mikudagur 20. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 20. august 2008
15
Tá arkitektovan, sum
hevur sniðgivið økið,
mælti frá at reisa
stóra standmynd við
Gamla Kirkjugarð
í Klaksvík, valdi
býráðið ikki at lurta
meir, men reisti
standmyndina kortini
Snið
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í sambandið við 100 ára
hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar
kommunu varð ein meir
enn fimm metur høg og 23
tons tung standmynd reist á
økinum við Gamla Kirkju
garð
leygardagin.
Hetta
hóast Fuglø Arkitektar, sum
hava sniðgivið økið, mettu,
at standmyndin var alt ov
stór og ikki hóskaði inn í
heildarmyndina á økinum.
Hjá Fuglø Arkitektum
heldur leiðarin Jákup Pauli
Johannesen tað vera sera
hugstoytt á síggja, hvussu
Klaksvíkar Kommuna valdi
at skúgva arkitektoninsku
fagligheitina fullkomiliga
til viks í hesum arbeiði
num.
Spurdur, hví mentanar
deildin
hjá
Klaksvíkar
Kommunu valdi ikki at lur
ta eftir arkitektunum, sigur
leiðarin Dávur Winther
Tí so høvdu vit ikki fing
ið standmyndina, har vit vil
du hava hana. Hartil vildu
vit fylgja ynskinum hjá
listamanninum um, hvar
standmyndin skuldi standa,
sigur Dávur Winther
Enn eitt skelti
í Las Vegas
Sambært Dávur Winther
var bólkurin, ið stóð aftan
fyri hugskotið til stand
myndina, nóg kompetentur
til at taka eina slíka avgerð.
Bólkurin metti, at økið er
ivaleysa stórt til eina slíka
standmynd, og at hon ikki
órógvar
heildarmyndina,
hon er partur av.
Men í eygunum á Jákup
Paula Johannesen sær hend
an myndin heldur øðrvísi
út.
Nýggja standmyndin er
fyri tað fyrsta alt ov stór til
økið. Hartil er ríkiligt av
pynti har frammaundan, og
tí er standmyndin mest at
líkna við ”enn eitt skelti í
Las Vegas” sum druknar í
øllum hinum, sigur Jákup
Pauli Johannesen.
Eisini heldur hann tað
vera spell, at standmyndin
nú blokerar fyri krossandi
útsýnislinjunum í økinum
bæði yvir móti posthúsinum,
Eik og Gamla Kirkjugarð,
sum øll eru arkitektoniskir
varðar á sín egna hátt.
Sum er, tekur stand
myndin eisini tignina frá
gamla kirkjugarðinum og
minnisvarðanum har, sum
júst eru sniðgivin við tí fyri
eyga at lata tey standa fram
sum halgistøð, sigur Jákup
Pauli Johannesen.
Leiðarin
á
mentanar
deildini,
Dávur
Winter,
heldur hinvegin, at stand
myndin netupp undirstrikar
tignarliga
dámin
kring
kirkjugarðin.
Hartil vóru vit ikki í iva
um, at júst økið, har mið
aksirnir í býnum møtast,
var mest upplagda staðið til
eina slíka standmynd. Bæði
tí standmyndin kemur best
til sín rætt har, umframt at
hon fær flestu og bestu bak
sýni
millum
krossandi
útsýnini, sigur Dávur Wint
her.
Elvir til líkasælu
Jákup Pauli Johannesen dyl
ir ikki yvir, at hann heldur
tað vera sera hugstoytt at
arkitektoniska fagligheitin
bara soleiðis verður skúgv
að til viks.
Eitt er, at kommunan
kemur við eini standmynd,
sum fullkomiliga órógvar
ta heildina, sum okkara vir
ki legði nógva orku í at ska
pa. Minst líka ørkymlandi
er tað, at kommunan eftir
øllum at døma ikki er áhug
að í at brúka ta vitan um
økið, sum arkitektavirkið
arbeiddi upp í sambandi við
sniðgevingina, so at møgu
ligar broytingar betri hanga
saman við upprunaligu tank
arnar við økinum, heldur
leiðarin á Fuglø Arkitektar.
Skal hetta verða politikk
urin í framtíðini, er stórur
vandi fyri, at tú sum arkitek
tur verður meir ella minni
líkaglaður við tí, tú skapar,
tá als ongi atlit verða tikin
til tað seinni, sigur Jákup
Pauli Johannesen.
Hóast
Dávur Winther
heldur Fuglø Arkitektar
hava loyst uppgávuna kring
kirkjugarðin á ein skilagóð
an hátt, minnir hann á, at
Jákup Pauli Johannesen
ikki er býararkitektur í
Klaksvík og hevur hann
tískil heldur ikki seinasta
orðið í slíkum málum.
Hartil er tað at siga, at
ongin kann vænta, at slík
øki sleppa at standa órørd í
allar ævir. Um so var, slup
pu ongar broytingar og ong
in nýskapan nakrantíð fram
at, og tað kann ikki vera
rætt, sigur Dávur Winther.
Jákup Pauli Johannesen
dylir tó ikki yvir, at úrslitið
við gamla kirkjugarð gevur
inntrykk av, at mentanar
deildin
hjá
Klaksvíkar
kommunu líður av onkrum
slag av mentanarligu undir
lutakompleksi.
Uttan at taka støðu til
hesa útsøgn minnir Dávur
Winther á, at Klaksvíkin
longi hevur verið í so fátæk,
tá tað ræður um standmynd
ir.
Eftir míni tykki er tað
heldur at frøast um, at vit
nú royna at lyfta okkum
upp á eitt virðiligt støði á
hesum økinum, sigur Dávur
Winther.
Hvørki arkitektar
ella bygginevnd eru
tikin við uppá ráð,
nú avgerð er tikin um
at reisa eina fimm
metur høga pelastand
mynd í skúlanum við
Ósánna
Standmynd
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tá nýggi parturin av skúla
num við Ósanna verður
tikin í nýtslu, kemur ein
fimm metur høg pela
standmynd eftir ameriku
mannin Joel Coel at prýða
skúlan.
Hóast tað eisini eru
Fuglø arkitektar, sum hava
staðið fyri arkitektarbeiði
num í skúlanum, hava teir
ikki verið tiknir við uppá
ráð í sambandi við stand
myndina.
Tað er mentanardeildin
hjá Klaksvíkar kommunu
sum hevur tikið avgerð
um at reisa standmyndina
í skúlanum.
Ikki kunnað
Spurdur, hví hann ikki
hevur ráðført seg við
Fuglø Arkitektar í hesum
sambandi, sigur leiðarin á
mentanardeildini Dávur
Winther, at ein avgerð mát
ti takast.
Eg visti, at um eg spur
di 10 fólk, so fekk eg 10
ymsar meiningar, og so
varð hendan standmyndin
neyvan nakrantíð av nøkr
um. Og tað helt eg vera
spell,
sigur
Dávur
Winther.
Afturat sær at meta um
pelastandmyndina hevði
mentanardeildin bólkin,
ið stóð fyri standmyndini
við gamla kirkjugarð.
Jákup Pauli Johannesen
á Fuglø Arkitektum sigur
seg illa kunna gera stór
vegis viðmerkingar, av tí
at tann standmyndin enn
ikki er liðug.
Enn ána vit ikki, um
hon fer at hóska inn í
heildarmyndina á skúla
num, tí ongin hevur tosað
við okkum ella tikið okk
um við uppá ráð í samband
við hesa standmyndina,
sigur Jákup Pauli Johanne
sen.
Heldur ikki í byggi
nevndini fyri skúlan tykj
ast tey vita um standmynd
ina.
Sambært
Óluvu
Klettsgarð, limi í byggi
nevndini, er hon ikki kunn
að um standmyndina og
var bygginevndin heldur
ikki boðin við, tá partur
av
standmyndini
varð
avdúkaður á Klaksvíkar
Bókasavni herfyri.
Ósemja um standmynd
í Klaksvík
Í bólkinum, sum hevði ábyrgdina av 100 ára stand-
myndini hjá Klaksvíkar Kommunu hava sitið:
Dávur Winther, ábyrgd
Archiebald Black, listamaður
Edward Fuglø, listamaður
Hans Hjalte Skaale, býargartnari
FAKTA
Pelastand-
mynd í
Skúlanum
Meiningarnar eru rættuliga
ymiskar, um hvussu væl økið
við gamla kirkjugarð í Klaksvík
hóskar til 100 ára standmyndina
hjá Klaksvíka Kommunu
Mynd: Jóannes Poulsen