Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 158 - 20. august 2008 Stutt Sagt Persónligt tilfar til sølu Í seinastuni hava týskir mynd­ugleikar lagt seg eftir at tryggja persónligar upp­ lýsingar, sum verða við­ gjørd­ir elektroniskt, men kortini vistu fjølmiðlarnir í gjár at siga, at ymsir persón­ ligir upplýsingar um fleiri túsund­ týskarar vóru til sølu á internetinum. Ein maður, sum arbeiðir hjá einum telefonfelagi, gjørd­i vart við trupulleikan við at send­a eftirlitinum persón­ ligar upplýsingar um 17.000 týskar einstaklingar, skrivar tíðind­astovan DPA. Hetta er ikki tann fyrsta gølan av hesum slagnum í Týskland­i í ár. Í vár kom fram, at eftirlitið við per­ sónligum upplýsingum er alt ov tilvild­arligt. Fleiri hald­a, at týska lógin er ov lagalig, og at tað kemst av, at løgreglan vil hava atgongd­ til alskyns upp­ lýsingar í bard­aganum ímóti yvirgangi. Rakettin fór ikki uppfrá Sunnud­agin boðaðu ir­ ansku mynd­ugleikarnir frá, at Iran hevði sent eina rak­ ett út í rúmd­ina, men nú sigur tíðind­astovan Reut­ ers frá amerikonskum keld­­ um, at rakettin fór ongantíð uppfrá. Amerikonsku keld­­ urnar vilja ikki leggja navn til tíðind­ini, men sambært Reuters siga tær, at rakettin d­att niður, beint sum hon skuld­i lætta sær á. Iran liggur í stríði við Vesturheimin um land­sins kjarnorkuverkætlan, og í fráboðanini sunnud­agin segði iranska stjórnin, at tann væleyd­naða rakett­ roynd­in skuld­i vísa umheim­ inum, at Iran er ført fyri at send­a ein fylgisvein út í ringrás um jørðina. Men hava amerikonsku keld­ur­ nar rætt, er einki í hesum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Barrack Obama hevur eini ótrúlig evni til at fáa samband við fólk, og so er hann skilagóður afturat. Hann vinnur Kevin Lampe, ráðgevi útlond USA krevur, at russiski herurin skal lata frá sær hernaðarbilar, sum teir russisku hermenninir hava tikið undir átakinum í Georgia. Talan er um nýggjar hernaðarbilar, sum georgiski herurin hevði fingið úr USA, og sum russar nú hava lagt hald á og tikið við sær. USA sigur, at russar skulu lata bilarnar sum tann á myndini frá sær. Russar tóku amerikanskar hernaðarbilar Iranska stýrið letur seg ikki ávirka av trýsti uttaneftir, men ætlar at byggja seks kjarnorkuverk Iranska stjórnin hevur biðið seks fyritøkur finna støð til tey seks kjarnorkuverkini, og sambært áheitanini skulu feløgini finna tey røttu plássini innan eitt ár. Sam­ bært mynd­ugleikunum vóru fyritøkur í Kanad­a, Russ­ land­i og Sveis við í útbjóð­ ingini, men avgjørt varð at lata iranskar fyritøkur fáa arbeiðið. Iran hevur einki kjarn­ orkuverk, men eitt er í gerð í Bushehr. Tað verður bygt við russiskari hjálp og skuld­i upprunaliga takast í brúk fyri átta árum síðani. Men altjóða mótstøða og tiltøk hava gjørt, at arbeiðið er nógv seinkað. Nú er arbeiðið tikið uppaftur, og iranskir talsmenn hava sagt, at ætlanin er at seta tann fyrsta reaktorin í gongd­ fyri árslok í ár. Russland­ hevur lovað Iran brennievni. Georgiski landsluturin Abkhasia bað í dag russiska tjóðartingið viðurkenna sítt sjálvstýri. Russar fara at siga ja Russland­ tekur und­ir við, at georgisku land­slutirnir Abkhasia og Suðurossetia sleppa at taka seg burtur úr Georgia, men Moskva hevur kortini ikki viljað viðurkent økini sum sjálv­ støðug lond­. Nú hevur abkhasiska tingið so sent tjóðartingin­ um í Moskva eina form­ liga áheitan um viðurkenn­ ing, og sambært tíðind­a­ stovuni Interfax verður svarið úr Russland­i játt­ and­i. Í hvussu er end­ur­ gevur tíðind­astovan for­ mannin í russiska tjóðar­ tinginum fyri at siga, at meirilutin er til reiðar at ganga abkhasisku áheitan­ ini á møti. Vesturlend­skir eygleið­ arar siga, at tað er ikki vist, at formaðurin umboð­ ar meirilutan, ella um orð hansara bara eru eitt íkast til stríðið millum Russland­ og Vesturheimin um Georgia. Bæði Abkhasia og Suðurossetia hava kravt altjóða viðurkenning sum sjálvstøðug lond­ og hava víst á, at altjóða samfelagið hevur viðurkent fyrrver­ and­i serbiska land­slutin Kosovo sum sjálvstøðugt ríki. Tey krevja somu rætt­ ind­i, men higartil hava USA, ES og NATO hild­ið uppá, at Abkhasia og Suð­ urossetia eru partar av Georgia. Abkhasia og Suðuros­ setia slitu seg leys bav Georgia í nítiárunum, men enn hevur einki land­ viður­ kent tey sum sjálvstøðug. Abkhasia vil hava sjálvstýri Iran skal byggja seks kjarnorkuverk Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, vil ikki slaka í kjarnorkumálinum Mynd: Polfoto Tað er ov lætt at fáa fatur á persónligum upplýsingum í Týsklandi Mynd: DPA