
Fiskimálaráðnum
verður sagt, at Niels Pauli
og Roc Amadour hava
fingið hesi fyribilsloyvi, tí
onkrir av fyrrnevndu ikki
hava verið í vinnu.
Reiðarin
á
Suðringi,
Marner Lisberg, hevur sagt,
at pláss er ikki fyri fleiri
skipum á stinglaksi og
hevur fýlst á, at Fiski
málaráðið hevur givið hesi
royndarloyvi aftrat restina
av árinum.
Stinglaksur er djúpvatns
fiskur, sum fiskifrøðingar
um okkara leiðir lítið vita
um. Tí hava teir sagt, at ikki
fleiri enn trý skip eiga at
fiska hetta fiskaslag.
Sosialurin hevur leitað á
heimasíðuni hjá Fiskirann
sóknarstovuni eftir tilmæl
um um stinglaks, men vit
hava einki funnið.
Hjalti
í
Jákupsstovu,
leiðari á Fiskirannsóknar
stovuni, heldur tað tykjast
eitt sindur undarligt, at
Fiskimálaráðið hevur givið
tvey fyribilsloyvi aftrat og
vísir annars til Jákup Rein
ert, sum í løtuni er umborð
á Magnusi Heinasyni.
Tá vit ringdu til Jákup
Reinert í morgun, hevði
hann frívakt og var í
koyggjuni.
Tað eru eisini tey, sum
halda tað vera løgið, at
Tórbjørn Jacobsen, sum í
málinum
um
fiskidagar
mælti til at fylgja fiski
frøðisligu ráðgevingini, nú
gevur hesi royndarloyvi út
yvir tey trý, sum eru framm
anundan, og sum Fiski
rannsóknarstovan mælir til.
Fylgja tilráðing
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
Fiskimálaráðið júst fylgir
fiskifrøðiligu
tilráðingini
um, at trý skip kunnu vera á
stinglaksaveiði.
Av teimum trimum
skipunum, sum hava loyvi
at veiða stinglaks, hava tvey
teirra ligið í so nógvar
mánaðir í ár, og lítið bendir
á, at tey fara á hesa veiði
tað, ið eftir er av hesum
árinum.
Landsstýrismaðurin legg
ur dent á, at fyribilsloyvi,
sum Niels Pauli og Phoenix
nú hava fingið, bert er
galdandi restina av hesum
árinum.
Nú støðan hjá lemma
trolarunum er so døpur, og
hesi skip hava søkt Fiski
málaráðið um fyribilsloyvi,
samstundis sum tvey av
verandi
loyvum
liggja
óbrúkt, hava vit gingið
umsóknini á møti.
Tórbjørn Jacobsen vísir
á, at tað er ikki so einfalt
hjá Fiskimálaráðnum at
fara eftir loyvum, sum
liggja óvirkin, og tá tað er
ein
veruleikin,
at
bert
Suðringur gera nakað við
stinglaksin í løtuni, gjørdu
vit av at lata Niels Paula og
Roc Amadour fyribilsloyvi
restina av hesum árinum.
Skipanin við øllum fimm
loyvunum at veiða stinglaks
er, at tey ganga út, tá árið er
úti, sigur landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum.
Gongur ímóti fiskifrøðini
- Eg meti meg
ikki ganga ímóti
fiskifrøðini, sigur
Tórbjørn Jacobsen,
sum man hava
sæð í eyguni,
hvat klokkan
hevur sligið hjá
lemmatrolarunum
Mynd: Vilmund Jacobse
Niels Pauli (mynd) og Roc Amadour hava nú fingið
fyribilsloyvi at veiða stinglaks – restina av hesum árinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fundast um veðurlagið
Ísland er sera virkið á altjóða pallinum, tá talan er um
broytingar í veðurlagnum og avleiðingarnar av teimum.
Um vikuskiftið fer Ólafur Ragnar Grímsson (myndin),
forseti, til Bangladesh , har ein stór ráðstevna um
veðurlagsbroytingarnar verður í døgunum frá 26. til 30.
august. Tað er lærdi háskúlin í Dhaka, sum skipar fyri
ráðstevnuni saman við lærda háskúlanum í Ohio í USA.
Umframt veðurlagsbroytingar og avleiðingar er
matvøruframleiðsla á skránni.
Fólkaatkvøða skal útsetast
Demokratiski flokkurin í Grønlandi heldur, at landsstýrið eigur at útseta ta
ætlaðu fólkaatkvøðuna um sjálvstýri. Landsstýrið hevur sett fólkaatkvøðuna
at verða tann 25. novembur, men Demokratarnir halda, at tað er alt ov stutt tíð
til at fáa eitt alment orðaskifti um eitt so týðandi mál. Umframt útseting vilja
Demokratarnir hava nýggjar samráðingar við danir, tí flokkurin er ikki nøgdur
við tann búskaparliga partin av semjuni, sum varð gjørd fyrr í ár.
- Eg haldi, at vit
skulu taka málið um
møguliga hjáveiði hjá
pelagisku skipunum
í allar størsta álvara,
men neyðugt er, at
Fiskiveiðieftirlitið
fær nakað av peningi
at gera neyðugar
kanningar fyri, sigur
landsstýrismaðurin,
sum heldur, at
neyðugt eisini er at
útbyggja og styrkja
eftirlitið á landi
Hjáveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt mál, sum var nógv
frammi undir viðgerðini av
fiskidøgum, var møgulig
hjáveiða
hjá
pelagisku
skipunum, sum fiska í
føroyskum sjógvi.
Í tíðini hjá Bjørn Kalsø,
fyrrverandi
landsstýris
manni í fiskivinnumálum,
varð eitt skifti nógv gjørt
burtur úr møguligari hjá
veiði hjá hesum skipum,
sum fiska í føroyskum
sjógvi. Fjølmiðlarnir settu
eisini fokus á hetta mál,
sum fekk drúgva umrøðu á
tingi. Við tíðini fjaraði
málið burtur aftur, og síðan
hevur stórt sæð verið tøgn.
Nú
fiskidagarnir
fyri
komandi
fiskiár
aftur
skuldu ásetast, tók spurn
ingurin um hjáveiði hjá
pelagisku skipunum seg
uppaftur, og ikki minst vóru
tað
vinnunevndarumboð
sum løgdu dent á, at málið
má kannast til botns.
Tórbjørn
Jacobsen,
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum, sigur, at hann
fer at taka stig til at finna út
av, um “myturnar” um hesa
møguligu
hjáveiði
hava
nakað upp á seg ella ikki,
og sjálvur sigur hann seg
taka hetta mál í stórum
álvara.
Eg kann ikki siga við
vissu, hvussu er og ikki,
men eg havi skilt, at fitt av
hjáveiði – serliga kongafiski
og upsa – onkuntíð hevur
verið
uppí
veiðini
hjá
pelagisku skipunum, men
eg havi ikki hoyrt nógvar
søgur um hjáveiði av toski.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at hetta mál varð
rættiliga nógv frammi í
tinginum undir viðgerðini
av fiskidøgum, og løgtingið
vísti undir orðaskiftinum
stóran áhuga í, at málið
verður kannað.
Fiskiveiðieftirlitið hevur
staðið í stað í játtan í fleiri
ár, samstundis sum upp
gávurnar eru vorðnar fleiri
– eisini uppgávur í sam
bandi
við
millumtjóða
avtalur.
Tórbjørn Jacobsen sigur
seg vóna, at løgtingslimir
fara at taka líka væl undir
við at játta Fiskiveiði
eftirlitinum neyðugu fíggj
arligu karmarnar, sum teir
undir viðgerðini av fiski
døgum løgdu dent á, at
neyvari eftirlit eigur at
verða við veiðini hjá før
oysku og útlendsku skip
unum,
sum
fiska
uppisjóvarfisk í føroyskum
sjógvi.
Eg haldi, at vit skulu
taka hetta málið í allar
størsta álvara, men neyðugt
er, at Fiskiveiðieftirlitið fær
nakað av peningi at gera
hesar kanningar fyri, sigur
landsstýrismaðurin,
sum
heldur, at neyðugt eisini er
at útbyggja og styrkja
eftirlitið á landi.
Eftirlitið við pelagisku veiðini styrkjast