Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 158 - 20. august 2008 viðmerkingar Nú hava tit hildið Føroya fólk fyri spott í gott 7 mánaðir - tað mátti verið nokk, men so er ikki. Hóast Tobbi meldadi hart út m.a. í beinleidis sending í sjónvarpinum, at hann fór frá um hann ikki fekk sín politikk og sína skerjing ígjøgnum á fiski- vinnuøkinum, - so bakkaði hann aftur hesaferð. Ikki tí – eg hevði ikki væntað annað tað er honum so líkt , - ein stórur orðavavstur, - retorikkur á høgum støði við gullkorn- um frá Decartes, Sokrates og øðrum góðum monnum, men so er eisini alt sagt. Tjóðveldi og Høgni formaður, hevur sínt í verki, at teir eru ikki til at líta á hvørki í orð ella gerningi - bert tos, hóttanir og ørvitisuppskot sum verða tveitt fyri Løgtingið – tað hava vit sæ seinastu vikurnar og nú kom so prikkurin yvir i’ið - blokkurin skal skerjast nú vid 117 milliónum sambært Karsten Hansen fyrrv. Tjóðveldistingmanni. Karsten Hansen fíggjarmálarádharri ger greitt at hann leggur blokk- niðurskurðin fyri lands- stýrisfund i komandi viku. Her á verða okkurt álvarsliga sligið klikk fyri samgongu og hjálparflokki teirra. Samgongan og hjálpar- flokkruin mugu hava mist alt sum eitur jørðforbind- ilsi og sær tað ikki út til at teir vita hvat rørir seg í samfelagnum - tað er harmiligt og vandamikið fyri samfelag okkara. Vit hava trupulleikar, innan fiskivinnuna og merkir tað alt annað líka, minni inntøkur á øllum frontum - eisini til landskassan. Tey eldru fáa ikki endarnar at røkka saman orskað av høgum olju – og matvøruprísum Ungu familjurnar fáa neyvan heldur endarnar at røkka saman orsaka av hækkadu oljuprísunum, matvøruprísum og rentuhækkingum. Javnaðarflokkurin - hvat í allari víðu verð hugsar hann fyri sær? Tað sær ikki út til at verða gingið upp fyri teim- um enn - at tey eru vit at avreiða flokkin og restina av javnaðarpolitikkinum fyri ein løgmannsess? Meðan framhald av Sirkus Tinganes sær út til at halda áfram – bíða vit í spenningi upp á at næsta politiska sjálvmorðsupp- skot frá samgonguni - blokkniðurskurðurin verður settur á dagskrá. Álvaratos CHE(D) hvat hugsa tit fyri tykkum ?? løgtingsmaður Johan Dahl Ein avleiðing av, at landsstýrið ætlar at lækka blokkstuðulin við 117 mió. krónum, verða skatta- og avgjaldshækkingar. Løgmaður hevur boðað frá, at CHE-samgongan heldur fram við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki. Samstundis er greitt, at eitt av mál- unum á skránni fyri fyrsta landsstýrisfundin hjá minnilutalandsstýrinum er blokkniðurskurður á 117 mió. krónur. Inntøkur landskassans eru í høvuðsheitum avmarkaðar til skatt, avgjøld og blokkstuðul. Skal ein av hesum inntøkunum minka, so mugu hinar vaksa. Men hvat fær landsstýrið at trúgva, at skattur og avgjøld fara at vaksa av sær sjálvum í 2009? Vinnan er í svárum trupulleikum og hetta sæst aftur í skattainntøkunum, og nógv bendir á, at tann stóri búskaparvøksturin, sum hevur lívgað landskassan við avgjøldum tey seinastu árini, er hasaður av á hesum sinni. At samtykkja skatta- og avgjaldshækkingar er at leggja stein omaná byrðu hjá húsarhaldunum, nú húsarhaldsvørður og olja eru sera nógv dýrka. Men onkrastaðni skal landskass- in hava sínar inntøkurnar frá, og vil landsstýrið ikki hava blokkstuðul, so verða tað Føroya fólk, sum mugu gjalda. Landskassin hevur longu undirskot í verandi ári, og alt bendir á, at undirskotið verður størri í 2009. Skulu so hesar 117 milliónirnar trekkjast frá á inntøku- síðuni, verður støðan ikki góð. Undan valinum tosaðu øll um tey bleytu virðini, men fer landsstýrið at lækka blokkstuðulin og ístaðin at hækka skatt og avgjøld, so verður lítið eftir hjá teimum veikastu í samfelagnum. Eg vil tí heita á løgmann um at steðga landsstýris- manninum í fíggjarmálum við ætlanunum um at minka blokkin. 117 millióna blokkniðurskurður er ørskapur Sambandsflokkurin KaJ leo Johannesen Læraradeildin á lærda háskúla okkara hevur júst nú tikið knappliga hundrað fólk upp. Góða eydnu til teirra; hjartans tøkk til teirra, ið skipaðu fyri. Leiðslan á skúlanum, lærarar, verandi mentamálaráðharri Kristina Háfoss og ikki minst fyrri landsstýris- maðurin Jógvan á Lakjuni eiga øll rós fyri at rudda slóð í føroyskari mentan. Hetta hendir samstundis sum sera spennandi útbúgv- ingar byrja aðrastaðni á Fróðskaparsetrinum. Vit eiga at fegnast um, at fleiri føroyingar fáa góða og viðkomandi útbúgving, fleiri ungfólk verða verandi í landinum og ríka lívið fyri okkum onnur, fleiri føroysk børn alast upp á Føroya steini, fleiri kundar í handlunum, og fleiri dugnalig fólk verða tøk á arbeiðsmarknaðinum. Nú er at vóna, at vit fáa boðið út enn fleiri lestrar- pláss næsta ár, so allar vanligar útbúgvingar kunnu fáast her. Fólk kring landið, eisini tey ið hava arbeiði, mugu sleppa at taka føroyskar útbúgvingar sum fjarlestur. Tey, ið hava tikið grundútbúgvingar uttanlands, mugu kunna enda útbúgvingina her heima. Tey, ið vilja sleppa uttanlands, mugu hava møguleika at byrja í Føroyum og síðani fara í styttri og miðvísari skeið av landinum uttan at verða skrikt upp við rót; nakað sum sjófólk okkara mangan hevur verið burturstatt uttan tó at ivast í, hvar heimið kortini var. Framá við Frælsinum! løgtingsmaður Kári á rógvi Politiski leikurin í longum talvi eru mangir og vit, sum síggja og lýða á, hava lyndi til at halda, at innihaldið í tí sum kjakast verður um, gerst alt torskildari. Í hesum døgum, meðan ítróttarfólk eru savnaði til olympisku leikirnar í Kina, bresta “kinesarar” í Føroyum. Onkur vil bresta hol til Skopunar, meðan onnur vilja bresta tað sindrið av samgongu vit hava í Føroyum. Politiska skipanin stendur fyri skotum, og meðan fólk sum frægast royna at renna undan skotum – nú eisini á Argjum – tykist tað at verða torført at skapa politiskan stabilitet í Føroyum. Politiska landslagið hevur verið darvað av, at einstaklingar vilja fremja einstøk mál, sum fyri ein hvønn prís, skulu fremjast. Vit trivla okkum fram og vóna, at allur hesin roykurin, sum stendst av skotunum, hevur okkurt endamál, ella skulu vit óttast at politiska skipanin fjalir útyvir nakað? Vit kunnu bara staðfesta, at alt ov lítið kjak er um týdningarmiklar tættir í tí føroyska vælferðarsam- felagnum. Hetta er ikki bara galdandi fyri løgting og landsstýrið, men so sanniliga eisini í tí politiska umhvørvinum sum heild. Vit eygleiða tann politiska sjónleikin sum verður sýndur og undrast yvir illa uppsettu pallmyndirnar. Eisini undrast vit yvir, at hóast nógv orð verður nýtt, er so lítið samskifti. Skulu vit ikki taka okkum saman? ........ í meðan bresta “kinesarar” í Føroyum JáKup Danielsen