Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 158 - 20. august 2008 Tað sær út til, at kreppan í fiski­ flotanum rættiliga er sligin ígjøgnum í Vági. Seinastu tíðina eru inntøkurnar hjá kommununi munandi minkaðar og nú mugu spari­ tiltøk setast í verk. Eisini á Tvøroyri er afturgongd, men har sleppa tey helst undan at seta tiltøk í verk Búskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú sær út til, at kreppan í fiskiflotanum av álvara hevur sligið ígjøgnum í Vági. Og tað hevur við sær, at nú noyðist Vágs Kommuna at seta sparingar í verk fyri at kunna halda fíggjarætlan­ ina fyri í ár. ­ Vit skulu helst ikki hava undirskot á fíggjarætlanini tá ið árið er liðugt og tí noyðast vit at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Fíggjarliga støðan hjá kommununi var til umrøðu á býráðsfundi í Vági í gjár­ kvøldið. Har varð upplýst, at sein­ asta uppgerðin yvir fíggjar­ ligu gongdina vísir, at fyrstu seks mánaðirnar í ár, er inn­ tøkan hjá Vágs Kommunu heili 6% minni enn hon var teir fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Tað merkir, at fyrsta hálv­ ár í ár er inntøkan hjá Vágs Kommunu eina heila millión minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør. Borgarstjórin sigur, at fyrra hálvár í fjør var skatta­ inntøkan hjá Vágs Komm­ unu 17,6 milliónir krónur, men fyrra hálvár í ár var inn­ tøkan bara 16,7 milliónir. Annars er fíggjarætlanin hjá Vágs Kommunu í ár upp á 35,7 milliónir. Skipini liggja Hon sigur, at tey tað er ikki so einfalt at geva eina frá­ greiðing upp á, hví inntøkan hjá kommununi er minkað so nógv í ár, tí at síggja til er virksemið ikki minkað so nógv. Fiskavirking hevur latið stóra flakavirkið í Vági upp aftur og har hevur nógv virksemið verið, serliga allar teir fyrstu mánaðirnar í ár. Samstundis er at kalla ongin broyting í fólkatalin­ um, tvørturímóti er tað enn­ tá kvinkað eitt sindur upp­ eftir. Einasta forkláring, tey finna upp á vánaligu fíggj­ arligu gongdina, er, at kreppan í fiskiflotanum við teimum høgu oljuprísunum, hevur ført við sær, at skipini hava ligið nógv meiri við bryggju enn vanligt og at tað er hetta, sum sæst aftur í kommunukassanum. Sparingar Hetta hevur so ført við sær, at á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið fingu formenninir í teimum ymsu nevndunum hjá kommununi boð um at tálma nýtsluni, har tað ber til, fyri at fíggjarætlanin ikki skal vísa hall, tá ið árið er úti, ella so at hallið í minsta lagi verður so lítið sum yvirhøvur tilber. Men at spara er lættari sagt enn gjørt, tí kommunan hev­ ur nógvar lógarbundnar útreiðslur, bæði til barnaans­ ing, heilsumál, renovatión, skúla og annað og annars er kommunan eisini bundin av fleiri samstarvsavtalum við aðrar kommunur í Suðuroy, eitt nú um barnavernd, sosi­ alu deild, NSR tænastu o.s.fr. ­ Einasti máti at spara er at royna at tálma tær leysu útreiðslunum og sostatt fara sparingarnar fyrst og fremst at raka teknisku deild. Tað merkir, at har tað ber til, verður drálað við vega­ gerðum, asfalteringum, ábøt­ um og øðrum virksemi. Krónutal er ikki sett á fyri, hvussu nógv tær ymsu nevndirnar skulu spara. Hinvegin er ætlanin at varðveita fólkið í arbeiði fyri at røkja vegir og annað, sum kommunan varar av. Samstundis hevur komm­ unan fingið 150.000 krónur í stuðuli úr landsstýrinum til at gera ábøtur á Laksá og til at gera eina gøtuskipan í við­ arlundini og tað var hent at fáa, tí tað ger sítt til at útvega kommunufólkunum arbeiði Barnagarðurin gerast fyrst Men tað er eitt øki, har Vágs Býráð ætlar at raðfesta og sostatt ikki ætlar at drála við og tað er at byggja barnagarðin. ­ Tá ið árið í ár er liðugt, eru tríggjar milliónir settar av til barnagarðin og so er ætlanin at raðfesta hann eisini næsta ár. ­ Tað fer sjálvandi at raka onnur øki, men tað er neyð­ ugt at raðfesta og vit eru samd um at raðfesta barna­ garðin fremst av teimum útbyggingum, sum skulu gerast, sigur borgarstjórin. Tó sleppur ætlanin at byggja barnagarð ikki heilt undan sparingum. Í eini roynd at spara, kannaði býráðið um tað bar til at broyta tekningarnar og at útvega nýggjar tekningar, har barnagarðurin kundi byggjast í stigum. Men tað varð so dýrt at tað loysti seg ikki. Tí hevur Býráðið gjørt av at halda seg til upprunaligu tekningarnar, men at byggja eina lon fyrst og so at bíða við restini til seinni. Merkist eisini á Tvøroyri Eisini á Tvøroyri merkist tað, at skipini liggja. Kristin Michelsen, borgar­ stjóri, sigur, at seinasta upp­ gerðin vísir, at higartil í ár er skattainntøkan hjá komm­ ununi næstan 700.000 krón­ ur minni enn sama tíðar­ skeið í fjør. Men hann metir, at hetta er undirmett og at minkingin verður væl størri, tá ið árið er liðugt. Men hann væntar, at kommunan sleppur undan sparingum. Tá ið fíggjar­ ætlanin fyri í ár varð løgd, høvdu tey í Tvøroyrar Býráðið ikki reiðiliga álit á teimum bjørtu búskaparligu framskrivingunum og tí løgdu tey eina varisliga fíggjarætlan, sum borgar­ stjórin væntar fer at halda. Vágbingar noyðast nú í sparibuksurnar Inntøkan í Vágs Kommunu er nógv minkað seinastu mánaðirnar og tí verður neyðugt at spara, har tað ber til Thaksin skjól í Bretlandi Fyrrverandi thailendski forsætismálaráðharrin, 59 ára gamli Thaksin Shinawatra, ferð at søkja um politiskt friðskjól í Bretlandi, tí hann heldur ikki, at hann og familjan kunnu kenna seg trygg í Thailandi. Tað sigur sakførarin hjá honum. Thaksin, kona hansara Pojaman og trý vaksin børn flýddu til London í síðstu viku. Pojaman er leyslatin móti kautión eftir at vera dømd trý ára fongsul fyri skattasvik, og parið er ákært fyri undandrátt í fleiri førum. Glitter vil ikki heim Gamla rockstjørnan, Gary Glitter, verður nú hóttur við fongsulsrevsing, eftir at hann framvegis er í ongamanna­ landið í Bangkok International Airport. 64­ára gamli Glitter noktar fyri at fara umborð á eitt flogfar aftur til Bretland, og í gjárkvøldið kravdi hann at verða fluttur á eitt sjúkrahús, tí hann segði seg hava ein hjartatilburð. Í morgun søgdu thailendsku myndugleikarnar Gary Glitter verða »persona non grata«. Gamla rockstjørnar er júst leyslatin eftir at hava sitið í fongsli fyri at hava samlegu við tvær ungar thailendskar gentur.