mikudagur 20. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 20. august 2008
13
viðmerkingar
Tá eg sum smádrongur
kom til Hoyvíkar, gekk
leiðin eisini Heim á Garð,
tí har búði tann einasta
langomma, sum eg kann
minnast.
Abbi hennara doyði
ungur. Hann æt Óli vestan
Tún og var við Eggistofta
bátinum, einum tíggju
mannafari, sum síðst í mai
1835 fór úr einahandlinum
í Tinganesi til Hvalbiar.
Eingin maður kom
afturíaftur.
Farleiðin til Suðuroyar er
av sonnur ein vandaleið.
Tað er hon framvegis.
Nú hava vit stór og góð
skip, og vandin er minni
enn hann var í 1835, men
sjálvt í dag hoyra vit um at
skip søkka og at mann
skaði stendst av. Vandum
sleppa vit ikki undan
hvussu vit so enn bera
okkum at.
Tann tøkniliga gongdin,
sum hevur gjørt at vit ikki
longur mugu manna
róðrarbátar fyri at koma
um Suðuroyarfjørð, hevur
eisini havt annað við sær.
Nú hava vit fingið vegir
millum bygdir. Tað eru
minni enn hundrað ár
síðani fyrsti vegurin mill
um bygdir var gjørdur.
Síðani hava vit fingið betri
vegir og á teimum koyra
nú bilar. Harvið hava vit
fingið møguleika fyri at
ferðast skjótt.
Eitt vandamál er tó at vit
í Føroyum hava nógvar
oyggjar, og tað er ringt at
fáa bilar um firðir og sund.
Ymsar loysnir hava verið
royndar.
Aðrastaðni vórðu brýr
gjørdar. Kundu vit ikki
tað? Eina slíka hava vit
fingið, og tað er hon um
Streymin. Hetta er ein sera
vøkur brúgv, eitt prýði fyri
landslagið, og um hana eru
komnir nógvir bilar tey
árini, hon hevur verið, og
kann hon gera nógva nyttu
í mong ár afturat. Men
høvdu vit í staðin fyri dýpt
Streymin, so kundu størri
skip siglt ígjøgnum har
uttan at hugsa um hvørt
mastrarnar bóru við!
Ein onnur loysn var at
gera byrgingar millum
oyggjarnar. Hetta fingu vit
til Viðoynna og Kunoynna.
Hervið fingu vit góðar
havnir við hesar byrgingar,
men ringt er at nýta hesa
loysn aðrastaðni.
Við hesari brúgv og
hesum byrgingum fingu vit
veganet við fleiri bygdum
uppií, og serliga í Streym
oynni og Eysturoynni sóu
vit, hvussu gagnligt tað
var. Nú bar til at búgva í
einum plássi og arbeiða í
einum øðrum. Stór virki
kundu setast upp, hvar tað
skuldi vera, og fólk í øllum
bygdum kundu arbeiða í
teimum.
Tørvurin á at fáa aðrar
oyggjar upp í veganetið og
harvið vaksa um fyrimun
irnar fyri okkum øll gjørd
ist tí støðugt størri. Men
tað sá svart út við at gera
aðrar brúgvar og byrgingar.
So í 1983 fingu norð
menn ein undirsjóvartunnil
til bilferðslu út til Vardø.
Har høvdu teir havt ferju
sigling, men ofta vóru
eingi líkindi. Teir høvdu
einaferð roynt at gera eina
brúgv, men tá nakað var
komið ávegis, brast einn
ódn á, og tá hon hæsasaði
av, lá alt í skeljasori. Teir
mistu tí mótið, og mestsum
upp á tross fóru teir undir
at gera ein undirsjóvar
tunnil. Einaferð meðan
hetta arbeiði fór fram,
hoyrdi eg eina sending í
norska kringvarpinum frá
hesum arbeiðsplássi. Har
var nógv at hoyra um lekar,
og tað sum lak, var sjógv
ur. Tað ljóðaði ikki gott.
Men teir hildu á, og tá
koyrandi var, vísti tað seg
at vera ein skilagóð íløga.
Ferjusiglingin hevði verið
dýr, bæði í skipum og
manning. Nú kundu teir
klára seg við einari hálvari
ársløn til viðlíkahald. Einki
gjald varð tikið fyri at
koyra ígjøgnum, so har
vóru heldur ongar útreiðsl
ur til uppkrevjing og
fyrisiting.
Spurningurin var so, um
hetta bar til í Føroyum.
Hetta kundu bert royndir
vísa. Mangar vanlukkur
eru hendar undir tunnils
byggingum. Nøkunlunda
samstundis sum norðmenn
gjørdu tunnilin til Varð
oynna, gjørdu japanar ein
tunnil til sína norðastu
oyggj, tann sonevndu Sei
Kan tunnilin. Teir fóru
undir arbeiði í 1974 og
roknaðu við at tað fór at
vera koyrandi teir 54
kilometrarnar við tokum í
1979. Men knappliga foss
aði sjógvur inn, hundrað
tals arbeiðsmenn doyðu, og
fyrstu tokini komu ikki
ígjøgnum fyrr enn í 1988!
Kostnaðurin gjørdist
sjálvandi fleirfaldur.
Tað er greitt, at farast
skal fram við skili og skyn
semi í slíkum stórmálum.
Verkfrøðingar hava eisini
lært ein hóp av teimum
mistøkum, sum gjørd eru.
Nú bora teir long hol
framman fyri har tunnils
arbeiði fer fram, so tað ber
til at síggja, hvussu tilfarið
er og hvussu nógv tað
lekur, og teir hava eisini
lært at tetta lekarnar
áðrenn sprongt verður.
Hetta ger sjálvsagt íløguna
størri, men tættari verður,
bíligari gerst raksturin, tí
tað kostar at pumpa vatn
langt upp.
Eitt annað, teir hava lært,
er at tað er sera umráðandi
at undirsjóvartunlar eru so
stuttir sum møguligt. Teir
eru dýrari at gera enn aðrir
tunlar, og kosta meir at
reka fyri hvønn metur.
Hetta hevur stórar avleið
ingar fyri Suðurtunlar
okkara.
Vit gerast í alt størri mun
eitt samfelag, har bilurin
verður nýttur meir og meir
til at flyta fólk og fæ. Teir
partar av landinum, sum
eru uttan fyri tað stóra
vegakervið, sum 80% av
landinum er knýtt saman í
nú vit hava fingið bæði
Vesturtunnil og Norður
tunnil, kunnu tí ikki standa
seg í kappingini um at
útvega arbeiðspláss, og
gerast tí í størri og størri
mun eftirbátar.
Tað er dýrt fyri samfelag
okkara ikki at fáa fult gagn
av teimum møguleikum,
sum liggja í tí fimtingi av
tjóð okkara, sum býr í Suð
uroyggjunum. Hesar oyggj
ar eru fagrar, og har eru
stórir møguleikar fyri at
hava virksemi, sum kundi
gjørt land okkara til eitt
kappingarført samfelag.
Sum er hava vit sam
ferðslu við skipum og tyrlu
til hesar oyggjar. Her eru
stór framstig hend síðstu
árini, men samanborið við
tað sum hent er norðan
fjørðs er tað sum dagur og
nátt. Ein maður í Gásadali,
sum fær fundarboð at
koma til Viðareiðis, kann
vera har tveir tímar seinni!
Men sumbingurin má
aloftast siga: Nei, eg kann
ikki koma fyrr enn í
morgin, tí ikki er koyrandi!
Løgtingið samtykti í fjør,
at vit skulu hava Suðurtunl
arnar. Hetta var ein sera
skilagóð samtykt, og einki
er at ivast í, at áðrenn langt
um líður fer tað at vera
koyrandi til hesar oyggar.
Spurningurin nú er bara,
nær tað er skilagott at fáa
hesa verkætlan í lag.
Tá stórar verkætlanir
skulu gerast er manna
gongdin vanliga:
Hugskotskapping
Projektering
Útbjóðing.
Tað mest umráðandi er
fyrst at fáa allar møguleik
ar lagdar á borðið, og tað
gerst best við at skriva út
eina altjóða hugskotskapp
ing við so stórum virðis
lønum, at gløggastu
arkitektar í heiminum fara
at halda tað vera áhugavert
at taka lut og finna fram til
hvør besta loysn er í hesum
máli. Lítið man vera at
ivast í at tað verður onkur
føroyingur sum vinnur 1.
virðisløn, men skuldi tað
løgna hent, at ein útlend
ingur leggur nakað fram,
sum er enn betri, so kunnu
vit fegnast um at hava
fingið ta bestu møguligu
loysnina.
At projektera er eitt
handverk, og tað skal
sjálvandi gerast so skjótt,
væl og bíligt sum yvir
høvur møguligt. Hetta er
ein natúrlig uppgáva fyri
okkara landsverk.
Tað kann heldur ikki
útilokast, at tað eisini
hevði verið skilagott at
landsverk gjørdi arbeiðið,
og at verkætlanin yvirhøv
ur ikki varð boðin út. Vit
hava sera nógv dugnalig
fólk, sum kunnu gera slík
arbeiði, og tað er einki at
ivast í, at tey høvdu
kunnað gjørt hetta minst
líka so bíligt sum nakar
annar.
Hvussu kundi ein
tíðarætlan verið?
Vanliga verður roknað
við, at eitt alment arbeiði
tekur fimm ár at gera. Eitt
ár til hugskotskapping, eitt
ár til projektering og
útbjóðing, og trý ár til
sjálvt arbeiði.
Høvdu vit farið undir
hugskotskappingina tá
løgtingssamtyktin varð
gjørd í 2007, høvdu vit
sambært hesum í 2012
kunnað koyrt til Suðuroyar.
Heilt ber ikki til at líta á
hesa høvuðsreglu. Í hesum
føri er vansin tann, at
Suðuroyarfjørður er so
breiður, at tað kemur at
standa á at fáa hendan part
av verkætlanini lidnan eftir
trimum árum. Men fimm
ár er helst í longra lagi, og
so kunnu vit siga 2014.
Men nær er rætta løtan
fíggarliga til at gera hesa
íløgu?
Hugskotskapping og
projektering kosta lítið, og
her er eingin orsøk til drál.
Eftir stendur at gera arbeiði,
og til tað krevst manning og
tól, sum kosta meir.
Vanliga verður sagt, at
rætta løtan at fara undir
slíkar stórar almennar
útreiðslur er tá ið tíðirnar
eru ringar. Tá kunnu slíkar
stórar íløgur gera, at fólk,
sum annars høvdu verið
arbeiðsleys, kunnu fáa
inntøkur, sum geva teimum
møguleika fyri at yvirliva
til betri tíðir koma. Eisini
er tað bíligari at gera slíkt
meðan ringar tíðir eru.
Tað er tí umráðandi hjá
einum samfelag at hava
nakrar stórar íløgur liggj
andi liðugt projekteraðar,
so tær kunnu setast í verk
so títt og knapt tíðirnar
versna.
Hin vegin eru tað verk
ætlanir, sum eru so umráð
andi at fáa gjørdar, at tað
ikki ber til at bíða við
teimum til ringar tíðir
koma. Hetta eru tær, sum
geva eitt stórt økonomiskt
avkast.
Tað er einki at ivast í, at
Suðurtunlarnir eru av tí
seinna slagnum. Verandi
samferðsluskipan er so dýr
og vánalig, at neyvan
nøkur íløga loysir seg betri
at gera fyri okkara
samfelag. Um tað
harafturat verður so
heppið, at tíðirnar av tilvild
samstundis versna, er tá
bert at fegnast um.
Sjálv fíggingin kann eitt
nú fáast við obligatiónum.
Einki er at ivast í, at tey sum
eiga jørð og fasta ogn í
Suðuroyggjunum høvdu
verið sera hugaði at givið
sítt íkast til hesa verkætlan,
tí virðið av ognunum í hes
um partinum av Føroyum
veksur so nógv av tí at oyggj
arnar verða bundnar saman
við meginøkið, at tað hevði
svarað til ein munandi part
av kostaðinum.
Suðurtunlarnir!
Zakarias
Wang