mikudagur 20. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 158 • 20. aug. 2008
Haile Selassie svaraði aftur við
at tosa um, tá ið Danmark eisini
var hersett, og londini høvdu
havt somu lagnu. Hann takkaðu
Danmark fyri, at tað í Sameindu
Tjóðunum hevði samarbeitt við
Etiopia og styðjað tess krøv.
Sagt verður eisini í greinini,
at Etiopia kundi ikki roknast fyri
at vera eitt demokratiskt land í
norðurlendskum týdningi. Til tað
var fólkið ikki nóg væl upplýst.
Men keisarin hevði gjørt nógv fyri
at bøta um hesi viðurskifti.
Stýrið hjá Haile Selassie var
grundað á hansara persón. Hann
helt hondina yvir sína egnu familju
og aðalin. Hetta skapti mótstøðu,
serliga frá teimum við útbúgving.
Heldur ikki var nóg nógv gjørt
fyri at fáa nýhugsan á búnaðar
økinum vegna mótstøðu frá teim
um, sum áttu jørðina.
I 1960 varð gjørd ein miseydnað
roynd at fáa Selassie frá valdinum.
Hansara nýskapanarroyndir høvdu
ikki verið nóg mikið til at fáa
steðgað misnøgdini í landinum.
Annars var Haile Selassie
amahari og var knýttur at koptisku
kirkjuni. Hann var sera vælviljaður
mótvegis trúboðaravirkseminum í
landinum. Hetta var ikki minst tí,
at við trúboðaravirkseminum fylgdi
eisini skúlar og sjúkrahús, sum tað
var so stórur tørvur á. Keisarin var
serliga vælviljaður móti norðmonn
um. Hann var í útlegd saman við
Hákun kongi í London 19401941.
Teir vóru í somu støðu og komu at
kennast.
Haile Selassie varð koyrdur frá í
1974 og doyði í 1975. Hetta fara vit at
koma aftur til seinni í hesi frásøgn.
Konso – ein annar
heimur
Fyrsti partur endaði við, at eg var
komin til Konso, har eg skuldi
virka. Hetta var 5. oktober 1960.
Eg skal greiða eitt sindur frá hes
um plássi, sum eg upplivdi tað tá.
Missiónsstøðin var í eini
brekku stutt uttanfyri bygdina
Bakaule. Her er frálíkt útsýni,
og tú sært fjøllini blána burtur í
fjarleikanum. Men annars er her
turt og berligt og lítil vøkstur. Tí
longdist bæði fólk og fenaður
eftir regni. Av tí, at vit vóru í 1600
metra hædd var kortini ikki so
heitt. Heitast er frá middegi til
nóns. Tá stendur sólin nærum
beint yvir høvdinum. Tað vóru tá
trý hús á støðini, skúlin, klinikk og
sethús hjá okkum útlendingum.
Síðan eru komin fleiri hús eins
og talið á fólki á støðini er eisini
vaksið.
Tað vóru 84 næmingar í skúlan
um tá, og var hann býttur í tríggjar
flokkar. Býtt var tó ikki eftir aldri.
Børn og vaksin sita lið um lið.
Til klinikkina komu nógv fólk
hvønn dag at fáa viðgerð fyri
ymsar sjúkur. Tær vanligastu vóru
malaria, dysenteri og tropisk sár.
Tveir ungir etioparar arbeiddu
hjá mær á klinikkini við at geva
sproytur og binda um sár. Teir
verða róptur dressarar. Eg kundi
ynskt okkum eina sjúkrastovu.
Ofta vóru sjúklingarnir so ringir,
tá ið teir komu, at teir kundu ikki
fara avstað aftur beinanvegin.
Tá noyddust teir at liggja úti, um
pláss ikki var fyri teimum inni.
Tað var tó so lýtt at tað bilaði ikki.
Tað komu eini 7800 fólk til
samkomurnar sunnumorgnar.
Eingin kirkja var tá, tí sótu øll
undir opnum lofti. Nógv gingu
langan veg, upp til 4 tímar at
koma til hesar gudstænastur.
Seinni er kirkja komin.
Húsini bygd úr
greinum
Konso er eitt rættuliga stórt øki
við nógvum bygdum, sum liggja
spjaddar á høvdum í lands
lagnum. Økið liggur í 152000
metra hædd. Millum høvdirnar
er so flatlendi, har markirnar eru.
Fólk høvdu eisini jørð kring húsini,
sum tey dyrkaðu, men annars
arbeiddu tey á slættunum og tað
vóru tímar at ganga.
Tað mesta av jørðini er kørg.
Bert á nøkrum av slættunum er
jørðin fruktbar. Her verður so
eisini dyrkað. Vanligasti reiðskap
urin er slíkur, sum verður brúktur
við handamegi. Har tað er meira
flatt, nýttu teir oksar at draga ein
plógv við einum jarnpíki niðast.
Rundan um hvørja bygd er
høgur grótgarður. Hetta er fyrst
og fremst fyri at fyri at verja seg
ímóti villdjórum og fíggindum.
Báðumegin gøturnar inni í bygdini
eru eisini grótgarðar. Gøturnar
eru so smalar, at fólk mugu ganga
gásagongd. Hvørt húski hevur
fleiri smáttur, alt eftir sum tey
hava ráð til. Eina smáttu sova
og matgera tey í. Tey leggja
neytaskinn á gólvið til at sova á.
Hesi balla tey saman, tá ið tey
fara upp.
Allar smáttur eru rundar og
bygdar av greinum. Tær verða
bygdar omaná steyrar, sum verða
settir niður í jørðina. Tær verða
vanliga flættaðar, so tær líkjast
stórum kurvum. Síðan verða tær
tættaðar við leir og mykju, so
greinirnar ikki síggjast. Mykja
kann brúkast til nógv, eisini
til brennievni. Hetta er veikt
tilfar og tí er tað, at smátturnar
javnan mugu umvælast. Takið
á smáttunum gongur upp í ein
spíss. Tað er dekkað strái av
korni. Ovast í spíssinum verður so
sett ein øvugt krukka, so tað ikki
skal regna niður.
Dyrnar frá gøtuni inn í túnið
eru so lágar, at ein má bukkan
seg fyri at sleppa inn. Á sama
hátt eru dyrnar lágar inn í hvørja
smáttu. Í túninum millum smátt
urnar sita fólk og arbeiða, reinsa
bummull, spinna á handsnældu
og veva. Hetta gera bæði mann
fólk og konufólk. Men tað er
mannfólkaarbeiði at veva.
So leingi tað er turt, er túnið
millum smátturnar bæði uppi
haldsrúm og køkur. Her verður
matgjørt í einum svørtum leirílati.
Fleiri smáttur til
somu familju
Eina smáttu nýta tey til korn
goymslu, eina til neyt og seyð
o.s.fr. Hvør familja hevur einar
tvær kýr, nakrar geitir og nakrar
hønur. Hvønn morgun verða
kýrnar riknar oman á slættan av
hálvvaksnum ungdómi, sum ansar
eftir teimum allan dagin og tær
verða riknar heim aftur á kvøldi. Tá
finna tær sjálvar inn á básin. Hetta
er eins og í Føroyum fyrr. Kýrnar
mjólka sera lítið. Hetta er tí, at tær
fáa so lítið av vatni at drekka. Tí
er mjólkin so tjúkk og verður mest
brúkt til smør, sum verður seld.
Smátturnar at eta í hava ikki
aðra innrætting enn flatar steinar
at sita á og ein eldstað. Eldurin
er einasta ljós í smáttunum. Tað
vanliga er eisini at fara til songar,
tá ið tað verður myrkt og so upp
aftur, tá ið tað lýsnar.
Umframt eru í smáttuni krukkur
og kør til at goyma matin í ella til
at nýta til matgerðina. Íløtuni eru
vanliga útholað græsker. Brotini
av teimum kunnu eisini nýtast til
onnur endamál sum øskubakkar.
Rundan um hesar smáttur hjá
hvørjum húski eru træsteyrar sum
ein gyrðing. Innan hvørja gyrðing
eru tískil 56 smáttur. Tað kunnu
vera 1617 persónar, sum búgva í
eini eind. Í eini bygd kunnu vera
20100 slíkar eindir. Alt tykist at
vera væl skipað.
Túnatos
Mitt í bygdini eru nakrar størri
smáttur, sum standa á træbulum.
Hesar verða kallaðar mora. Tær
hava tvær hæddir. Í teirri niðaru
sita menn í bygdini og tingast um
dagsins mál.
Í teirri ovaru búgva búgva teir
ungu ógiftu dreingirnir, ofta upp
til 3040 í hvørjari smáttu. Tá
ið teir vera stórir flyta teir frá
foreldrunum í hesar smáttur, og
tá ið teir verða giftir flyta teir
til konuna í nýbygdari smáttu.
Vanliga eru teir tá framvegis
blaðungir.
Í túninum framanfyri hesar
Hetta er uttanfyri klinikkina í Konso, tá ið andakt verður hildin
Inni í einari konsobygd
Marknaður í Konso