Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 158 • 20. aug. 2008 2. partur Etioparar hava gjøgnum nógvar øldir stongt seg inni og einki viljað havt við útlendingar at gera. Serliga ikki við teir hvítu av teirri orsøk, at etioparar hava verið illa royndir av teimum. Fólkið í Europa hevur sostatt gjøgnum langar tíðir vitað lítið og einki um hetta landið. Teir hoyrdu um hetta merkiliga keisararíkið suðuri í Afrika, men um fólkið og viðurskiftini annars vistu teir einki. Etiopia er eisini sjáldsamt á tann hátt, at tað við stoltleika kann rekja sína søgu aftur til fleiri øldir fyri føðing Krists. Men hetta, at teir hava stongt seg inni gjøgnum tíðirnar hevur ikki havt góða ávirkan. Av hesi orsøk er framburðurin steðgaður á mongum økjum. Fyri kirkjuna hevur tað verið serliga hættisligt ikki at hava havt samband við aðrar kristnar kirkjur. Koptiska kirkjan er tí fyri ein part blivin ein blandingur av kristindómi og øðrum religiónum sum islam og jødadómi. Kongur Konganna Haile Selassie Her skal verða greitt eitt sindur frá keisaranum Haile Selassie, sum í nógv ár var sjálv ímyndin av Etiopia. Hann var føddur í 1892 og var doyptur Tafari. Hann var bróðursonur keisaran Menelik. Í 1916 varð hann útpeikaður sum trúnfylgjari og stjórnarleiðari. Við einum kvetti í 1928 gjørdi hann seg til kong saman við táverandi keisarinnuni, einkjuni eftir Menelik. Tá ið hon doyði í 1930 gjørdist hann keisari við heitinum ”konganna kongur”. Var eisini nevndur ”Leyva Etiopiu”. Haile Selassie royndi seg við ymiskum nýskipanum, serliga innan undirvísing av fólkinum. Í 1924 fekk hann trælahandilin avtiknan. Í 1931 fekk landið eina stýrisskipan. Í 1955 var tryggjað fólkinum valrætt. Uttanríkispolitiskt legði hann dent á samstarv við hini afrikansku londini. Hann spældi ein stóran leiklut við stovnan­ ini av Felagsskapinum fyri afrikanskari Eind. Hann var ofta semingsmaður, tá ið ósemjur vóru millum afrikanskar statir. Italienska hersetingin Etopia er kent fyri at vera einasta land í Afrika, sum ikki hevur verið undir hjálandaveldi. Europeisku kolonimaktirnar hava sjálvsagt havt sín áhuga fyri Etopia, og hetta hevur serliga verið galdandi fyri Italia. Teir royndu so tíðliga sum í 1896 at leggja Etiopia undir seg. Men teir møttu mótstøðu og vóru riknir aftur. Tá varð Etiopia eisini viðurkent sum ein eind. Etiopia hevur tó eina tíð verið hersett av Italia. Mussolini var tá italienskur einaræðisharri. Hann hevði eins og Hitler stór­ veldadreymar. Hann tordi tó ikki at leggja á lond í Europa, so hann valdi sær Etiopia, sum hann helt vera eitt lættari offur. Hann fann sær okkurt páskot fyri at hertaka Etiopia í 1935. Keisaran valdi í 1936 at fara í útlegd. Heimssamfelagið gjøgnum Folkenes Forbund, forleyparin til ST, royndi seg við tómum hóttanum um at leggja uppí. Eftir at Italia var farið uppí 2. veraldarbardaga hjálptu bretar Haile Selassie at taka landið aftur frá italienarum, og keisaran kom heimaftur í 1941. Italienarar vóru ikki stórt mætari valdsharrar enn týskarar. Hetta sást ikki minst, tá ið teir máttu taka seg aftur, og teir nýttu “den brændte jords taktik”. Teir royndu at oyðileggja mest møguligt, áðrenn teir vórðu noyddir av landinum, millum annað við at brenna markirnar og harvið grøðina. Fólk máttu rýma sum fyri lívinum. Og nógv av teimum, sum tað eydnaðist at flýggja undan eldinum, vóru niðurskotin av italienskum hermonnum. Har fólk vóru inni í smáttum var eldur settur á tær, so fólkini brendu inni. Haile Selassie var í 1954 á vitjan í Danmark á eini umferð til ymisk lond. Dagblaðið hevði eina frásøgn frá borðhaldinum hjá danska kong­ inum Fríðriki 9. fyri keisaranum. Fríðrikur talaði tá um ta reystu støðu, Haile Selassie tók, tá ið landið var hersett og um, hvussu dúgliga hann virkaði fyri at frígera sítt land. Elsa Jacobsen: Sonurin mátti lata lív fyri at mamman kundi jarðast Nú er Elsa komin til Konso, har hon virkar fyrstu árini. Hetta er ein heilt annar heimur, enn hon var von við á stórt sæð øllum økjum. Ikki minst siðirinir hjá summum fólkasløgum eru ræðuligir. Men tann størsta hendingin hjá Elsu er tó, at hon frá degi til annan fær tvíburar. Fyrst fara vit tó at greiða ett sindur meira frá søguni hjá Etiopia Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Keisarin Haile Selassie er við fylgi á veg til “Folkenes Forbund”, sum var undan ST, har støðan í Etopia verður umrødd Hetta kortið vísir økið, sum er umrøtt í hesi greinarøð. Tað ovasta stóru kortið vísir partin í Etopia, har Elsa virkaði. Hon byrjaði í Konso, men var eisini seinni í Gidole, Geresse, Arba Minch, Galta og Yirga Alem, sum komið verður til í komandi pørtum