mikudagur 20. august 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • 20. aug. 2008
MIÐvIkaN
31
smáttur koma fólk saman at práta
og hugna sær. Hetta er vanliga
eitt runt pláss við steinum, har
fólk kann sita niðri.
Seinnapartin kunnu menn
í bygdini savnast til at spæla
tagega, sum tað eitur í konso
máli. Tað minnir eitt sindur um
backgammom. ”Brikkarnir” eru
smáir steinar. Tað er ógreitt,
hvussu nógvir luttaka í sjálvum
spælinum, men nógvir hyggja
at, fylgja við og hava sínar
viðmerkingar til gongdina.
Fólkið er arbeiðssamt. Kemur
ein inn í eina bygd í sátíðini, eru
øll arbeiðsfør úti á økrunum. Bert
børn og gomul fólk eru heima.
Fólkið er fryntligt og blítt, serliga
um ein sigur nøkur orð á teirra
máli. Konsofólkið hevur sítt egna
mál, men hevði ikki skriftmál, tá ið
eg kom hagar. Tey eru um 200.000
sum tosað teirra mál. Nú hava tey
fingið skriftmál og eisini nýggja
testamenti á teirra egna máli.
Hetta er stórt framstig.
Tað var ikki nógv av nútímans
hentleikum her. Í Konso var tað
ein stórhending, tá ið bilur kom
fram við. Tá ið vit sóu ella hoyrdu
ein bil lupu vit øll út fyri dyr at
hyggja, hvør ið nú kemur. Kanska
fingu vit post, og tá var frøi á
okkum øllum. Vit hoyrdu bilarnar
heilar tveir tímar áðrenn teir
komu fram.
Menningin í hesum øki hevur
gingið sera seint. Tó er nakað hent
øll hesi árini, síðan eg kom hagar.
Ymisk mál hvør sína
megin garðin
Konso er eitt rættuliga stórt øki,
har tað búgva um 100.000 fólk. Í
Bakaule búði tá um 1.500 fólk. Í
landspartinum liva amaharar og
konsofólk hvørt um annað. Men tey
hildu seg fullkomiliga fyri seg sjálvi.
Í Bakaule búðu amaharar. Teir
vóru ráðandi fólkið har. Tað var
bert ein grótgarður, sum skilti
amaharar og konsofólkið. Hesi
fólkini skiltu als ikki hvønn annan.
Tá ið marknaður var komu fólk
alla staðni frá, og her bar kortini
væl til, hóast fólk ikki kundu skilja
hvønn annan.
Á marknaðinum var stórt úrval
og stórt virksemi. Ein krukku
seljari kom við einum stórum
lessi av krukkum. Ein kvinna, sum
vildi selja brenni, kom við tí á
bakinum. Her komu vevarar við
sínum stoffi, smiðir við knívum
og spjótoddum, smørseljarar við
krukkum av smøri. Onnur seldu
egg og grønmeti.
Kjøtsølan fór fram í eini veru
ligari feskkjøtdeild. Her kundi
fáast heilt feskt geitakjøt. Kund
arnir hugdu at, meðan geitirnar
vóru slaktaðar og sundurlimaðar.
Hetta gav trygd fyri feskleikanum,
men tað er eisini neyðugt í hesum
hitanum, har einki var, sum eitur
køliskáp ella frystarí.
Bæði menn og kvinnur ganga
í klæðum úr tilfari, sum er gjørt
av vevarum á staðnum. Tá ið
kvinnurnar skulu pynta seg, lata
tær seg í eitt reytt ella blátt
høvuðturriklæði, alt eftir dagsins
móta, og eina litríka troyggju.
Flutningur á bakinum
Eftir vegir og gøtur ganga altíð
menniskju, og felags fyri tey er,
at tey altíð bera okkurt. Tað er,
sum um allur flutningur í Konso
verður borin. Menninir bera á
akslunum og høvdinum, meðan
kvinnurnar bera á bakinum. Men
tað eru kvinnurnar, sum bera
tyngstu byrðarnar. Tær bera vatn,
brennivið, djóraføði og matvørur.
Nógvar kvinnur ganga í tímar
eftir vatni. Vanliga fara tær við
eini tómari krukku á bakinum til
eina vatnkeldu og so við fullari
krukku heim aftur til bygdina.
Vanliga hava tær ein fetil at hava
krukkuna í.
Kvinnurnar savna eisini við til
brenni. Tá skal eisini gangast
langt. Tær savnað ein stóran
bunka, sum tær so taka uppá
bakið. Hetta er nógv tyngri enn
ein kann ímynda sær.
Men hóast tað er strævið eru
tær altíð blíðar.
Trúgvin
So er tað trúgvin í hesum økinum.
Har eg kom, var fólkið animistar.
Tey trúu uppá andar. Eingin hevði
fortalt teimum um Jesus. Tey
tilbiðja fossar, steinar, slangur og
tílíkt. Tá ið tey komu framvið trø,
smurdu tey smør uppá træið og
løgdu kaffi og annað niðurvið. Tey
boyggja seg framyvir og biðja um,
at andarnir í trænum vilja leiða tey
rætta leið og vera hjá teimum.
Tey óttast nógv, og tað er bert
evangellið, sum kann loysa tey
frá óttanum. Tey hava so nógvar
siður, sum eg eisini kom at kenna
frá klinikkini, har eg arbeiddi. Har
kom nógv fólk, og tey høvdu allar
møguligar sjúkur. Har vóru nógvar
barnasjúkur og eygnasjúkur.
Smábørnini fingu ofta leyst lív
og spýggju. Tá fer øll vætan út
úr kroppinum, og so hava tey ta
sannføring, at tey endiliga ikki
mugu drekka. Tá blívu tey verri,
og so doyggja tey.
Ein annar siður er við horna
tonnunum í undirmunninum. Um
tey halda, at hesar koma fram ov
tíðliga, grópa tey tenninir fram
við onkrum, sum tey hava fyri
hondina, til dømis okkurt petti
av jarni. So kemur bruni í, og
nógv doyðu av tí. Tá ið tey hava
nógvan fepur skóru tey úlvin í
hálsinum. Tey kundu tá bæði
bløða út ella fáa bruna í sárið,
og tey doyðu eisini av tí. So nógv
av okkara arbeiði var at siga fólk
inum, at hetta máttu tey ikki gera,
og hvussu ringt hetta var. Tey nikk
aðu og lovaðu, at hetta skuldi ikki
verða gjørt aftur. Men tað skuldi
meira til enn so. Tey fóru heim og
gjørdu júst tað sama aftur.
Fekk pening fyri at
taka heilivág
Kortini høvdu tey álit á okkum. Eg
havi hoyrt um tann fyrsta norska
trúboðaran sum kom til Gidole um
50 km norðanfyri Konso, og har
kom eg seinni at arbeiða. Hann
slapp ikki at geva tann heilivág,
sum fólkið hevði brúk fyri, tí tey
vóru so rædd. Men so rindaði
hann fyrstu sjúklingunum pening
fyri at taka heilivágin. Men tá ið
tey sóu, at tað hjálpti, var leyst
og liðugt.
Hvønn morgun høvdu vit andakt
uttanfyri klinikkina. Tá komu
nógv fólk. So lósu vit úr Bíbliuni á
amarinja, og talaðu Guds orð til
teirra. Hetta mál mátti eg so læra
meg. Men tað mátti umsetast til
konsomálið. Tað var altíð tørvur
á minst einum tolki. Viðhvørt
tveimum. Tað kom eisini fyri, at
tað var brúk fyri trimum, tí tað vóru
jú fólk úr so ymiskum fólkasløgum,
sum komu til okkara.
So sungu vit kristnar konso
sangir og bóðu faðirvár. Hetta
vóru sangir, teir sjálvir høvdu yrkt.
Nógv vóru analfabetar, men hetta
var eingin trupulleiki. Sangirnir
vóru upp til 35 vers, men tað var
eingin trupulleiki at duga teir
uttanat.
Klinikkir og skúlar hava verið
brúkt sum reiðskap í Guds hond.
Summar dagar fór eg út við eini
bíbliukvinnu og lærdi tey. Hon
var eisini við sum sum tolkur
millum konsomálið og amarinja.
Vit lærdu tey at seyma og binda
eisini og lærdi tey so eisini úr
Bíbliuni.
Hjá teimum, sum blivu umvend
broyttist lívið. Teirra sjálvsvirði
hækkaði. Tey komu í kirkju, og
Konsogenta á veg eftir vatni. Tað kunnu vera tímar at ganga
Konurnar hava størstu byrðurnar
Konsomaður spinnir á handsnældu