Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 32 nr. 158 • 20. aug. 2008 tey fingu hug til at læra onnur um tað, sum tey høvdu upplivað. Tey fóru út í bygdirnar og fortaldu tað, sum tey høvdu hoyrt, og Guds ríki vaks á ein undurfullan hátt. Tey broyttu eisini medferð. Und­ an kristindóminum gingu tey við klæðum úr skinnum. Tey smurdu seg við smøri, og tað gekk ein ramur roykur at teimum. Men tá ið kristindómurin kom, fóru tey at ganga í bummulsklæðum, sum tey sjálvi vevaðu og seymaðu. Eg arbeiddi í Mekane Yesus kirkjuna, sum var ein Luthersk­ evangelisk kirkja. Hon var grundað í 1959, sum eg kom hagar í 1960. Tað vóru bert eini 20­22.000, sum tá hoyrdu til hesa kirkju úr ymiskum pørtum av Suður­ og Eysturetiopia. Nú munnu tey vera um 4 milliónir. So her hevur verið ein stór veking. Tá ið eg kom til Etiopia roknaðu tey við, at triðingurin av fólkinum hoyrdi til ortodoksu, koptisku, kirkjuna. Síðan var roknað við, at animistar vóru ein triðingur og islam ein triðingur. Tað vóru ikki nógvir muslimar i Konso tá, men tað eru tað nú, eins og aðra staðni. Myndugleikarnir vilja fegin hava kristindómin boðaðan, tí hetta kann demma upp fyri islam. Sonurin mátti lata lív fyri at mamman kundi jarðast Tey eru nógv, sum ikki hava hoyrt gleðiboðskapin. Longri suðuri í landinum hava tey ræðuligar siðir, sum vit illa kunnu ímynda okkum. Ein siður var, at børn, sum eru fødd í einum ávísum ári í einum sjey ára skeiði, skulu fyribeinast. Annar siður var, at fær ein mamma eitt barn, meðan fyrra barnið enn er bróstabarn, so mugu bæði børnini lata lív. Við­ hvørt varð tað gjørt við fosturtøku av seinna barninum. Tað er ræðu­ ligt. Roynt var at trýsta fostrið úr mammuni við ósigiligari kvøl fyri kvinnuna. Viðhvørt varð barnið føtt til vanliga tíð og síðan fyri­ beint saman við tí fyrra barninum. Tey hildu, at um hetta ikki varð gjørt, so fór einki regn at koma, og so fingu tey ongan mat. Tá ið eitt barn fekk tenn fyrst í yvirmunninum heldur enn undir­ munninum, sum er tað vanliga, so var tað eisini ófrættakent, og hesi børn máttu eisini lata lív. Tað var ein mamma, sum fekk ein drong, sum fekk fyrst tenn í yvirmunninum. Mamman pilkaði tenninar út í eini roynd at forða fyri, at hetta skuldi koma fram. Tá ið drongurin gjørdist størri, kom jú hetta tannholið at standa tómt. Tá drongurin var sjey ára gamal, doyði mamman. Øll vistu, hvat hon hevði gjørt, og tí vildi eingin jarða hana. Vanliga komu øll saman, tá fólk vórðu jarðað. Samfelagið er tætt knýtt í so máta. Men hevur onkur gjørt móti teirra siðum, verða tey ikki jarðað. Tað er eisini stór vanæra ikki at blíva jarðaður. Maðurin og sonurin sótu og grótu uppi yvir líkinum. Bygdarmenninir komu so og søgdu við mannin, at tá ið hon hevði brotið teirra siðvenju, kundu teir ikki jarða hana uttan at taka lívið av dronginum. Hann hoyrdi sjálvsagt hetta og rann avstað. Teir fóru aftaná, fingu hendur á honum og beindu fyri honum. Ikki fyrr enn tá kundu teir jarða hesa mammuna. Hetta er framvegis siður í fjarskotnum økjum í Etiopia. Heiðinskapurin kann vera so ræðuligur sum hetta. Summi siga, at tit skulu lata hesi náttúrufólkini fáa frið. “Tit oyðileggja teirra mentan. Tey hava tað so gott og eru so lukkulig”. Men hetta er ikki satt. Tá ið tey gerast kristin broytist alt hetta. Tað er vist, at heiðinskapur gevur ikki fólki frælsi. Sum tað stendur í Jóhs. 8,36: “Fær sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir”. Tvíburarnir Árið eftir, at eg kom hagar, í 1961, komu tveir menn, ein pápi og beiggi hansara, við tveimum nýføddum drongjabørnum til klinikkina. Teir søgdu, at mamman var deyð í samband við føðingina. Ørindini vóru, um eg ikki vildi taka teir til mín. Hetta vildi eg á ein hátt fegin gera, men tað var ikki lætt. Eg hevði meira enn nokk at gera. Hvussu kundi eg fara at taka tvey børn til mín afturat? Hvat visti eg eisini um framtíð­ ina? Eisini var eg einsamøll, og hetta gjørdi tað ikki lættari. Eg spurdi teir tí fyrst av øllum, um teir ikki høvdu roynt at fingið onkran annan at hava teir. Tað søgdu teir seg hava gjørt, men tað var eingin, sum vildi taka sær av teimum. So løgdu teir afturat, at um eg ikki tók teir, so vistu teir ikki, hvussu tað skuldi verða vorðið við teimum. Sjálv visti eg, at tað var nærum tann vissi deyði fyri børnini, um eg lat teir fara avstað aftur við teimum med alla. Tey hava ikki skil fyri at ala upp børn, sum ikki kunnu fáa móðurmjólk. Millum annað, sum tey geva slíkum børnum, er sterk súpan og trátt smør. Tað er greitt, at hetta tola tey ikki í longdini. Eg gav teimum ymist við sær, sum turrmjólk og fløsku, og eg greiddi frá, hvussu teir skuldu taka sær av dreingjunum. Hetta var í besta fall ein neyð­ loysn. Tey dugdu heldur ikki hetta við reinføri. Fløskurnar liggja og sløðast á moldgólvinum. Hetta fremur bakeriuvøkstur, og tá so smá børn fá hetta í seg fáa tey leyst lív, og tað sum hetta førir við sær. Eg bað teir fara runt í bygdini at vita um nøkur mamma var, sum nýliga hevði átt barn, og sum kundi geva teimum bróst. So var kanska vón um lív. Tað vóru eisini onnur odds ímóti dreingjunum. Fyri tað fyrsta var tað óeydna við at vera tvíburur, og so vóru teir eisini orsøkan til at mamman var deyð! Hesir báðir fóru so avstað aftur, og eg segði, at teir kundu koma aftur um tað var neyðugt. Longu dagin eftir komu teir aftur. Tá sá eg, at skuldi nøkur vón vera um lív hjá dreingjunum, so mátti eg taka teir. Teir vóru innsmurdir í smøri, og teir høvdu givið dreingjunum trátt smør at eta. Hetta skal eitast fyri at børnini skuldu gerast sterk. Tað ber ikki til at siga, hvussu dreingirnir sóu út tá. Eg tók teir so í Jesu navni. Teir komu so á barnaheim hjá missiónini, tá ið teir vóru tvey ár. Vit høvdu javnan samband. Eg vitjaði teir og teir vitjaðu meg. Frá tí, teir vóru 12 ár, vóru teir hjá mær uttan mun til, hvar eg arbeiddi. Teir vórðu doyptir á sunnudags­ gudstænastuni nýggjársaftan 1961. Hetta hendi úti, tí enn var eingin kirkja komin. Eg gav teim­ um nøvnini Jákup og Jóhannes. Teir gjørdust tá beinanvegin ein partur av samleikanum hjá gøtufólki og serliga børnunum. Øll fylgdu spent við, eisini í sunnudagsskúlanum, hvussu tað gekk hjá hesum báðum gøtu­ dreingjunum, sum nú eisini búgva í Gøtu saman við teirra familjum. Elsa veitir sjúkrarøkt í Konso Ein errin Elsa við tvíburunum Jákupi og Johannesi Komandi partur Í komandi parti fer Elsa at greiða meira frá umstøðunum í Konso og um sítt virki fyri fólkið á staðnum. Her verður greitt meira frá dagliglívi og siðum. Rættingar Í fyrsta partinum vóru nakrir skeivleikar i myndatekstunum: 1. Myndin á seinastu síðu var ikki av Magnus, abba Elsu, men av Peri, ommubeiggjanum. 2. Elsa helt sunnudagsskúla í Bethania í Gøtu, ikki Emmaus. 3. Í myndatekstinum til myndina av sjúkrasystraholdinum hjá Elsu, skal hesin rættast til, at Elsa Højgaard var av Húsum. Har tað sendur Aslaug Næss, skal standa Osla Næs