Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 159 - 21. august 2008 - Eg gangi bara út frá, at eg eri partur av valbólkinum hjá samgonguni. Hvussu verð­ur við­ fíggjar- nevnd­­arsessinum veit eg ikki, men eg rokni bara við­, at eg varð­veiti sessin i vinn- unevnd­­ini, sigur Hei- ni O. Heinesen POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur verið eitt ivamál, hvar Heini O. Heinesen hev­ ur flotið í politiska hylinum seinastu tíðina. Men hann slær fast, at hann altíð hevur verið tjóðveldismaður, og at hann framvegis er partur av Tjóðveldi. ­ Eg havi stuðlað sam­ gonguni fult út. Tað var bara í hesum málinum um niðurskurð í fiskidøgum, at eg havi atkvøtt ímóti. Men uppskotið á 50 prosent nið­ urskurð var ein rein provo­ katión, og eg kenni einki til, at Tjóðveldi hevur broytt fiskivinnupolitikk, sigur Heini O. Heinesen. Tað hevur ljóðað, at Tjóð­ veldi ynskti at skifta bæði Heina O. Heinesen og Páll á Reynatúgvu út í fíggjar­ nevndini, og eftir øllum at døma skal flokkurin nú geva anan sessin í teirri nevndini frá sær. Men tað er Heini O. Heinesen ikki so ógvuliga keddur um. ­ Øll vita, hvørji størstu áhugamálini hjá mær eru í politikki. Og tað at sita í nevnd, ger bara tingarbeiðið strævnari. Men vinnumál hava altíð havt mín størsta áhuga, og sjálvt um tað ikki hevur verið tosað um nevnd­ arsessirnar í Tjóðveldi mær vitandi, so gangi eg bara út frá, at eg varðveiti sessin í vinnunevndini, sigur Heini O. Heinesen. Hann heldur tað vera neyðugt at nevndarlimirnir hava gjølla vitan um tey mál, sum nevndin skal við­ gerða, og hann ivast ikki í, at hann í so máta er kvalifi­ seraður at sita í vinnunevnd­ ini. Ikki broyta í fleng Málið, sum hevur skapt rumbulin millum Heina O. Heinesen og restina av Tjóð­ veldi, er sum kunnugt skerj­ ingin í talinum av fiskidøg­ um. ­ Allir flokkar hava sitið í samgongu síðani vit fingu skipanina við fiskidøgum. Og tað hevur ikki verið broytt nakað munandi upp á skipanina. Men tað sigur seg sjálvt, at skal broyting gerast í vinnupolitikkinum, so má hon gerast í samráð við vinnuna, sigur Heini O. Heinesen. Ein 20% niðurskurður í fiskidagatalinum hevði ver­ ið alt ov nógv, heldur Heini O. Heinesen, og tað hevði ført til, at ein stórur partur av flotanum hevði ligið. ­ Vit skulu ikki fara eftir fiskidøgunum fyri at minka um veiðitrýstið. Fiskidagar, sum ikki verða brúktir, fornerma onga hýsu, sigur tingmaðurin úr Kunoy. Trupulleikin við veiði­ trýstinum er sambært Heina O. Heinesen, at ov nógv veiðiloyvir eru í skipanini. ­ Eg havi orðað við línu­ menn, um tað ikki ber til at leggja tvey skipa saman, men trupulleikin er, at ov stór skuld er í skipunum, og skulu tvey línuskip leggjast saman í eitt, verður skuldin so stór, at bankarnir ikki vil­ ja verða við, sigur Heini O. Heinesen. Kunoyartingmaðurin helt annars, at hann kundi fáa broytingaruppskotið ígjøgn­ um í samgonguni, tí sam­ bært honum vóru tað eisini onnur í Tjóðveldi sum hil­ du, at 20% niðurskurður var ov mikið. Ikki tosað við flokkin Men hóast turbulensin í Tjóðveldi í løtuni, so slær Heini O. Heinesen fast, at hann framvegis er tjóð­ veldismaður, og at hann framvegis er partur av sam­ gonguni. ­ Mær vitandi hevur ikki verið tosað í flokkinum um býti av nevndarsessum, so man fær at síggja, hvussu tað verður, sigur Heini O. Heinesen. Hann hevur ikki verið á fundi í flokkinum síðani 10% niðurskurðurin varð atkvøddur ígjøgnum av hon­ um saman við andstøðuni. ­ Tá teir kallaðu inn til kreppufund aftan á atkvøðu­ greiðsluna, helt eg tað var ikki rætt av mær at fara við á tann fundin, og síðani tað, havi eg ikki verið í Havn. So eg havi ikki verið á fundi í flokkinum eftir tingfundin fríggjadagin, sigur Heini O. Heinesen. Hann dylir ikki fyri, at andstøðan hevur bjóðað honum týðandi nevndarsess­ ir, um hann fer í valbólk við teimum. Men tað fer hann ikki. Í fyrstu syftu í hvussu er. ­ Eg eri partur av sam­ gonguni. Og eg rokni við einum sessi í vinnunevndini. Og so fær man at síggja, sigur Heini O. Heinesen. Vænti somu nevndarsessir Heini O. Heinesen sigur seg vera part av Tjóðveldi og part av samgonguni Verður væntandi 18-15 Nú samgongan er farin í eitt samstarv við Sjálvstýrisflokkin, er neyðugt at velja tingnevndirnar av nýggjum. Samgongan minus Gerhard Lognberg telur nú 18 saman við Sjálvstýrisflokkinum, meðan andstøðan telur við Gerhardi Lognberg 15. Tann óvissan er kortini, at Heini O. Heinesen ikki enn hevur tosað við Tjóðveldi eftir atkvøðugreiðsluna fríggjadagin um fiskidagarnar, og tí er ilt at siga, um hann fær sessin í vinnunevndini aftur. Men verður roknað við Heina O. Heinesen telur samgongan 18, og tað merkir fleiri sessis, enn hon hevði framman undan. Tilfarið av oynni aftur Ternan gjørdi eykatúr í gjárkvøldið eftir øllum tilfarinum, sum flutt varð til Nólsoyar undan Ovastevnu. Talan var millum annað um eitt flytbart toilet, ein sópibil, pylsuvognar og tjald. Eisini fór brandbilurin, sum Nólsoyar Sløkkilið skal hava, inn til Havnar aftur. Hann skal yvirhálast, áðrenn Sløkkiliðið í Nólsoy fær hann út aftur í oynna, har hann frameftir skal verða fast. - Javnað­arflokkurin hevur ikki bjóð­að­ mær upp í valbólkin hjá teimum, so einasti møguleiki hjá mær er valbólkurin hjá and­­støð­uni, sigur Ger- hard­­ Lognberg POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Eg eri frystur úti úr ting­ bólkinum hjá Javnaðar­ flokkinum, og flokkurin hevur ikki bjóðað mær, at verið við í valbólki sínum, sigur Gerhard Lognberg. Hann hevur verið í sam­ band við andstøðuna um nevndarbýrið, men sambært Gerhardi sjálvum er ikki nakað endaligt avtalað. ­ Eg siti í vinnunevndini, og hevði verið ógvuliga fegin um at fingið tann sess­ in aftur. So vónandi forbar­ mar andstøðan seg út yvir meg og letur meg fáa sessin. Eg havi sitið í vinnunevndini síðani eg kom á ting, og tað hevur mær dámað ógvuliga væl, sigur Gerhard Logn­ berg. Hann fílist annars at fram­ ferðarháttinum hjá løgman­ ni og heldur, at Jóannes Eidesgaard sjálvur hevur skuldina av íkomnu støð­ una. ­ Hendan støðan er ikki íkomin av mær, men av hon­ um sjálvum. Tað hevur eftir øllum at døma ongan týdn­ ing fyri hann at renna frá sínum lyftum. Hann tosar ongantíð mann til mann. Løgmaður hevur ongantíð boði mær til fund við seg fyri at royna at greiða støð­ una, sigur Gerhard Logn­ berg. Hann heldur seg tí ikki hava aðrar møguleikar enn at fara í valbólk saman við andstøðuni, nú Javnaðar­ flokkurin ikki vil rætta hondina út móti honum. Andstøðan einasti møguleiki Gerhard Lognberg sigur, at einasti møguleikin hjá sær er at fara í valbólk saman við andstøðuni