mikudagur 20. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 158 - 20. august 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í gjár, 18. august,
fór ein av kendu og
markantu profilunum
innan føroyskan
tónleik, um tey 50
árini. Talan er um Kaj
Klein úr Vestmanna
Merkisdagur
dagfinn@sosialurin.fo
Kaj hevur altíð slóðað og
borgað fyri tónleiki, ið er
júst so, sum hann sjálvur
vil hava hann. Og so kunnu
onnur verða samd ella
ósamd. Eitt tað fyrsta, ið
hoyrdist til Kaj, var bandút
gáva í áttatiárunum, har ser
liga rockútsetingin av lag
num Kall og Svein Ungi
var serlig, og hevur slóðað
fyri øðrum liknandi og væl
dámdum
útsetingum
av
sama lag seinni.
Kaj, og bróðurin Karl
Anton, sáli, høvdu eisini
bólkin Plastnoist, ið var
heilt serstakur og ikki líktist
øðrum bólkum. Bólkurin
gav nakrar útgávur út, og
standa hesar enn sum varðar
og minna á menn, ið gingu
egnar leiðir.
Kaj Klein stóð eisini fyri
upptøkuni av útgávuni hjá
bólkinum Mold, sum kom
fyri eini 10 15 árum síð
ani. Hesin bólkur var eisini
serstakur, og hóskaði Kaj
óivað væl sum ljóðblandari
og maðurin við knøttarnar.
Seinni tóku nakrir av mann
ingini í Mold seg saman til
bólkin 200, og tað sást, at
samspælið við Kaj var ser
ligt og haldbært, tá Kaj
spældi løg hjá Plastnoist
saman við 200 til Planet
Awards fyri eini tveimum
árum síðani.
Fyri lítlum ári síðani kom
útgávan,
ið
kallast
Úr
Maskinrúminum, har Kaj á
sín serstaka hátt, og við
djúpu røddini, tulkar før
oyskar slagarar. Ein útgáva,
ið hevur víst seg at vinna
við tíðini.
Kaj hevur búð í Danmark
í mong ár og ger tað enn.
Kaj, og unnustan Elin,
halda runda føðingardagin
heima tann 23. august, og
har verður tónleikur at
hoyra, tí fleiri fara at spæla
føðingardagin.
Kaj Klein farin um tey fimti árini
Andlát og jarðarferðir
Herdis Katrin Debess
fer til gravar úr Sumbiar
kirkju hósdagin klokkan
12.30. Tey, ið ynskja at
minnast Herdis, kunnu
lata Sumbiar kirkju eina
gávu. Konto í Suðuroyar
sparikassa.
Jóhan
Jensen,
av
Sandi, búsitandi í Havn,
andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 90
ára gamal. Bønarhald
verður í Landssjúkrahús
kapellinum fríggjadagin
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin
klokkan
14. Tey ið vilja minnast
Jóhan, kunnu lata eina
gávu til Leguhúsið í
Nesvík. Konta í peninga
stovnunum.
Kistan við Jóhonnu
Hansen, Tvøroyri fer
úr kapellinum á Suður
oyar Sjúkrahúsi miku
kvøldið klokkan 19.
Jarðarferðin verður hós
dagin klokkan 13 úr
Tvøroyra kirkju.
Jana Vinnersted, fødd
Ørvarodd,
ættað
av
Sandi, búsitandi í Slags
lunde, fer til gravar úr
Ingholmskirke í Allerød
fríggjadagin 22. august
klokkan 14.
Elsa Midjord av Økr
um, búsitandi í Havn,
andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 18.
august, 81 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Eina hjartans tøkk vil eg veita tykkum
mongu, sum gjørdu mær 80 ára dagin
ógloymandi. Tað var ómetaliga gleðiligt og
stuttligt at hitta so nógvar vinir, kenningar
og skyldfólk. Eg vil ikki nevna nøvn, tí tá
kann onkur lættliga í gáloysni detta
niður ímillum.
Tøkk til tykkum, ið matgjørdu, til tykkum,
ið dekkaðu borð, til tykkum mongu, ið
fluttu fram røður, fyri løg og framførslu
av yrkingum, fyri hugnaligt undirhald
undir borðhaldinum, fyri telefonsamrøður,
blómur og fjarrit og tit, sum undirhildu við
dansiløgum, sera hugnaligt, tað minti um
góðar gamlar dagar, enn eina ferð -
stóra tøkk øll somul.
Gud signi okkum øll.
Vinarliga
Oluf Djurhuus
Dagurin
21. august. Sálomon. Til minnis um hin vísa kongin Sálomon, sum sagt er frá í kapitlunum 111 í fyrru Kongabók í
Gamla testamenti. Navnið merkir friður og vælferð.
www.sosialurin.fo
Hósdagin 21. august fyllir
Óli Jacobsen, høvundur og
søguskrivari á Sosialinum,
65 ár.
Óli er kendur sum fak
felagsformaður, politikari
og søguskrivari. Hann er
ein sera vitandi, arbeiðssam
ur og eldhugaður maður.
Hann er ein sonn drívmegi
og er altíð opin fyri nýggjum
hugskotum.
Síðan hann byrðaði á
Sosialinum
fyri
góðum
hálvum øðrum ári síðan,
hevur hann skrivað umleið
140 síður við sínum føstu
greinum: ”Miðvikan”, við
søguligum tilfari, og ”Hend
ur ið sleptu”, ið er um fólk
sum eru grivin í gamla
kirkjugarði í Havn, umfarmt
hópin av navnatilfari um
fólk sum fylla runt og
minningarorð.
Vit
á
blaðnum
hava
merkt, at stórur áhugi er
fyri tilfarinum, sum Óli
skrivar. Hann kennir nógv
fólk og hevur eina stóra vit
an um fólk í øllum landinum
og eisini nógvum føroying
um sum búgva uttanlands.
Tað er ein fongur fyri
okkum sum tjóð at hava
slík fólk ímillum okkum
sum við orðum og myndum
kunnu siga okkum, hvussu
fólk hava búleikast her á
oyggjunum gjøgnum tíðir
nar. Sosialurin hevur fingið
eina heilt nýggja dimensión,
síðan Óli bleiv knýttur at
blaðnum.
Óli er giftur Kirstin, f.
Nielsen, av Eiði. Tey eiga
fýra børn: Linda, Kári, Óli
Jákup, og Tróndur. Óli og
Kirstin fylla sama dag, so
vit ynskja teimum báðum
hjartaliga tillukku við føð
ingardøgunum, sum verður
hildin saman við familjuni.
Heilsan
Starvsfólkið á
Sosialinum
Óli Jacobsen sekstifimm