mikudagur 20. august 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 20. august 2008
33
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Í landsliðshópinum
í Portugal eru heili
seks spælarar, sum
kunnu fáa sín fyrsta
A-landsdyst. Og
Jógvna Martin Olsen,
landsliðsvenjari,
sigur, at fleiri av
hesum fáa sín fyrsta
dyst í kvøld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyar eru nummar 196 á
styrkislistanum hjá FIFA. Á
sama lista er Portugal numm
ar 9, so uppgávan hjá før
oyska Alandsliðnum verður
ikki nógv størri enn tað sama,
tá teir í kvøld fara á vøllin í
Aviero – einar 50 kilometrar
sunnanfyri Porto.
Grundleggjandi
venjing
Hjá føroyska landsliðnum
er talan um fyrireiking til
dystirnar móti Eysturríki,
Serbia, Litava og Rumenia,
sum allir verða spældir í
heyst. Men talan er langt
ífrá um optimalar fyrireik
ingar, sum landsliðsvenjarin
hevur.
Eitt nú eru Fróði Benja
minsen, Jón Rói Jacobsen,
Súni Olsen og Christian
Lamhauge Holst ikki við í
hópinum. Teir teljast allir
millum avgjørdu leykla
spælararnar á landsliðnum,
og tí mugu kortini blandast
fullkomuliga øðrvísi, enn
tey vildu verið, um for
treytirnar hjá venjaranum
vóru betri.
Tær báðar venjingarnar,
sum vit hava havt, hava
verið
ógvuliga
grund
leggjandi venjingar, har vit
hava roynt at fáa avtalurnar
upp á pláss. Tað er givið, at
verjan verður mest sum
spildurnýggj, og tí mugu
vit fáa gjørt púrasta greitt,
hvørjar
uppgávur
hvør
maður hevur við fríspark,
hornaspark og aðrar deyð
bóltsstøður.
Og tað er væl ikki tað,
sum tú kanst rokna fyri heilt
optimalar fyrireikingar?
Nei, sjálvandi er tað
ikki tað. Tað ber eisini við
sær, at vit heilt víst koma at
hava fleiri spælarar, sum í
kvøld fáa sín fyrsta lands
dyst. Men tað er nú ikki
bara keðiligt. Tá føstu spæl
ararnir eru frá, so merkir
tað samstundis, at vit fáa
møguleika at síggja onkrar
av teimum, sum vit annars
ikki hava sæð í landsliðs
høpi. Og fleiri ferðir hava
hesir yvirraskað positivt,
og tað vóni eg so sanniliga
eisini, at teir gera í kvøld,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Liðið
Jógvan Martin vil ikki siga,
hvussu hann fer at seta liðið
saman í kvøld, men hann sig
ur kortini somikið, at talan
helst verður um fleiri nýggj
ar landsliðsspælarar longu í
byrjunaruppstillingini.
Í málinum hevur Jákup
Mikkelsen verið tryggur
skansi, og tað er hann eisini
framvegis. Hinvegin hevur
Jógvan Martin mest sum
givið René Tórgarð lyfti
um, at hann sleppur at royna
seg, og so er spurningurin,
um nýggi maðurin verður
við frá fyrsta bríksli, ella
um hann kemur á vøllin
eftir steðgin. Nakað sum tó
er mest sannlíkt.
Í verjuni verður talan um
mest sum spildurnýggja
samanseting.
Jónas Tór
Næs
spældi
sín
fyrsta
landsdyst í Letlandi í vár,
og hann verður helst á
høgra bakki. Í miðverjuni
verður Johan Troest David
sen helst at síggja saman
við Egili á Bø, tó at Bartal
Eliasen er alternativ til
seinna plássið. Á vinstra
bakki er Leif Niclassen ein
av møguleikunum, men
Christian Høgni Jacobsen
hevur áður røkt hendan
sessin, og tað er væl hugs
andi, at hann eisini fær
bakkplássið hesaferð.
Verður Christian Høgni
nýttur í verjuni, gevur tað
seg nærum sjálvt, at Jákup á
Borg og Símun Samuelsen
røkja uppgávurnar á kant
unum. Mitt á miðvøllinum
verða helst Mikkjal Thomas
sen og Atli Danielsen,
meðan Bogi Løkin verður
framrættaður
miðvallari.
Tað gevur eitt pláss í álop
inum, og tað skuldi verið
løgið, um ikki Rógvi Jacob
sen verður á hesum.
Tað gevur eina føroyska
451 uppstilling, ið sær
soleiðis út: Jákup Mikkelsen
– Jónas Tór Næss, Egil á
Bø, Johan Troest Davidsen,
Christian Høgni Jacobsen
– Jákup á Borg, Mikkjal
Thomassen, Bogi Løkin,
Atli
Danielsen,
Símun
Samuelsen
–
Rógvi
Jacobsen.
Spælararnir á beinkinum
verða tá: René Tórgarð, Leif
Niclassen, Arnbjørn Han
sen, Bárður Olsen, Høgni
Madsen,
Andreas
Lava
Olsen og Bartal Eliasen.
Seks
nýggir
Ikki færri enn seks
spælarar kunnu fáa sín
fyrsta
landsdyst,
tá
spælt verður í kvøld.
EB/Streymur eigur ikki
færri
enn
fýra
av
hesum, og eru teir René
Tórgarð, Egil á Bø,
Leif Niclasen og Bárður
Olsen.
René og Bárður hava
áður verið partur av
landsliðshópinum,
meðan Egil á Bø og
Leif
Niclasen
eru
spildurnýggir. Egil er
samstundis næst elsti
maðurin í landsliðs
hópinum, og kemur
hann á vøllin – soleiðis
sum nógv bendir á –
verður hann samstundis
elsti føroyski landsliðs
debutanturin,
síðani
Føroyar í 1988 fingu
altjóða limaskap.
Hinir
báðir,
sum
kunnu fáa sín fyrsta
dyst, eru Andreas Lava
Olsen úr Víkingi og
Bogi Løkin úr NSÍ.
-mørk
Fínar
umstøður
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, letur
væl at umstøðunum,
sum føroyska landsliðið
hevur til dystin í kvøld.
Umstøðurnar
at
venja eru góðar, og tað
er ikki líkt til, at veðrið
verður nakar trupulleiki.
Hitin um dagin er um
eini 25 stig, og tí kann
roknast við, at talan
verður um eini 15 hita
stig, tá dysturin skal
spælast. Og tað skuldi
so ikki verið nakar
trupulleiki hjá okkum,
sigur hann.
-mørk
Fleiri nýggir
landsliðsspælarar
Hóast hann varð úttikin í evstu
løtu, so bendir nógv á, at Bogi
Løkin verður millum teir fyrstu
ellivu, sum fara á vøllin í kvøld